mikudagur 20. desember 2006síða 47
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Omma! Hvussu nógvir dagar
eru nú eftir til jólaaftan?
Trøllapætur
visti
væl,
men hann ivaðist kortini í,
um Trøllaomman hevði mist
dagaskil. Frá morgunstund
ini hevði hon borið vatn inn
í trøllasmáttuna, og nú var
tað gamla karið á tremur við
skvamplandi heitum keldu
vatni. Men trøllaommur plaga
ikki at vaska sær fleiri dagar
undan jólum, men sjálvan
Tollaksmessudag,
dagin
áðrenn jólaaftan.
– Á, Trøllapætur... Tú spyrt
og spyrt og spyrt. Ja, trølla
børn kunnu spyrja meira
enn gomul trøll kunnu svara.
Trøllaomma hevði hug at
skjúgva spurningin til viks,
ímeðan hon stoytti grønt haga
smyrsl í rúkandi vatnið.
– Omma veit, at tað eru
ein, tveir, tríggir, fýra dagar
til jóla!
Trøllaomman taldi errin allar
fingrarnar á høgru hond, uttan
trøllkonufingurin, og skilti í
somu løtu hví Trøllapætur
undraðist.
– Á, omma tín fer bara at
skola sær hárið í dag. Øll
eru so fín og uppsnollaði til
jóla, at omma eisini má finna
upp á okkurt smart. Heldur
tú at omma skal koyra grøna
mosaliting í hárið?
– Á noy, omma. Tað mást tú
ikki gera. Øll gomul trøll hava
stórt grátt hár. Hvat heldur tú at
børnini í Føroyum høvdu sagt,
um tey sóu trøllaommuna við
grønum hári?
Trøllaomman
stóð
sum
kánus eina løtu. Ein garrvill
omma við grønum hárið,
sum syngur og spælur rock´n
roll. Ja, hví ikki?! Men kanska
skuldi hon bíða við hárvaski
num til Trøllapætur var farin til
songar. Og hvat trøllaommur
koyra í hárið, ja tað mugu tær
sjálvar sleppa at ráða fyri.
Men Trøllapætur hevði eis
ini annað at hugsa um. Nú
vóru bert fáir dagar eftir til
jóla, og í morgin ætlaði hann
sær í býin at keypa seinastu
jólagávurnar. Men hvat skuldi
hann geva lítlu fittu Trølla
billu?
Trøllapætur var bráddliga
burturi í aðrari verð. Trøllabilla
hevði eisini verið í huganum,
tá ið hann av fyrstani tíð
sang:
Nógvar trøllagentur,
tær vilja mussa meg
Tær ganga runt og fjasast,
tað eri ikki eg
Eg elski bara ommu,
hon er mítt eitt og alt
Hon ballar meg í mosa,
tá ið tað er kalt
– Nú skal omma balla Trølla
pætur og siga ein góða søgu.
Men fyrst mugu vit hyggja
hvat er í jólakalendaranum.
– Trøllapætur gloymdi bein
anvegin alt um fittar Trølla
gentur og kvikaði sær at lata
lúkuna við 20 talinum upp.
– Hygg omma. Ein stórur
dunkur av hársápu. Hevði tað
ikki verið ein góð jólagáva?
– Jú, tað hevði omma verið
ovurfegin at fingið.
Men um Trøllapætur hugs
aði um ommuna ella lítlu fittu
Trøllabilla, ja tað er ein onnur
søga.
Trøllaommur við grønum hári