Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-20, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. desember 2006síða 50

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

50 Nr. 246 - 20. desember 2006 INN skal altíð hava vøruna Slagorðið hjá teimum trimum INN-handlunum í Føroyum er, at handilin skal altíð hava vøruna. Tann fyrsti INN-handilin lat upp við Norðskála, og síðani eru handlarnir í Klaksvík og í Havn komnir afturat. Hadilin við Norðskála bleiv bygdur í 2002. Bygningurin er á Svartheyggi beint norðan fyri brúnna við Streymin. Hann er umleið 700 fermetrar stórur, og tað mesta er handilshøli. Handilin í Havn er í gamla handlinum hjá Eli við Landavegin, og í Klaksvík húsast INN í nýggjum handilshølum á vestara armi. Jaspur Johannesen, stjóri, sigur, at INN-handlarnir leggja dent á at hava ta vøru, sum kundin vil hava. Allir tríggir handlarnir eru stórir og rúmligir, og dentur verður lagdur á at hava eitt stórt og breitt vøruúrval. Harafturat leggja handlarnir dent á at hava dygdarprísir, sigur Jaspur Johannesen. Meðan flestu handlar fegnast um stóra sølu í jólamánaðinum, merkist tað ikki so væl í matvøruhandlunum, at jólini eru í hondum. Jaspur Johannesen sigur, at sølan hjá einum matvøruhandli er rættiliga jøvn ígjøgnum alt árið, men at tey kortini merkja eitt lítið lop, tá jólini nærkast. Sjálvur er Jaspur Johannesen leiðari í handlunum í Havn og við Norðskála, meðan Jóhanna Christiansen stendur fyri dagliga rakstrinum í handlinum í Klaksvík. Brá Klædnahandil 460 Norðskáli Tel 42 27 27 Vit hava klæðini til alla familjuna Árbókin 2006 er komin og fæst á posthúsum kring landið. Hon er prýdd við nógvum vøkrum myndum. Øll ársins frímerki og smáørk eru sett í lummar, ið settir eru í árbókina. Bókin fæst í tveimum útgávum: donsk/føroysk og ensk/týsk. 295,- kr Opið til jóla: Leyg. 16/12: 10-16 Sun. 17/12: stongt 18/12 - 23/12: 10-20 Nógvar nýggjar Pilgrim smúkkur! Vága Floghavn FO-380 Sørvágur tlf 35 88 50 Góð jólagávuhugskot »Ametyst« hálsketa