Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› F R Í G G J A D A G U R   2 2 . d e s e m b e r   2 0 0 6 3+ 2. jóladag kl. 19.00 Peter Pan Ein kalda nátt í London sigur Wendy beiggjum sínum frá søguni um Peter Pan. Brádliga eru Peter og lítla klokkublóman í kamarinum, og tey biðja børnini koma við á ævintýraferð. Kósin verður sett móti ynskioynni, har tey hitta sjórænarar, havfrýr, eina ljóta krokodillu og sjálvandi hin ónda Hook. DR1 Fríggjadagin kl. 20.30 Midt om natten Kim Larsen og Eric Clausen hava høvuðsleiklutirnar í seinasta filminum, sum Erik Balling leikstjórnaði. Teir báðir hava leiklutirnar sum Benny og Arnold, sum eru við í arbeiðinum at skapa ein frístað, ið ber heitið, Haveeje. Eisini síggja vit Birgitte Raaberg sum Susan Himmelblå í danska filmsklassikaranum, sum í síni tíð dróg nærum eina millióni fólk til hvíta løriftið í donsku bio-høllunum. SvF Jóladag kl. 22.10 Jólaskógvarnir Robert hevur so nógv um at vera á arbeiðinum, at hann er um at missa konuna, Kate og dóttrina Lily. Tá lærarin hjá Lily, Maggie, beint uppundir jól verður illa sjúk, ger sonur hennara Nathan av, at geva henni eina góða jólagávu. Jólaaftan hittir hann Robert í einum stórhandli, og hesin fundur fær stóran týdning fyri teir báðar. Canal+Film1 Leygardagin kl. 19.00 Batman Begins Millióningasongurin Bruce Wayne er sjúkur í hevndarhugi, eftir at hann hevur upplivað drápið á foreldur hansara. Hann fer út í heim at ferðast, og afturkomin hevur hann sett sær fyri, at heimbýurin, Gotham, skal reinsast fyri kriminialitet.