hósdagur 21. desember 2006síða 48
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 21. desember 2006
Laila Hentze
Hvussu fert tú at halda jól í ár?
Heima saman við familjuni. Ætla í kirkju um dagin,
og um kvøldið kemur familjan. Vit vera 14 fólk hesu
ferð. Vit taka okkum góða tíð at nýta døgverðan
og síðani pakka vit gávurnar út. Eitt av børnunum
í familjuni lesur jólaevangelium, vit dansa um
jólatræið og syngja jólasangir. Síðani fáa vit okkum
mandlurís. Á midnátt kemur pávin í Rom innar í
stovuna. Í 1990 var eg við studentaflokki mínum í
Rom í audiens hjá táverandi pávanum, so tað er
hátíðarligt at fylgja við í sjónvarpinum, tá ein hevur
verið har.
Hvat etir tú til døgurða á jólum?
Gás og dunnu og so mandlurís omaná.
Hvat er tað besta við jólum?
Hugnin at vera saman við familju og vinfólki.
Hvat er minni gott við jólum?
At nógv verða ovbyrjað á jólum og tað er ikki
endamálið við høgtíðini.
Hevur tú nakrantíð hildið jól uttanlands?
Ja, nakrar ferðir. Einaferð hildu maðurin og eg jól
einsamøll. Tað var stak hugnaligt og friðarligt. Vit
vóru í kirkju, men prestur hevði gloymt tað mesta av
taluni heima, so talan vardi bert 5 minuttir. Aftaná
40 minuttir var guðstænastan liðug og vit gingu
heimaftur, har vit fingu okkum dunnu. Vit høvdu
einki jólatræ, tí vit vóru lesandi, men funnu upp á
ráð og brúktu eina stóra plantu sum jólatræ. Síðani
vitjaðu vit vinfólk hinar dagarnar. Eitt annað árið
var øll verfamiljan samlað í Danmark, og tey jólini
vóru meira lík teimum, vit plaga at halda heima
í Føroyum - tó vóru vit meira úti og gingu túrar í
skóginum og á strondini.
Hvønn jólatónleik dámar tær best?
Bæði føroyskan og útlendskan jólatónleik.
Hvat ynskir tú tær í jólagávu?
Klæðir.
3 4 5 4 0 0
NISSAN 4x4. NATURALLY CAPABLE.
www.autoservice.fo
Verður keypt av netinum
á ergo.fo, verður latið
10% í avsláttri!
J.C. Svabos gøta 6 · Tlf 315 777
ergo@ergo.fo · www.ergo.fo
MEDICOVI vatninnlegg minkar um
trýstið á hælir, knø, mjadnar og
rygg og betrar um blóðrenslið
Gang á vatninum
k
i
ar um
og
ð
Verðu
á e
V ð
Skapið framtíðina saman við okkum...
í desember 2006
FO-900 Vágur · Tlf. 37 30 65 · Fax 37 39 34 · smija@post.olivant.fo
• ALT VANLIGT SMIÐJUARBEIÐI
• SLANGUR OG FITTINGS TIL HYDRAULIK
• ALT RUSTFRÍTT OG ALMINIUM
• ALT FITTINGS TIL HVS
• FRAMLEIÐSLA AV GÓÐKENDUM OLJUTANGUM
...tín veitari innan stálarbeiði
48