Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 248 - 22. desember 2006 900 dagar Í singapore Jústinus leivsson eidesgaard orlagið Hellurnar gevur triðja árið á rað út bók. Hesa ferð eitur bókin „900 dagar í Singapore“ og fevnir um teir 900 dagarnir, høvundurin Jústinus Leivsson Eidesgaard starvaðist í Singapore frá august 1996 og fram til januar 1999. Hetta tíðarskeið vóru hjúnini Poula og Jústinus Eidesgaard savningarstaðurin hjá teimum mongu føroyingunum, sum vitjaðu Singapore, serliga sjómenn, men eisini van- lig ferðandi. Fleiri litmyndir prýða bókina millum annað við skipavitjanum og føroy- ingum í Singapore. Bókin er skrivað í tveimum høvuðsløg- um og einum triðja, sum av og á kemur til sjóndar. Beinagrindin eru útisetabrøvini, sum høvundurin skrivaði heim til lands- menninar, og sum vóru lisin upp í útvarp- inum. Hesi vóru sera væl móttikin heima. Hetta er fyrsta lagið, næsta lagið er søgan um Singapore fram til loysing í 1965. Tað er grundarlagið fyri, at landið, sum er minni enn Føroyar og telur yvir 3 milliónir íbúgvar, er heimsins fjórríkasta land, og hevur lyft seg út triðja heiminum og inn í fyrsta eftir einum ættarliði. Triðja lagið eru eygleiðingarnar, høvundurin gjørdi, nú hann vitjaði aftur í fyrst í hesum árinum. Bókin vísir eisini føroyingum, at smáar tjóðir kunnu røkka ovastu rók. Forlagið Hellurnar v/Jústinus Leivsson Eidesgaard F Ovaragøta 1, 188 Hoyvík, Tel. 322800 ella 223143 justinus@post.olivant. fo, www.hellurnar.com Minst til bíleggingarseðilin!