Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 tíðindi Størsta missin í misneydn­ aða FaroeJet-ævintýrinum hevði Norðoya Sparikassi, sum beinleiðis og óbein­ leiðis misti íalt 5 mió kr. Hetta hevur borið sær søgur um, at kreppu­fundir hava verið í pen­inga­ stovninum, og at stjóra­ stólurin undir Eyðfinni Reyðberg var farin at ridla. Men somu søgur verða tó staðiliga avvístar av Óla Marner Christiansen, nevndarformanni. – Tað er rætt, at fund­ar­ virksemið hevur verið nógv seinastu tíðina, men hetta er vanligt undan ársskiftinum. Tað eru jú ymisk viður­skifti, sum skulu gjøgnumgangast um hetta mundið, so tað er einki óvanligt í hesum. Nevndarformaðurin vil ikki sjálvur gera nakra bein­ leiðis viðmerking til tapið, sum peningastovnurin hevði í sambandi við Faroe­ Jet, men hann sigur tó sam­ stundis, at hetta á ongan hátt skakar grundarlagið undir virkseminum. – Tað er stjórin, sum ger viðmerkingar til einstøku málini. Men eg kann siga so mikið, at Norðoya Sparikassi hevur havt eitt gott ár í 2006. Onkrar íløgur hava kanska ikki hepnast so væl, men aðrar hava tó givið heilt góð úrslit, so saman lagt eru vit væl nøgd um gongdina, sigur hann. Óla Marner Christoffer­ sen leggur afturat, at um­framt partapeningin hevði Norðoya Sparikassi peningaligt engagement í FaroeJet. -mørk Jóhan E. Simonsen, stjóri í FaroeJet, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til atfinningarnar móti leiðsluni í FaroeJet. – Ein leiðsla hevur sjálvandi altíð evstu ábyrgd av einum felag, sigur hann LOFTFERÐSLA Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Stjórin í FaroeJet, Jóhan E. Simonsen, viðurkennir, at leiðslan í felagnum hevur ein part av skuldini fyri, at FaroeJet fór í gjaldssteðg. Hann metir tó ikki, at øll skyldin kann kastast á leiðsluna. – Tá ið tú setir teg ovast í einum felag, mást tú taka ábyrgdina, tá ið tað gongur illa og væl. Tó haldi eg, at tað eru fleiri, sum mugu átaka sær ein part av skyldini, sigur Jóhan. – Tó haldi eg, at tað tænir ongum endamáli at skjóta skyldina á hvønn annan nú, sigur Jóhan at enda. Stjórin viðurkennir sín part Skakar ikki bankan Bøgøta 12 · Postboks 321 · 110 Tórshavn · tel 31 22 11 · fax 31 07 45 Vit ynskja viðskiftafólki okkara gleðilig jól og gott nýggjár við tøkk fyri gott samstarv í 2006 Frá Havnar Arbeiðsmannafelag Við tøkk fyri árið farna ynskja vit limum við húski og viðskiftafólki eini gleðilig jól og signing Harrans í árinum nýggja Nevndin Frá Stráluni Vit vilja her ynskja øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár. Stóra tøkk øll tit, ið hava hjálpt og stuðlað okkum Bestu heilsanir Strálan Fótbóltssamband Føroya ynskir øllum føroya fólki eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár, við tøkk fyri tað brátt farna Viðskiftafólki okkara ynskjast eini Gleðilig Jól og Gott Nýggjár, við tøkk fyri gott samstarv í skjótt farna ári. Skrivstovan er stongd frá 23.12-03.01 P/F BYGGITEK Landsfelag Pensjónista ynskir øllum pensjónista- feløgum og viðskiftafólki eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Landsfelag Pensjónista ynskir øllum pensjónista- feløgum og viðskiftafólki eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. – Lat okkum kalla ein spaka fyri ein spaka, sigur Bjarni Djurholm og vísir til, at leiðslan og nevndin í FaroeJet hevur fulla ábyrgd fyri, at felagið ikki bar seg LOFTFERÐSLA Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Sosialurin hevur ringt til Bjarna Djurholm og biðið um viðmerkingar til lemjandi atfinningarnar móti honum frá Knút Lützen. – Eg kann einans siga, at Knút og FaroeJet kendu allar fortreytir á føroyska loftøkinum frammanundan. – Vit ætlaðu at privatisera 66 % av Atlantsflog, men tað var ikki undirtøka fyri tí á tinginum. Loftferðslu­ myndug­leikarnir eru danskir, og tí er tað einki vit kunnu gera uttanum danskar myndugleikar. – Pástandirnir hja Knút Lützen hava einki við veruleikan at gera. Nevndin roynir at leypa um garðin, har hann er lægstur. Hetta er eftirrationalisering. Tað er altíð lætt at rista skyldina á ein annan, sigur Bjarni, sum tó harmast um, at tað ikki gekst FaroeJet betri. – Tað hevði tænt brúk­ aranum at fingið kapping. – Tað er eyðsýnt, at nevndin í FaroeJet hevur eina aðra fatan av veruleikanum enn flestur onnur. Eg hefti meg við úttalilsini hjá einum flogskipara hjá FaroeJet (Oddmar á Høgabóli, blaðm.) um, at leiðslan hevur størsta partn av skyldini. Lat okkum bara kalla ein spaka fyri ein spaka, sigur Bjarni Djurholm at enda. Bjarni Djurholm: – Talan er um eftirrationalisering Nr. 248 - 22. desember 2006