fríggjadagur 22. desember 2006síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í dag orkaði sólin ikki at kaga
uppum Hvítaskarð. Í morgun
kavaði eina løtu og nú ýldu
vindarnir aftur. Tað var trøllsligt
og hugnaligt í lítlu smáttuni
omanfyri Garð. Trøllapætur
hevði borið ríkiligt av brennið
inn og legði frískan við í eldin.
Omman sang og murraði,
meðan hon elti tveir nevar av
gandadeiggi, sum hon tveitti
á glóðheitu pannuna.
Trøllapætur hugdi inn í eldin
og hugsaði um árligu trølla
veitsluna, sum fór at verða í
kvøld. Ja, tað var gleimur og
gangur, tá ið trøllini á stytsta
degi spældu myrkaspæl og
hildu jól saman.
Tey gomlu trøllini ræddust
ljós, og fyrr í tíðini var ikki
vanligt at síggja trøll á alljósum
degi. Men við tíðini broytist so
mangt. Nú halda trøllini sær
at gaman á myrkastu nátt og
tá verður etið, sungið, dansað
og beistast allan sólarringin,
ja og onkuntíð longri.
– Omma, ert tú spent til
trøllaveitsluna.
Trøllapætur
visti
svarið,
men kortini kundi hann ikki
lata vera við at spyrja.
– Ja, nú byrja okkara jól.
Tá omma er liðug at baka,
so fara vit at gera okkum klár
til stóra trøllaballið. Og tað
verður nakað stuttligt, tí at øll
trøllini á Stórafjalli verða iva
leyst har.
– Eisini Trøllabilla og tey?
Trøllapætur vildi vita.
– Ja, góði. Har verða nógvir
trøllaungar, trøllagentir og
trølladreingir, trøllagubbar og
trøllagummar, trøllamammur
og trøllapápar og trøllaabbar
og trøllaommur. Og oldurtrøll,
tipptrøll og hippitipptrøll. Og
tað verður við buldur og brak
trøllini seta stevnu. Fyri ikki
so nógvum árum síðani trúðu
fólk, at toran var trølladansur
og snarljósið árliga trølla
kyndlagongan. Í dag eru trøll
og børn ikki so bangin fyri
hvørjum øðrum. Ja, mangt er
broytt í ommusa tíð.
–
Trøllapætur var bæði spentur
og glaður, tá ið hann hugsaði
um alt tað góða, sum nú fór
at henda. Hann stóð í brúna
vetrarkotinum og í nýggju
gummiskómum
og
hevði
fjallstavin í høgru hond og
pakkan til Billu í hinari. Hann
gleddi seg til trøllaveitsluna
og at skula verða saman við
øllum
trøllabørnunum
til
klokkurnar kimaðu jólaaftan.
Og tá kundi hann gleða seg
til góðan jólamat, jólapakkar,
jólatræ, jólasang og at síggja
jólamannin. Oy oy oy, sum
tað var gott at vera trøll.
Trøllaomman hevði slókt
eldin og var farin í ommu
stásið.
– Men omma, skulu vit
ikki lata jólakalendaran upp,
áðrenn vit fara í trøllaveitslu?
– Píkarill! Jú, sjálvandi. Tað
er onki at bíða við, fitta trøllið
mítt.
Trøllpætur hevði funnið lúku
22 á jólakalendaranum. Varis
liga prikaði hann fremstafingur
inn undir pappið og hugdi feg
in uppá Trøllaommuna.
–
Hygg,
ein
mynd
av
jólaskipinum!
Á, góðasti Trøllapætur. Tað
hevði verið stuttligt um vit sóu
jólaskipið á ferð uppum fjallið.
Ja, hvør veit? Jólamennirnir
og allar gávurnar koma nú
til landið. So tað verður stutt
ligt hjá tær og mær, tá ið
vit koma aftur av trøllaveitslu
jólaaftan.
Trøllapætur smílist og var í
góðum hýri. Ja, tað er gott at
vera trøll í Føroyum. Serliga
á jólum.
Trøllapætur og omman halda jól