fríggjadagur 22. desember 2006síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 22. desember 2006
Matvøruhandilin Johannnes Andreasen við Grønlandsvegin er ein av elstu og best
kendu handlum í Havn. Handilin, ið hevur verið við Grønlandsvegin síðan 1950, hevur
røtur heilt aftur til 1933, tá Johannes Andreasen byrjaði at handla í Tróndargøtu.
Handilin hevur alla tíðina fylgt við tíðini og er m.a. kendur fyri sín døgurðamat, sum
verður seldur út av húsinum. Gólvíddin í handlinum er nógv økt, síðan latið var upp
í 1950.
Orsøkin til at býarparturin verður nevndur ”úti í Grønlandi” sigst vera, at hann lá
so langt burtur frá gomlu Havnini. So tá keypmaðurin Johannes Andreasen bygdi
nýggjan handil har, var tað hildið at vera langt úti. Húsini har um leiðir stóðu
ikki so tøtt tá, men so hvørt sum fleiri hús løgdust afturat í grannalagnum, vaks
kundagrundarlagið hjá handlinum.
Johannes rak handilin til 1957, tá sonurin Arne Andreasen tók yvir. Síðan 2000 hava
synirnir hjá Arna, Per og Kári, átt og rikið handilin, sum sostatt í dag verður rikin av
triðja ættarliði.
mg.
Johannes Andreasen: Tað var langt úti
53
Opið til jóla:
Leyg. 16/12: 10-16
Sun. 17/12: stongt
18/12 - 23/12: 10-20
Nógvar nýggjar
Pilgrim smúkkur!
GPS Plottarar, ekkólodd o.a.
Prísir o.a. eru at finna á www.vikmar.fo
til stuttleika- & útrórarbátin.
Tel. 35 21 82
Email info@vikmar.fo
Kunningarstovan
telefon 30 24 25
Jól í MiðbýnuM
Hósdag syngur Cantabilé runt um í
býnum frá kl. 18
Knarkar spæla jólatónleik í Tinghúsgarðinum
kl. 19.30
Handlarnir hava opið til kl. 20
Fríggjadagin koma Angela og Hannibal í
jólasmátturnar kl. 10.30
Frelsunarherurin spælir jólatónar kl. 18
Tórshavnar Kamarkór syngur runt um í miðbýnum kl. 19
Handlarnir hava opið til kl. 21, tó Handilskjarnin til kl. 20.
Jólamenn vitja jólasmátturnar hvønn seinnapart, og í
handlunum í miðbýnum
Fleiri tiltøk eru á www.kunning.fo og www.torshavn.fo
Jólagóðgæti fært
tú hjá okkum
Tlf 312161
gron@gron.fo
www.gron.fo
www.husamekling.fo
HÚSAMEKLING
Keyp og søla av fastari ogn
Vaglið • FO-100 Tórshavn • Tel 31 93 21 • Fax 31 93 31
Hús í Vaktarhúsgøtu
í Havn
til sølu