Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-22, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. desember 2006síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 22. desember 2006 Vikmar, sum heldur til á Vestaru bryggju í Havn, má sigast at vera ein fjølbroytt fyritøka. Høvuðsvirksemið hjá fyritøkuni er at selja og umvæla alla navigasjóns- og fiskileitiútgerð til skip, og høvuðsmerkið er JRC, sum Vikmar umboðar í Føroyum.. Av hesum merkinum selir handilin millum annað radarar, GPS'arar, GPS-kumpassir, ekkolodd og alla útgerð til samskifti. Herumframt selir Vikmar íslendskar trolsensorar, sum verða settir á trolið, og sum kunnu siga frá hitanum í sjónum, dýpinum, hvussu langt er millum lemmarnar o.s.v. Saman við Føroya Tele hevur Vikmar ment eina breiðbandsskipan til skip. Hon gevur manningini møguleikan at tosa heim við IP-telefon. Skipið hevur eitt fastnetnummar, og samrøðan kostar tað sama sum at tosa við vanligari fastnettelefon, so hetta er ein stór sparing samanborið við fylgisveinasambandið. Vikmar arbeiðir eisini við teirri sokallaðu AIS-skipanini til skip. Hetta er ein skipan, sum gevur allar upplýsingar um tað einstaka skipið so sum kallibókstavir, navn, knattstøðu o.s.v. Hetta ger t.d., at nú kann reiðarin fara inn á internetið at hyggja, hvar skip hansara eru stødd, so leingi frástøðan ikki er størri, enn VHF-sambandið røkkur. Vikmar hevur eina støð uppi á Sornfelli til hetta endamálið. Ein onnur tænasta hjá Vikmar er Viknet, sum gevur skipum við sjónvarpsparaboli høvi til at taka niður eitt nú føroyskar sjónvarpssendingar. Vikmar - á botni og í luftini 55 Panasonic DMC-FX07 Digitaltmyndatól 6 megapixel 3.495,- Marconi Sverrisgøta 9 · 100 Tórshavn · Telefon: 357777 Fartelefon:213939 · jbh@post.olivant.fo Vága Floghavn FO-380 Sørvágur tlf 35 88 50 Góð jólagávuhugskot »Ametyst« hálsketa Tel 42 22 70 Norðskáli Stanley Gávur Leikur Búnýti Tórshavn Óðinshædd • SMS Klaksvík Klaksvíksvegur 57 Saltangará Heiðavegur 32 www.kall.fo Vit gravera navn títt í fartelefonina! 100 00 Kostnaður (upp til 15 stavir)