Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-11-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. november 2006síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 232 - 30. november 2006 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo SkrivSTOvuFólk Søkt verður eftir skrivstovufólki sum avloysara til Akfaradeildina at byrja 2. januar 2007. Starvið er fyribils tíðaravmarkað til 1 ár. Talan er um fulltíðarstarv. UPPGÁVAN uppgávan fevnir m.a. um: · Avgreiðslu av viðskiftafólki og telefonavgreiðslu · Skráseting av akførum · Avgreiðslu av skrásetingargjøldum · Eftirstøðumál · kassauppgerð FørleikAkrøV vit hugsa okkum ein persón við skrivstovu- útbúgving, HH ella líknandi útbúgving og arbeiðsroyndum á skrivstovu. Dentur verður lagdur á, at ein hevur góð samstarvsevni og er fyrikomandi. kunnleiki at arbeiða við teldu er eisini ein treyt. SetANArtreytir Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir vinnumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hans Jacob Stenberg, deildarleiðara, á tele- fon 35 04 08. umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 1. desember 2006. Akstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfaraskráseting, skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 20 fólk. R E P R O Z Aftur í ár verður høvi til at síggja jólasjónleik í Drama­ verkstaðnum Sjónleikur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Børnini á drama- og teatur­skúlanum á Drama­ verkstaðnum hava í eina tíð knossast dúgliga fyri at verða klár mánadagin tann 4. december klokkan 18.00, tá Leikaløtan byrja. Tað eru 4 bólkar sum leika saman, og tey eru 8 til 13 ára gomul. Á skránni eru sjónleik­ irnir ”Lítli Gutti” og ”Jóla­ maðurin verður for­elsk­ aður”. Og so er tað ”Søg­ an” sum altíð plagar at vera , har áskoðarir sleppa at spæla við um tey hava hug. Børnini kunnu, um tey vilja, verða málaði í andlitinum sum tey ið spæla við í søguni, verður sagt av Dramaverkstaðnum. Sum undanfarnu árini, er hetta sýning fyri børnum saman við vaksnum, og dentur er lagdur á, at tey heilt heilt smáu børnini eisnini fáa nakað burturúr, so tað er bara at koma til Leikaløtuna og hava tað stuttligt eina løtu! Dramaverkstaðið liggur í brekkuni niðan á Nabb beint undir tí grønu ítróttarhøllini í Havn. LEIKALØTAN 2006 á Drama­verk­ staðnum í Havn Sunnudagin 3. desembur kl. 19 skipar Vestmanna Kirkjukór saman við Vestmanna Kirkju fyri adventshugna í kirkjuni Advent tíðindaskriv Nógv tey seinastu árini hevur Kirkjukórið, skipað fyri hesi hugnaløtu fyrsta sunnudagin í advent, og árið í ár er einki undantak. Á skránni verður røða, tónleikur, kórsangur og fe­lagsangur o,a. Gesta­sang­ ari synga nøkur løg saman við kirkjukórinum. Vestmanna Kirkjukór, sum telur uml. 40 fólk og er undir leiðslu av Erlu Olsen, kemur eisini at framføra nakrar sangir. Hini árini hevur kirkjan verði meir enn full, og tí verður heita á fólk, um at møta stundusliga til hugna­ løtuna í krikjuni. Aftaná sangin í sjálv­ ari kirkjuni er ein drekka­ munnur at fáa í kirkju­kjall­ aranum. Tiltakið er ókeypis, men fólk eru vælkomin at læta eitt oyra til Vestmanna Kirkju­kór. Advents­ hugni í Vestmanna