hósdagur 30. november 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 232 - 30. november 2006 ]
Jacob var
fantastiskur
Eftir dystin fingu vit
orðið á venjaran hjá
Neistanum,
Claus
Rasmussen. Hann var
sera glaður fyri sigurin
ímóti kollfirðingum.
- Hatta var ein góðar
dystur
við
høgum
intensiteti, og tað sást,
at bæði liðini ætlaðu
sær sigurin. Eg haldi tó,
at vit vóru oman á, og
serliga Jacob í málinum
var fantastiskur í dag.
Men eg haldi eisini, at
ungu leikararnir taka av
møguleikanum í dag.
Millum annað kemur
Birgir inn á vinstra
bakk og fær heili átta
mál. Nú eru vit komnir
í gongd aftur, og so
fáa vit at síggja, hvussu
langt tað røkkur. Málið
er í øllum førum at
enda millum trý tey
ovastu.
Vit skora
ikki upp
á møgu
leikarnar
Vit fingu eisini orðið á
strikuspælaran hjá KÍF,
Gert Hansen. Hann var
skuffaður av tapinum,
men ásannaði, at Jacob
í neistamálinum stóð
ein stóran dyst.
- Vit eru sera uppsettir
í dag, og tí er sjálvandi
keðiligt at tapa. Vit
fylgja væl við teimum
at kalla allan dystin,
men trupulleikin er,
at vit skora ikki uppá
møguleikarnar
hjá
okkum. Tó skal leggjast
afturat, at Jacob stendur
ótrúliga væl í málinum,
og hann tekur veruliga
móti frá okkum í seinna
hálvleiki. Eg haldi tó,
at vit kempa til tað
síðsta, men í dag var
hetta bara ikki nokk.
Jacob Larsen spældi
ein stóran dyst í
málinum, tá Neistin
megnaði at toga
sigurin heim ímóti
kollfirðingum í
Atlantic Airways
deildini.
MANSHONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Gongdin hjá Neistanum
hevur verið sera góð í ár.
Eftir fimm umfør lógu teir
fremst í bestu mansdeildini,
men síðsta vikuskiftið kiks
aði, tá teir taptu inni á Ská
la.
Hjá KÍF hevur eisini ging
ið væl síðstu dystirnar. Teir
hava fingið fimm av seinas
tu átta stigunum, og tí var
lagt upp til ein spennandi
dyst á Hálsi mikukvøldið,
har Neistin mátti vera bæði
Áka Mørk og Roar Dals
garð fyri uttan, meðan
Rógvi Weyhe manglaði hjá
KÍF.
Neistin var omaná
Í fyrra hálvleiki leikaði
javnt á fyrstu løtuna. Leik
ferðin var høg, og tað sást
týðiliga, at bæði liðini ætla
ðu sær sigurin henda dagin.
Neistin var tó oman á fyrstu
løtuna, og eftir góðar 10
minuttir høvdu teir lagt seg
fram um 9-6. KÍF var tó væl
við, og fleiri ferðir vóru teir
nær við at fanga Neistan aft
ur. Hetta eydnaðist tó ikki,
og hálvleiksstøðan var 18-
15 til Neistan.
Serliga ungi Birgir Poul
sen vísti gott spæl í fyrra
hálvleiki. Hann hevði fing
ið møguleikan á vinstra bak
ki henda dystin, og hann
takkaði fyri álitið og skeyt
heili seks mál í fyrra hálv
leiki.
Jacob tók broddin av
KÍF
Gongdin var aftur jøvn fyr
stu løtuna av øðrum hálv
leiki. Liðini skiftust um at
skjóta mál, og í onkrum
førum var KÍF tætt við at
fanga Neistan aftur. Neistin
megnaði tó hvørja ferð at
fara frá kollfirðingunum
aftur, og nú byrjaðu danski
málverjin hjá Neistanum,
Jacob Larsen, at vísa sínar
dygdir.
Ferð aftaná ferð bjargaði
hann opnum møguleikum
frá kollfirðingum, og tá KÍF
ikki megnaði at skora, so tók
Neistin av møguleikanum í
hinum endanum. Tá 15 min
uttir vóru farnir høvdu teir
økt upp í 26-20, men nú
raknaðu kollfirðingarnir tó
við. Tá fimm minuttir vóru
eftir høvdu teir minka niður
í 28-25, og í hesi løtuni mis
nýttu teir ein opnan møgu
leika og brendu eitt brots
kast, og so var í roynd og
veru avgjørt.
Endaliga støðan gjørdist
30-27 til Neistan í einum
spennandi og intensum dys
ti, har Neistin førdi at kalla
allan vegin. Stóri leikarin
var tó Jacob Larsen, sum
veruliga tók broddin av
KÍF liðnum. Við sigrinum
heldur Neistin fast um góðu
støðuna í oddinum.
Neistin vann tepran sigur á KÍF, og serliga Jacob Larsen í
neistamálinum vísti stórspæl.
Kyndil vann stórsigur
á H71 í Atlantic
Airways deildini
mikukvøldið, og nú
tykjast kyndlarnir at
hava fingið gongd á
spælið.
MANSHONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Botndystur var í Hoy
víkshøllini mikukvøldið,
tá H71 tók ímóti Kyndli.
Gongdin hjá hesum báðum
hevur ikki verið serliga góð
í ár, so tí var umráðandi hjá
báðum liðunum at fáa tvey
stig í hesum dystinum.
Kyndil betri byrjan
Fyrstu løtuna var líkt til, at
áskoðararnir fóru at fáa ein
friðarligan dyst í Hoyvík
mikukvøldið. Liðini høvdu
nevniliga ilt við at skora, og
eftir góðar seks minuttir var
støðan 1-1. Men so fekk
Kyndil glið á álopsspælið.
Næstu løtuna megnaðu teir
at leggja seg á odda, og
leiðsluna hildu teir líka til
hálvleiks. Hálvleiksstøðan
í dystinum var 9-13, og
Kyndil hevði eisini verið
betra liðið í fyrra hálvleiki.
Kyndil fekk gongd á
Var fyrri hálvleikur javnur,
so var eingin slingur í val
sinum hjá Kyndli í seinna
hálvleiki. Fyrstu løtuna
var munurin ikki stórur á
liðunum, men knappar 10
minuttir inn í seinna hálv
leik leyp Kyndil avstað.
Teir øktu frá 12-15 upp í
12-19, og nú sá ikki gott
út hjá hoyvíkingum. Sum
dysturin leið økti Kyndil
bara meir um leiðsluna,
og tá dómarin bríkslaði á
síðsta var støðan 21-33, og
sostatt hevði Kyndil fingið
sín næsta sigur í ár.
Kyndlaleikararnir vóru
sum vera man glaðir fyri
sigurin á H71.
- Í dag vísa vit betri dis
iplin, og so stendur verjan
knasandi væl. Eg haldi at
vit sóu glimt av rætta kynd
ilsliðnum í dag, segði ein
væl nøgdur Hjalti M. Jacob
sen eftir dystin.
Hjá H71 kom ósigurin
illa við, og nú eru teir nýtt
botnlið í bestu mansdeild
ini.
- Einki riggar hjá okkum
í dag. Vit spæla illa, brenna
ov illa, og so fáa vit ongantíð
verjuna at koyra. Harafturat
spæla vit ov individuelt, og
tá kunnu vit ikki fáa røttu
úrslitini, segði Poul K. Dam
eftir dystin.
ÍF vann á SÍ
Mikukvøldið var ein dystur á skránni í meistaradeildini
hjá monnum á Kambsdali. Har tók eitt av oddaliðunum,
ÍF, ímóti SÍ, sum liggur aftast. Men dysturin bleiv javnari
enn vænta. Tá trý sett vóru spæld førdi SÍ 2-1. Fjórða
sett gjørdist sera spennandi, men her megnaði ÍF at vinna
35-33. ÍF vann eisini avgerandi javnbrótaran, og sostatt
hevur ÍF lagt seg undir liðuna á Mjølni á fremsta plássi.
ÍF hevur tó leikt ein dyst færri. Vit hava tíverri ikki fingið
settúrslitini frá dystinum.
Henry ikki millum teir bestu
Fabio Cannavaro, Zinedine Zidane ella Ronaldinho?
Heimsins besti spælari skal finnast millum hesar, siga
landsiðsvenjarar og -liðformenn, sum ikki hava Henry
millum teir bestu, hóast hann í ár var einasti spælarin,
sum var í finaluni í bæði HM og í Champions League.
Gerard Houllier finst hvassliga at valinum av Cannavaro
sum ársins leikara í Evropa og metir, at Henry skuldi
vera longri frammi í røðini. Arsene Wenger sigur eisini,
at atkvøðugreiðslan hjá France Football vísir, at fólk
bert hugsaðu um HM-endaspælið, tá atkvøður vórðu
lætnar. Heimsins besti spælari verður avdúkaður á FIFA-
gallaveitslu í Zurich tann 18. desember.
Neistin-KÍF 30-27 (18-15)
Jacob Larsen í serflokki
Neistin-KÍF 30-27 (18-15)
Brotskøst: Neistin 5, KÍF 6
Útvísingar: Neistin 7, KÍF 4
Diskvalifikatión: Neistin 1 (3x2 min), KÍF 2 (1 bein-
leiðis, 1 3x2 min)
Málskjúttar:
Neistin: Birgir Poulsen 8, Tróndur Kragesten 8 (2),
Blagoje Buha 6 (1), Dann Thorleifsson 5, Carl Herup
Olsen 2, Jóhan Brekkstein 1
KÍF: Damir Oros 7, Arnbjørn Hansen 5, Daniel Rapa
5 (1), Karl Johan Djurhuus 4, Gert Hansen 3, Petur M.
Poulsen 2, Teitur Joensen 1
FAKTA
H71-Kyndil 21-33 (9-13)
Kyndil av aftasta plássi
FAKTA
H71-Kyndil 21-33 (9-13)
Brotskøst: H71 0, Kyndil 5
Útvísingar: H71 3, Kyndil 2
Málskjúttar:
H71: Esbern Patursson 4,
Poul K. Dam 3, Gunnar Blá
berg 3, Tróndur Vatnhamar
3, Niels V. Niclassen 3, Dán
jal Tórgarð 3, Janus Søren
sen 2
Kyndil: Rókur Akralíð 9,
Hans Áki Dal Christiansen
7, Høgni Klein 5, Hjalti
M. Jacobsen 4, Ragnar
Stakksund 2, Hans Arni
Thomsen 2, Hanus Johansen
2, Janus E. Sørensen 2