fríggjadagur 1. desember 2006síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Ja góði, nú skulu vit
fara at hyggja í jóla
kalendanum og so skal
omma siga tær søguna
aftaná.
Trølla Pætur sat og
ótolnaðist á gamla træ
beinkinum. Hann stardi
inn í logan frá kertuljós
inum, sum spakuliga
brann niður ímóti eitt
talinum. Enn einaferð
fór hondin niðurí kaku
ílatið og hann fekk sær
eina afturat. Ummm,
hann elskaði nýbakaðar
trøllatossar við kráku
berjusúltutoyi! Men tær
seinastu
smákøkurnar
og allar molarnar skuldi
omman eiga. Tað var
jú hon sum hevði bakað
og gjørt alt so hugnaligt
í lítla og fjálga seyða
húsinum, sum var teirra
góða trøllaheim...
Á bróstinum inni í
køkinum hekk skeltið
“Hvat er eitt heim utt
an
trøllaommu”
og
uppiyvir skríninum, sum
nú var á tremum við
gávum og góðgæti, hekk
jólakalendarin 2006.
– OMMA, eg eri so
spentur. Sleppi eg at lata
upp nú?
– Ja, góði. Allarbesti
hjá ommuni. Vita nú hvat
spennandi er goymir seg
aftanfyri lúkuna.
Trølla Pætur var skjót
ur upp úr bonkinum og
prikaði fremstafingur inn
undir kantin á talinum.
– Omma, kom og
hygg. Ein fínur bilur. Ein
sovorðnan bil ynski eg
mær til jólar!
– Ja, góði, nú fáa vit
at síggja. Í dag skulu øll
hava fínar bilar, menn,
konir, trøll, ommir og
børn. Tað er næstan
bara Erling politistur
og Jógvan sum súkla.
Øðrvísi var tá omma var
barn. Tað er sooo langt
síðani at sjálvt jólamenn
vóru ikki vanligir í Føroya
tá. Men veitst tú hvat
jólamaðurin á Stórafjalli
sigur?
– Nei, fortel omma.
Hvat sigur jólamaðurin?
Trøllaomman
streyk
blídliga
Trøllapæturin
oman
eftir
teimum
mongu kjálkunum og
byrjaði at fortelja.
»Tað eru ikki allir jól
menn sum orka so væl
longur. Og Hvítaskegg,
sum í nógv ár hevur
gingið á Stórafjalli, sigur
at hann umhugsar at flyta
til okkurt annað land, har
børnini ikki eiga so nógv
og har tey eru glaðari
fyri gávurnar. Seinastu
jól fingu fleiri túsund
børn í Føroyum bilar í
jólagávu. Øll møgulig
sløg av bilum. Legobilar,
brandbilar, rasarabilar,
lastbilar,
sjúkrabilar,
oljubilar, kranabilar og
politibilar. Men næstan
allir bilarnir eru longu
brotnaðir. Og børnini
ansa ikki so væl eftir leik
unum longur. Tá omma
var lítil visti eg ikki hvat
bilur var fyri nakað”
Trøllapætur hugdi tor
trúgvin uppá ommuna,
sum ikki hevði nakað
koyrikort, men sum kort
ini dugdi bæði at koyra
motúrsúklu og lastbil. At
hugsa sær, at omman
einaferð hevði verið lítil
og at ongir bilar vóru í
Føroyum tá. Hann ætlaði
at siga nakað, men í
somu løtu helt omman
fram at siga frá...
“Tað vóru nógv trøll
sum ræddust, og rýmdu
langt niðan í fjøllini, tá
tann fyrsti bilurin varð
lossaður í land og fór
buldrandi eftir smala
vegnum. Men børnini
hildu tað verða óføra
stuttligt og runnu kát
aftaná bilinum. Nú eru
tað bara hundar sum
orka at renna eftir bil
um. Og eitt veit eg,
Trøllapætur, góði.... Í dag
koyra fólk so nógv í bili,
at tey missa gongulagið
og gloyma smakkin av
frískari føroyskari fjalla
luft....«
– Omma, minnist tú
hinaferð tú lánti ein
bil sum eksploderaði
á Oyggjavegnum. Tað
var eitt verri skili. Og eg
mundi brent mær halan.
– Oy oy góði Trølla
pætur. Ja, ikki allir bilar
eru at spæla við. Men
hvør veit, kanska fært
tú ein nýggjan og fínan
í jólagávu. Góða nátt.
Ein dagur verður aftur í
morgin.
Trøllapætur gleðir seg