mikudagur 6. desember 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 6. desember 2006
tíðindi
bilar
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Dodge Caliber:
Amerikanari til evropearar
Vanliga hava ameri
kanskir bilar ikki so
lætt við at gera seg
galdandi í Evropa,
men Dodge Caliber
sær út til at hava
góðar møguleikar við
síni stødd, rúmligheit
og evropeisku
koyrieginleikum
Bilar
Myndir: Jens Kristian Vang
Samstundis sum evropeisku
og asiatisku bilmerkini
taka alt størri part av ameri
kanska marknaðinum, gera
amerikanararnir eitt mið
víst arbeiði fyri at koma á
okkara marknaðir við bil
um, sum passa til okkara
lívsstíl. Dodge Caliber er
ein av hesum bilum.
Seinnu árini hava ameri
kansku
Chrysler,
sum
Dodge er ein partur av,
rættuliga lagt seg eftir at
gera bilar sum síggja annar
leiðis og avbjóðandi út. Í
so máta er Caliber einki
undantak. Talan er um ein
bil, sum fólk leggja merki
til í ferðsluni, uttan at hann
tó er so sermerktur sum t.d.
Chrysler PT-Cruiser.
Hóast Dodge Caliber ikki
er størri enn ein miðalklassa
evropeiskur MPV, sær hann
við fyrsta eygnakast størri
út við stórum kølaragittari
og lyktum í amerikanskum
stíli. Tað er eisini soleiðis at
DaimlerChrysler ynskja at
marknaðarføra bilin.
Talan er í veruleikanum
um ein rúmligan 5-persóna
bil við stórum viðførisrúm
ið upp á yvir 500 litrar.
Innrættingin er í ameri
kanskum stíli, og gott pláss
er við øll setrini.
Í Evropa fáast Caliber við
trimum ymiskum motorum,
tveimum bensin og einum
diesel. 1.8 litur bensin við
150 hk, 2.0 litur bensin við
156 hk, og 2.0 litur diesel
við 140 hk. Talan er um
ein Volkswagen turbodiesel
motor.
Bilurin er útgjørdur við
nógvum innbygdum trygd
arskipanum og hevur t.d.
antispinn, bremsuassistent
og ESP sum standard og
fæst við nógvari eykaútgerð.
Koyrieginleikarnir
bein
leiðis evropeiskir við t.d.
17” hjólum og strammum
undirvogni, sum geva bilin
um gott vegfesti, eisini við
ferð í svingum.
Dodge Caliber er eitt
annarleiðis alternativ til
evropeisku og asiatisku
MPV-bilarnar.
Caliber í bíligastu útgáv
uni við 1.8 motori kostar
219.000.
Frá Ivan Johansen Bilum
verður sagt, at langur
leygardagur verður tann 16.
desember, har fólk fáa høvi
at royna Dodge Caliber,
tann nýggja Citroen C4
Picasso og aðrar spennandi
bilar, ið eru á goymslu.
Motorurin
2.0 litur turbodiesel 140 hk
0-100 km/t
9,3 sek
Oljunýtsla
16,4 km/l
Dekkstødd
215/55-18
Stødd og vekt
Longd
441,5 cm
Breidd
180,0 cm
Hædd
153,5 cm
Vekt
1405 kg
Viðførisrúm
525 litrar
Prísur
Kr. 272.000 (umframt eykaútgerð)
Søluumboð
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo
Dodge Caliber 2.0 CRD
Dodge Caliber 2.0 CRD við
stórum kølaragittari og lyktum í
amerikanskum stíli..18” felgurnar
eru eykaútgerð
Instrumenteringin er bæði í evropeiskum og amerikanskum
stíli
Baklúka við innbygdum hátalarum. Viðførisrúmið upp á 525
litrar
22