mikudagur 6. desember 2006síða 47
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Trøllapætur hevði allan dagin
sitið og teknað og skrivað
jólakort. Og nú sat hann og
hugsaði um øll tey fittu og
góðu børnini, sum hann hevði
hitt runt um í Føroyum. Um
hann skuldi sent tekningar
og postkort til øll børnini,
sum hann og omman høvdu
heilsað uppá til konsertir og
í føðingardøgum, ja so hevði
hann verið noyddur at sitið
á halanum allan veturin við
blýanti og pappíri. Og tað
hevði Trøllapætur ikki orkað
og tímað. Nei, nú manglaði
bert at gera tekningina til Ossa
lidna. Trøllaspælibeiggin búði
í Frankaríki, so brævið skuldi
sendast í góðari tíð, um Ossi
skuldi hava tað áðrenn jól.
Omman lá á beininum og
snorkaði. Hann hevði stákast
og rokast allan dagin. Tað er
so nógv at gera uppundir jól.
Og omman er jú ikki heilt ung
longur.
–
Omma,
ooommmaaa
vakna nú!! Trøllapætur ruskað
í ommuna.
– Eg eri liðugur at skriva
postkort. Kom....
Trøllaomman
sprakk
úr
svøvni sum ein leysur fjøður.
Hon leyp yvir til jólakalend
aran og stillaði seg aftan
fyri Trøllapætur, sum longu
hevði funnið lúkuna við fýra
talinum.
– Hygg hvør er á myndini,
omma! Ein maður við stórari
tasku...
– Á, góðasti. Nú dugir
omma ikki ats iga hvør tað
er. Men eg síggi at hatta er
ein postmaður. Og teir kenna
væl trøllini og trøllini kenna
væl teir.
Trøllapætur hugdi spyrjandi
uppá ommuna, sum bíðaði
hann bert at trøllaomman
skuldi siga okkurt afturat..
“Ja, trøll og postmenn hava
síðani pakkar og brøv vóru
uppfunnin vitað av hvørjum
øðrum. Visti tú Trøllapætur, at
í gomlum døgum gingu post
menn javnan uppum fjøll við
brøvum, pakkum og bløðum?
Men altíð vóru tað fólkini í
smáu bygdunumi, sum fingu
pakka frá postmonnunum og
ongantíð var nakað spennandi
til trøllini. Hóast trøll tá í
tíðini ikki lósu bløð og brøv,
so vóru tey kortini firtin um,
at í posttaskuni ongantíð var
nakað til teirra. Og veitst hvat
hendi so?”
Nei, hvussu kundi Trølla
pætur vita tað? Og omman
helt helt at siga frá.
“Á trøllatingi við Hellisá blivu
trøllini samd um, at okkurt
mátti gerast. Og tað sum
hendi, varð, at trøllini rullaðu
steinar fyri gøturnar, soleiðis
at onki menniskja slapp fram
við uttan at skulu langar og
truplar umvegir. Rættuliga
skjótt fataðu postboðini, at
tað vóru trøllini, sum í nógv
ár hava rátt í fjøllunum, sum
gjørdu teimum ónáðir. Aftaná
tann dagin byrjaðu postboðini
at bera trøllunum pakkar og
tinganest. Og síðani tá hava
trøllini og postboðini verið
vinir ...”
Trøllaomman sá hvussu øll
oyruni á Trøllapæturi lurtaði.
“Í dag er alt so nógv øðrvísi.
Nú ganga postboðini ikki long
ur millum bygdirnar og fólkini
skriva ikki so nógv brøv og jóla
kort longur. Og jólapakkarnir eru
so stórir og tungir at teir mugu
koyrast við bilum....”
Trøllapætur var um at linka.
Meðan omman murraði og
fortaldi, sá hann fyri sær eitt
stórt pakkafjall av vøkrum
gávum við nærum øllum,
sum ein kann ynsktja sær.
Bleytir
pakkar
og
harðir
pakkar. Pakkar í alskins skapi,
fýrakantaðir, tríkantaðir og
rundir. Har var alt, sum eitt
fitt trøll kundi hugsa sær.
Meðan eyguni spakuliga duttu
saman pakkaði Trøllapætur út
nýggju jólaklæði og ein ein
fínan trølladunk við reyðari
hársápu.
hevði verið í aðrari verð,
leyp brádliga sum ein rakett
upp úr stólinum!
Tá trøllini vildu hava post