Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 237 - 7. desember 2006 tíðindi Á tíðindafundi í morgun legði Búskap­ar­ráðið fram búskaparfrágreiðing fyri 2006. Teir rópa varskó, men staðfesta eisini, at talan er ikki um nakað nýtt 6. oktober scenario. Vit prenta her ein samandrátt av frá­greið­ ingini, sum Búskapar­ ráðið hevur skrivað BÚSKAPAR­ FRÁGREIÐING Lagt til rættis: Rólant Waag Dam Myndir: Jens Kristian Vang Tað er hákonjunkturur í Føroyum. Arbeiðsloysið er á botni og vit kunnu vænta, at tørvurin á ar­beiðsmegi fer at elva til økt kostnaðarstøði. Hetta hevur við sær vikn­andi kapp­ingarføri hjá út­flut­ nings­vinnuni. Tað er neyvan sannlíkt, at búskaparvøksturin kann halda áfram við óbroyttari ferð – og við óbroyttari kós. Tað er neyvan tørvur á nøkrum ógvusligum til­ tøkum, men tað er tørvur á at tálma konjunkturin heldur enn at styrkja hann. Væntandi kommunal fíggjarstýring Tørvur er á, at bæði lands­ stýrið og kommun­urnar gera sítt til fyri at tálma konjunkturarnar – og ikki styrkja um teir. Tískil er skattalættin eitt skeivt tekin at senda út. Ein enn størri trupulleiki er tann vantandi fíggjarstýringin av kommunubúskapinum. Búskapurin hjá kommun­ unum eigur at verða um­fat­ aður av einari felags fíggjar­ rammu saman við lands­ kassanum. Lánifíggjaður vøkstur Væntandi fer útflutningurin at vísa eina lítla framgongd uppá 5 prosent og inn­flutn­ ingurin at vísa ein vøkst­ ur uppá ikki minni enn 20 prosent. Úrslitið er, at vit annað árið á rað hava eitt miljardundirskot á handilsjavnanum. Hóast vit ikki hava haldgóða vit­ an um hinar postarnar á gjalds­javnanum, tí tølini eru óviss, eru ábendingar um, at vit eru í ferð við at minkað um okkara netto­ áogn í útlandinum. Vøksturin í búskapinum er í stóran mun lánifíggjaður við veð í frívirðum, m.a. í sambandi við handil av virkjum, og serstakliga í sambandi við keyp og sølu av skipum og reiðaríum. Kapitaliseringin av fiski­ loyvum er eitt dømi um lántøku við veð í fram­ tíðar­veiðuni. Tað er sostatt greitt, at vinnan er í fer við at økja sín fíggjarliga váða. Økt skuld á húsa­ marknaðinum Eisini á húsamarknaðinum er skuldarbyrðan økt ógvus­ liga. Nýggir lánimøguleikar, við 10 ára avdráttarfríðum lánum, hava í fyrsta um­fari havt við sær eitt væl lægri byrjunargjald. Økta gjaldførið er hinvegin heilt ella partvíst vorðið til hægri húsaprísir og økta lánibyrðu. Teir nýggju láni­ møguleikarnir hava latið upp fyri møguleikum hjá húsaeigarum at taka lán, so at tað í veruleikanum er ilt at skilja millum íbúðarlán og onnur lán. Rentustuðulin avtakast Tað er eingin haldgóð grund­ geving fyri, at rentustuðul einans skal verða latin til íbúðarlán. Eisini tykist løtan at vera komin at taka støðu til, um vit framhaldandi skulu hava rentustuðul, og, um so er, hvussu stórur hann skal verða, tí tað er greitt at rentustuðulin kann gerðast ein stór útreiðsla fyri landskassan. Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum Lægri tunnilsgjald Tey politisku lokalfeløgini í Norðoyggjum hava biðið Kappingarráðið kanna, um prísurin fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin er rímiligur. Feløgini siga, at sambært roknskapinum hjá Vágatunlinum og metingum fyri Norðoyatunnilin skal skuldin hjá tunnilsfeløgunum avdragast yvir átta ár við fimm prosentum í renrtu. Politisku feløgini halda, av avdráttartíðin kann tvífaldast, so tað verður bíligari at brúka tunlarnar. Nýggja frágreiðing Landsstýrismálanevndin hjá Løgtinginum er ikki nøgd við frágreiðingina hjá vinnumálaráðnum um koyrikortini, sum Akstovan skrivaði út í heimildarloysi. Tí hevur nevndin nú biðið um eitt neyvari svar, hví Akstovan hevur latið ungfólki koyrikort til stóra motorsúkklu í stríð við kunngerðina, sum kom í gildi á nýggjárinum. Eitt nú vil landsstýrismálanevndin hava at vita, hví Akstovan brúkti 18 ára aldursmarkið og ikki 20, sum kunngerðin sigur. Tørvur er á at rætta kósina – og ferðina Nevndin í Búskaparráðnum: Kaj Johannesen, Jens Christian Justinussen (skrivari), Magni Laksáfoss og Jørn Astrup Hansen á tíðindafundinum í morgun