Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 7. desember 2006 29 tíðindi SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond Stutt sagt Røkke olju-sjeikur Norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke ætlar sær nú av álvara at fáa lut í teimum nógvu olju­ pengunum í Noregi. Seinasta vikuskiftið bleiv fyritøkan Aker Ex­­ ploration, sum Røkke eigur tveir triðingar av, góð­kend til at kunna hava rættindi á norska land­grunninum, og tað merkir, at fyritøkan kann fáa lut í oljuni í undir­grundini. Aker E­x­ ploration hevur longu tryggjað sær ein boripall, sum verður tøkur í 2008. Leigumálið skal eftir ætl­ anini galda í trý ár. Aftur uppsparing Drekka meiri Í juli ársfjórðingi drukku norðmenn 70,3 milliónir litrar av øli, og tað er 1,4 millión litrar fleiri enn í sama ársfjórðingi í fjør. Vínsølan vaks eitt prosent og var 15,2 milliónir litrar. Norð­ menn drekka eisini meiri brennivín nú enn í fjør. Í juli ársfjórðingi vórðu seldir 2,9 milliónir litrar av brennivíni, og tað var eitt lítið prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í 2005. Tá danska stjórnin á vári í 2004 samtykti ymsar skattalættar, bleiv tann tvungna uppsparingin sam­ stundis sett úr gildi, men nú hava embætisfólk í fíggjarmálaráðnum skotið upp, at hon skal koma aftur í gildi í 2008. Verður tað gjørt, merkir tað, at donsku skatt­gjaldararnir skulu aftur rinda eitt prosent av sínari inntøku í upp­­spar­ing. Danskir bú­ skaparfrøðingar siga seg kortini ivast í, at stjórn­ in fer at taka undir við uppskotinum. Teir vísa á, at tann tvungna upp­ sparingin hev­ur ongantíð verið av­hildin. Harafturat er fólka­tingsval í 2008, og tá plaga illa lýddar skip­­anir ikki at koma afturíaftur. – Bush roynir at spæla Churchill, men minnir mest um skiparan á Titanic (Neewsweek) Í gjár fekk Bush Baker-frágreiðingina um Irak. Hann hevur biðið um tvær afturat, men tað er ikki vist, at hann fer at lurta eftir teimum – Hetta er tað einasta tvørpolitiska tilmælið, sum tygum fáa, segði Lee Hamilton, tá hann og James Baker løgdu Irak- frágreiðingina fyri George W. Bush, forseta. Amerikanskir eygleiðarar siga, at Bush er noyddur at lurta eftir frágreiðingini og tilmælunum aftan á tann dygga ósigurin hjá rep­ublikanarunum á mið­ valinum fyri einum mánað síðani. Men teir ivast kortini í, hvussu stóran dent hann fer at leggja á tilmælini. Forsetin vil hava fleiri streingir at spæla uppá. Tí hevur hann sett eina nevnd við trygdarpolitiska ráð­gevanum Stephen Hardley á odda. Hon skal eisini geva forsetanum góð ráð um, hvussu USA skal laga sín politikk í Irak. Har­umframt fær forsetin eisini eina frágreiðing frá herleiðsluni. Eygleiðarar siga við News­ week, at helst fer Bush at taka eitt sindur úr hvørjari frágreiðing, men teir vænta, at hann fer at leggja stóran dent á, at hann er ein maður, sum stendur við sínar ætlanir. – Bush tykist hava gjørt av at spæla leiklutin sum ein Winston Churchill í 21. øld, støðufastur í teirri myrkastu tíðini, men nógvir amerikanarar síggja hann sum skipara á brúnni á Titanic, skrivar Newsweek. Misnøgd í Irak Í Irak eru teir politisku leið­ ar­arnir ikki serliga hugtiknir av innihaldinum í Baker- frágreiðingini. – Hetta er ein frágreiðing, sum skal loysa amerikanskar trupulleikar, men ikki teir iraksku trupulleikarnar, sigur sunnimuslimski politikarin Ayad al-Sammarai við Washington Post. Summir eygleiðarar halda, at Baker-nevndin hevur ikki tann neyðuga kunnleikan um tey fløktu viðurskiftini í Irak, og at tað sæst aftur í frágreiðingini. Teir vísa á, at tann shiamuslimski meiri­ lutin stendur sera spjadd­ ur, at kurdararnir einans hugsa um at fáa sítt egna ríki har norðuri í Irak, og at tað slepst ikki uttan um sunnimuslimarnar, hóast teir eru í minniluta. Nýggjar myndir geva vónir um, at lív er á gongustjørnuni Mars Amerikanska rúmdar­um­sit­ ingin NASA heldur seg nú hava fingið prógv fyri, at renn­andi vatn hevur verið á Mars fyri ikki so langari tíð síðani. Granskarar hava kannað nakrar myndir, sum rúmdarfarið Mars Global Surveyor hevur tikið, og teir halda seg hava funnið tekin um rennandi vatn, skrivar AP. Norski rúmdargranskarin Erik Tandberg sigur við Aft­en­posten, at myndirnar eru sera áhugaverdar, og at granskarar nú aftur fara at tosa um møguleikarnar fyri at finna lív á gongustjørnuni. Amerikanski lívfrøð­ing­ ur­in Bruce Jakosky sigur við AP, at myndirnar vísa, hvussu umráðandi tað er at halda fram við at kanna, um lív hevur verið ella er á Mars. - Hetta gevur okkum grund til at halda, at lív er har, sigur hann. Granskarar hava leingi verið av teirri uppfatan, at vatn var á Mars fyri nøkrum milliónum árum síðani, men tey seinastu úrslitini benda á, at vatn hevur verið har nýliga. Granskararnir hava millum annað samanborið tær nýggju myndirnar hjá Mars Global Surveyor við myndir, sum vórðu tiknar av sama økinum í 1999 og í 2001, og sum skilst er munur á teimum. Tann nógvi kuldin og tað lága trýstið á Mars gera, at vatn, sum kemur uppundan, verður skjótt til gass ella ís. Rennandi vatn á Mars Bush minnir mest um skiparan á Titanic Her hevur vatn runnið nýliga, halda amerikonsku granskararnir George W. Bush, forseti, ímillum teir báðar leiðararnar í Baker-nevndini, Lee Hamilton og James Baker.