Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 43

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Aftur ein dagur við regni og vindi. Men nú verður kaldari og næstu dagarnar fer tað at kava, segði omman. Og hon dugdi at skyna á veðrinum. Omman nýttist bert at ganga tríggjar ferðir rundanum trøllasmáttuna, ja so visti hon hvussu veðrið næstu dagarnar fór at verða.. Nú fór vindurin at koma høgt og fjallatindarnir aftur at gerast hvítir. Trøllapætur hugdi út ígjøg­ num gluggan. Dagarnir vóru stuttir og longu tíðliga um seinnapartin byrjaði at skýma. Men tað var so hugnaligt at síggja øll ljósini í bygdini og hvussu vakurt fólkini høvdu pyntað til jóla. Inni í trøllasmáttuni hingu vætrabørn uppií hillunum og í træbjálkum. Eisini í gomlu ljósakrúnuni, sum tip tip tip olduromman hevði átt, sveiggjaði ein lítil røsk vætragenta. Inni angaði av trøllamosa og trøllagrasi og omman og Trøllapætur vóru í góðum jólahýri. - Oy, oy oy, omma. Kom og hygg hvat er í kalendaranum! Trøllapætur hevði latið lúk­ una upp og glómur vóru í eygunum á honum. - Hygg, ein flúgvari, omma. Eg haldi hann er sama slag, sum tú lánti hinaferð vit vóru í Grønlandi. - O, minnist tú allarebsti hjá ommuni, minnist tú hinaferð vit vóru í Grønlandi? Trøllapætur fór brádliga at leingjast og hevði hug at tára. Hann hugsaði um Nósa, sum eitt summari fyri nógvum árum síðani var horv­ in. Hann var ongastaðni at finna í Føroyum. Tey høvdu fyrst leitað framvið landinum, men tá ið tey lántu hvør sín skutarabát mundi endað gal­ ið. Erling fangaði trøllini og stongdi tey inni í brummuni. Men omman fann uppá ráð og tey sloppu snildisliga út úr geglinum og flúgvandi allan vegin til Grønlands, har tey funnu Nósa á strondini í Nuuk. Og í huganum sá Trøllapætur eisini øll tey fittu grønlendsku børnini, sum hugtikin lýddu á Kular Røtur í Jólamannalandi og sum vóru garrvill tá ið omman á konsertini fór at spæla gittarrock....! Hann hevði bestan hugin at lokka ommuna at lána eitt flogfar og flúgva til Grønlands at vitja ølll sum hann kendi haryviri.? Men Trøllapætur mátti bíða til eftir jól. Aftur í morgin skuldi hann syngja og spæla fyri nógvum føroyskum børnum, og tað gleddi hann seg altíð til. Omman, sum eina løtu eisini hevði verið í aðrari verð, leyp brádliga sum ein rakett upp úr stólinum! - Tá tað hevur regnað 365 ferðir skulu vit fara til Grønland at ferðast. Tað skal omma lova tær! Trøllapætur smíltist glaður, men segði onki. Nú vildi hann allarmest av øllum hoyra ommu siga eina nýggja søgu. Og hesaferð var tað ivaleyst at verða um flúgvarar. “ Ja, góði Trøllapætur. Tá omma var lítil vóru ongi flogfør í Føroyum. Men ein trøllaabbi, sum búði á Slættaratindi royndi einaferð at byggja eitt flogfar úr fínum norskum rekaviði, havørnaveingjum og rivjabeinum av stórhvali. Ein góðan heystardag við nógvum og hørðum norðanvindi tveitti hann seg av hægstu rók og fleyg sum havhestur suðureftir landinum. Men eg haldi at hann orkaði ikki at baksa við vindinum og misti brátt flogið. Endin var at hann við nógvari ferð mátti neyðlenda ella kava í sundið norðanfyri Selatrað, har hann var nær um at drukna. Eitt ungt og vakurt springarapar, sum svam ein fríggingartúr í Sundalagnum, kom trøllaabbanum til hjálpar og svumu hann inn til lands, áðrenn tey kavaðu og hildu leiðina víðari. Eg haldi hvørki menniskju ella trøll kunnu læra at flúgva eins og fuglar. Men við góðum maskinum, ja so ber næstan alt til Trøllapætur. Ein skal bara tora og duga at trýsta á røttu knøttarnar. Men omma, hon dugir.... - Ja, omma hon dugir, hugsaði Trøllapætur, sum nú var á ferð í stórum rúmdarfari inn í dreymaland, ja heilt upp á mánan, sum kagaði forvitin uppum Stórafjalli, har trøll og børn av álvara vóru farin at gleða seg til at halda jól. Tá trøllaabbin fleyg