hósdagur 28. desember 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 238 - 8. desember 2006
Mánadagin verða
fyrstu atgongu
merkini til Summar
Festivalin sett til sølu.
Festivalurin næsta ár
verður enn størri og
betri enn undanfarin
ár, siga fyrireikararnir
Summar
Festivalur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mánadagin verða fyrstu
atgongumerkini til Summar
Festivalin 2007 sett til sølu,
men festivalurin kunnger
ikki nakran bólk áðrenn
jól.
- Vit hava nógv spennandi
á veg, og fólk vita jú, at vit
klára at skapa ein góðan
festival við nógvum góð
um tónleiki og góðum um
støðum annars. Vit kunn
gera tó ikki nakran bólk
nú, tí tað hevði næstan
verið synd at latið eitt stórt
festivalnavn drukna í jóla
meldrinum, sigur Steintór
Rasmussen, ein av fyrireik
arunum.
Uttanlands er tað eisini
vanligt, at festivalarnir seta
fyrstu atgongumerkini til
sølu uttan at nakar bólkur er
komin á plakatina – tað gera
danski Roskilde festialurin
og aðrir festivalar í ár.
Útbyggingar og
betringar
Summar Festivalurin bjóð
ar frá mánadegnum og fram
til seinasta dagin í hesum
árinum fólki at keypa viku
skiftispass fyri 595 krónur.
Frá 1. januar 2007 hækkar
prísurin.
- Hetta er eitt serligt
tilboð til okkara trúfastu
gestir, sum vit tíbetur hava
nógvar av. Tey, sum longu
hava gjørt av, at tey fara
á Summar Festivalin næsta
summar, kunnu keypa sær
atgongumerki fyri hendan
serliga prís, sigur Steintór
Rasmussen.
Summar
Festivalurin
setir 1000 atgongumerki til
sølu fyri lægsta prísin, og
atgongumerkini verða seld
á Shell-støðunum kring
landið.
- Tað gongur væl við
fyrireikingnunum
til
festivalin næsta ár. Vit
eru komnir longri, enn
vit plaga at verða hesa
ársins tíð. Hóast vit ikki
avdúka nakran bólk nú, so
kunnu vit vissa fólk um,
at tað verður ein rimmar
festivalur í 2007. Vit fara at
gera tøkniligar útbyggingar
av palli, ljóði og ljósi, og
vit fara eisini at betra um
festivalin á annan hátt, sigur
Steintór Rasmussen.
Summar
Festivalurin
hevur verið fyri støðugum
vøkstri seinastu trý árini,
og fyrireikararnir siga,
at teir ætla at liva upp til
undanfarnu festivalar.
Summar Festivalurin klárur við jólagávuni
Nýggjur muSICur
á alnetinum
Føroya harðasti og tyngsti tung málms bólkur SIC hevur
fyri stuttum útsett útgávuna av fyrstu fløguni hjá bólkinum,
men nú ber til at fáa eina smakksroynd.
Á myspacesíðuni hjá bólkinum er villi, harði og
ógvusligi sangurin Keep It To Yourself lagdur út. Lagið
er nakað av tí harðarsta og skitnasta, ið er komið út í
Føroyum. Larmandi deyðsmálmur, við frumskríggjum frá
Mikkjal Gaard Hansen, manninum, ið Karl Anton Klein
sáli, kallaði ta feitastu rokkrávøruna, ið vit eiga.
Vitjað SIC á myspace.com/sicsix6
nud
The Rasmus var eitt av stóru nøvnunum á Summar
Festivalinum í ár. Næsta summar fara onnur stór nøvn
at spæla í Klaksvík, og higartil hava heimshittini trivist
væl á Vágsbøi
Mynd: Gvøðny Gunnarsson