Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-28, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. desember 2006síða 56

‹ fyrra síða allar 56 síður

Tekstur á síðuni

56 Nr. 238 - 8. desember 2006 Hvussu fert tú at halda jól í ár? Haldi jól í Klaksvík heima saman við familjuni. Abbasonurin kemur úr Árhus, saman við mammu síni. Tað gleða vit okkum til. Tá ið børn eru í húsinum er alt meira jólaligt og hugnaligt – og tú hevur lættari við at vera barn, sum er tann meira hóskiligi leikluturin á jólum, har trúgvin uppá jólamannin, jólastjørnuna og Jesu- barnið aftur verður sett uppá prøva. Hvat etir tú til døgurða á jólum? Dunna er tað mest vanliga – onkran av døgunum ræst eisini. Tollaksmessudag hava vit altíð ræstan fisk og spik – speril og røtur afturvið. Hetta er siður úr Fuglafirði, har vit stundum ótu ræstan fisk á miðdegi jólaaftan, sum nokk er tað upprunaliga rættara. Hvat er tað besta við jolum? At vera saman við familjuni - og ikki minst saman við børnunum. Tað legst afturat við smáum børnum, so tey eru við til at gera jólini serstøk. Hoyra góðan tónleik. Hvat er minni gott við jólum? Ov nógv át og at ein fær ilt í pengapungin. Paradoksið við at geva gávur í hópatali og ikki at duga betur at samskifta við vinir og kenningar og sjálvur at vera ein størri gáva í dagligdegnum. Soleiðis kundu jólini kanska eisini vart longur. Hevur tú nakrantíð hildið jól uttanlands? Nei – men við tí kennskapi eg havi við m.a. Noregi, so kundi tað kanska verið hugnaligt at hildið jól norðalaga í Noregi við nógvum kava og brenni í peisuni ella brenniovninum. Hvønn jólatónleik dámar tær best? Jólasyrpuna hja Ólavi Øster til dagdvølju. Tá eg las niðri, sang eg nakrar ferðir Messias av Handel uppundir jól. Hetta sleppi eg at royna aftur í ár – Tað er rættur jólatónleikur, sum liggur leingi á. Hvat ynskir tú tær í jólagávu? Eina góða bók og hugna saman við kenningum og góðum fólki. At hugna sær við abbasoninum er serstakt. Annars vóni eg at jólini, saman við góðar hvíld kunnu leggja lunnar undir eina góða framtíð. Dávur Winther 3 4 5 4 0 0 NISSAN 4x4. NATURALLY CAPABLE. www.autoservice.fo PhotoCare klárar allar jólamyndirnar! 31 7 9 13 Dr. Jakobsensg. 12 FO-100 Tórshavn njac@kallnet.fo Telefon 47 81 70 NILAN: Ventila tións- verk við innbygdari hitapumpu TRYGGJAR GOTT INNIKLIMA VIÐ AT: • Tryggja støðuga útskifting av luftini • Hita frísku luftina, sum verður blást inn • Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini • Avmarka ovurviðkvæmið Verður uppsett av góðkendum montøri Vága Floghavn FO-380 Sørvágur tlf 35 88 50 Sertilboð 10. des. tilboð 10. des. tilboð 10. des. Taskur og handskar -20% Opið allan sunnudagin til kl. 22.00 Verður keypt av netinum á ergo.fo, verður latið 10% í avsláttri! J.C. Svabos gøta 6 · Tlf 315 777 ergo@ergo.fo · www.ergo.fo Pútan er úr heilsuskúmi. Vann prísin "Ársins keyp" í Onglandi 2004. PUTNAM høvdapúta