Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-11, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

–  Oy oy oy, omma. Tað er so stuttligt at spæla í kavanum. Tað skuldi verið kavi alt ári. Nógvur stórur hvítur tjúkkur kavi. Heldur tú ikki tað, omma?! Trøllapætur bæði spurdi og svaraði, ímeðan hann spark­ aði kavan av sær og fór inn  í trøllahúsið. Omman hevði skonkt sær ein heitan sterkan kopp av kaffi og lagt meira við í brenni­ ovnin. Svart kaffi er so gott ímóti trøllagikt, siga tey gomlu og vísu. Og teimum er gott at lurta eftir. –  Ja, fittasti Trøllapætur. Kavi og sól alt árið, tað hevði verið tað besta. Kavi í dag og sól í morgin, og kavi í gjár og sól í nátt...So høvdu øll verið glað! Trøllapætur visti ikki um hann skilti ommuna. Men tað hevði minni týdning og kanska var tað líka gott, at veðrið slapp at ráða sær sjálvum. Tí Trøll trívast í øllum veðri, eisini tá ið vindarnir ýla og  regnið oysir niður. Tá Trøllapætur hevði drukkið heita sjokulátumjólk og fingið hita aftur í kroppin, vildi hann sleppa at lata eina nýggja lúku upp í jólakalendaranum. Omman, sum var líka spent, fór upp á skammilin, har hon sá uppum tey nýggju høvd­ ini. –  Omma, hygg ein kava­ mað­ur! Trøllaomman sprakk niðurav skamlinum og at hyggja nærri eftir myndini. –   Ja, hasin kavamaðurin er fínur. Og tað er gott at hava nógvar kavavinir. Í Íslandi, Runavík og Kreta. Heldur tú ikki, Trøllapætur?! – Ikki Kreta, omma. Har er alt ov heitt hjá kavamonnum. Minnist tú hinuferð vit ferð­ aðust á einari heitari oyggj, har bandittarnir Anthoniu og Stampe búgva. Har skínur sólin alla tíðina og kavamenn tola ikki sól, omma. Kavamenn hava tað best í Føroyum um veturin ella í Jólamannalandi. Trøllaomman hugsaði um sín­ar barna­dagar tá ið kava­ fann­irnar vóru so høgar sum skipa­­mastrar og trøllini stutt­ leikaðu sær lupu skalv oman av homrunum. “Tað var mangan nógvur kavi tá ið omma var lítið trøll. Og uppi á fjøllunum gjørdu vit oftani  stórar kavamenn, sum hugdu yvir land og hav og sum sóust bæði í Íslandi og í Norra. Ein myrkan og trølsligan vetur fyri meira enn100 árum síðani var so nógvur kavi, at onki menniskja hættaði sær út frá trettandi til føstulávint.  Men trøll harafturímóti ræðast ikki kava og kunnu eisini rulla sum stórir kavabóltar oman eftir fjøllunum. Tann veturin spældu øll trøllabørnini í Før­ oyum saman. Vit tuskaðu og spældu í dølum og í líð­ um og so gjørdu vit ein risa­ stóran kavamann uppi á Slættaratindi. Trøllini í Hattarvík høvdu boyur og rektrø við sær, sum kavamaðurin fekk til eygu og nøs. Og ein lítil skitin og herlig trøllagenta í Hvalba, sum omma í gomlum døgum plagdi at beistast við, hevði uppí fullan føvning av koli við sær, sum vit brúkti til knappar í kavamannakotinum. Og minn­ ist eg rætt, so funnu vit ein rotnan árabát, sum vit settu á høvdið á kavamanninum, soleiðis at hann ikki skuldi vera hattleysur. Tað seinasta kvøldið, tá kavin spakuliga tiðnaði, og vit vistu at regn var í væntu, slóu vit ring uppi á fjallinum og vit dansaðu og kvóða til langt út á morgunin.  Næstu dagarnar minkaði kava­maðurin burtur í einki og hvarv so umsíðir. Fólk, sum ikki trúgva uppá trøll, undra seg yvir at ein bátur er strandaður uppi á fjallinum. Og søgurnar hava verið so mangar. Men eitt sindur løgin hava menniskju altíð verið.” Trøllapætur blunkaði yvir til ommuna, sum ætlaði hann at siga okkurt. Men eyguni duttu saman og í dreyminum fór hann at rulla kavabóltar og gera ein risastóran kavamann, sum skuldi standa úti alt ári. Ein fínur kavamaður