Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-11, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. desember 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 11. desember 2006 39 Fyrireika bilin til kuldan Hetta er tíðin við kulda, frosti og kava á vegnum. Flestu bilførararnir eftir umstøðunum í kavaveðri, og tað tykist, sum at fólk eru meira ansin og duga betur at halda ferðslureglar og lógir í kava. Hinvegin vísir tað so ofta, at fyrsti kavin ella lumpislig hálka kann føra til nógv ferðsluóhapp. Fyrst og fremst mást tú hugsa um at hava góð dekk á bilinum. Vetrardekk eru ein góð íløgu, tí tey stívna ikki í kuldanum og mynstrið gevur betri tak á kavanum. Vetrardekkini skulu verða undir bilinum allan veturin, og bleytara gummiblandingin ger, at vegtakið í vanligum veðrið eisini er betur. Tá ið hitin nærkast frostmarkinum fáa summir bilar trupulleikar við at starta. Hetta kemst ofta av, at fuktur ella skittur er á elektrisku lutunum. Her kann bøtast um støðuna við serligum spreyi, men best er við veruligar reingerðing. Síðani kunnu lutirnir spreyast við silikoni. Hygg eisini eftir, um nóg mikið av vesku er á akkumulatorunum, at battarípolarnir eru reinir og at káplarnir eru spentir fastir. Tá ið tað gerst kaldari í veðrinum, kanst tú fáa trupulleikar við at sleppa inn í bilin, tí lásið er fryst. Her kanst tú klára teg við at hita lykilin, men fyribyrging er betur. Frosttryggja lásini við serligum lásaspreyi, og smyr listarnar við silikoni. FO-900 Vágur · Tlf. 37 30 65 · Fax 37 39 34 · smija@post.olivant.fo VIT GERA STÁLKONSTRUK TIÓNIR, TRAPPUR O.A. ÚR VANLIGUM- OG RUSTFRÍUM STÁLI OG ALUMINIUM ...tín veitari innan stálarbeiði J.C. SVABOS GØTA 8 · FO-100 TÓRSHAVN TEL. 30 91 30 · WWW.STIKKAN.FO Nýtt í Føroyum BERT HJÁ OKKUM Nálatøvimaskina Ósabakkavegur · 410 Kollafjørður · tlf 42 14 05 Gávubúðin hevur røttu gávuna! Kvik Køkssentrið Hoyvíksvegur 65 100 Tórshavn Tlf. 31 24 80 Far. 51 24 80 Køkar & baðirúmsmøblar ...eisini gávulutir Fartelda Amilo Pro Centrino 1,73GHz