týsdagur 12. desember 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Trøllapætur hevði hostað illa
um náttina og best var at halda
seg innandura hendan dagin.
Tað var fjálgt og hugnaligt
at sita á bríkini og stara inn
í eldstaðin. Trøllaomman var
einsamøll í býnum og Trølla
pætur var so smátt farin at
ótolnast nær omman fór at
koma aftur.
“Bara hon ikki hevur gjørt
nakað býtt” mutlaði Trølla
pætur fyri seg sjálvan og
hugsaði
um
tær
mongu
ferðirnar Trøllaomman fann
uppá okkurt, sum ikki var
loyvt at gera. Einaferð hevði
hon lánt eina motorsúklu og
hann var tá sloppin at sita
uppi á aftanfyri. Tað hevði
bæði verið ein góður og ein
ringur dagur. Á veg oman úr
fjøllinum var Trøllapætur farin
uppum eitt hegn, men hann
var so óheppin at hann kroysti
halan og noyddist at fara á
sjúkrahúsið. Á, tann neyð, sum
tá var. Men omman var ófør
sum altíð. Hon kláraði bæði
sjúkraflutning og at binda
halan inn, soleiðis at hann
ikki fekk nakað varandi mein.
Ímeðan Trøllapætur soleiðis
sat og hugsandi, hoyrdi hann
eitt ljóð, sum kom nærri og
nærri.
V
R
U
U
U
M
M
M
B R U U U U U M M M M
RUUUUUMMMMM BUMMM
BUMMM
Hvat var hatta?
Trøllapætur leyp upp og
hugdi út ígjøgnum eitt lítið op
í trøllasmáttuni. Oy oy oy og
pílar í skot! Har kom omman
við fullari ferð niðan bakkan.
Hon stóð á einari stórari motor
sletu, sum larmandi ók ígjøg
num kavan.
– Hallóv hallóv, Trøllapætur.
Nú eri eg heima aftur, skrálaði
trøllaomman ovurfegin aftan
fyri róðrið. Hon parkeraði
ta løgnu maskina beint við
dyrnan.
Trøllapætur læt hurðina upp
og rysti við høvdinum.
– Omma, omman. Hvat
hvat er hatta fyri nakað?
– Hatta er bara ein kava
skutari... Omma hevði keypt
so nógvar gávur, at eg orkaði
ikki at sleipa allar til hús.
Omma sá skutaran uttanfyri
barnagarðin, og tá eg spurdi
ein litlan fittan drong um eg
kundi sleppa at lána hann,
nikkaði og smíltist hann. So,
tað var gamaní.
Trøllapætur visti, at nú var
aftur galið. Tað næsta varð,
at Erling politistur fór at leita
eftir kavaskutaranum og tað
fór ikki at verða gamansleikur,
um hesin varð funnin uttanfyri
trøllasmáttuni. Nei, tað mátti
ikki verða at omman endaði í
brummuni á jólum.
– Tú mást skunda tær at koyra
skutaran uppá pláss aftur,
omma. Ongin lítil drongur í
barnagarðinum eigur eina so
ógvusliga maskinu....!
Omman hugsaði so hárini
stóðu beint uppeftir høvdin
um.
– Ja, góði, so gera vit tað
meðni. Men fyrst mugu vit
bera jólapakkarnar inn og lata
lúkuna upp. So skal omma
drøna omanaftur í býin og
seta skutaran har eg tó....eg
meini, lánti hann.
Trøllapætur var ikki sørt
bilsin tá hann lat lúkuna upp.
– Hygg, ein stórt reytt háls
turruiklæð, omma!
Omman hugdi eitt sindur
forpøst at Trøllapætur, sum í
somu løtu hevði fingið eitt frá
líkt hugskot.
Hann kendi seg longu betri
og hann hostaði ikki meira.
– Omma, eg vil eisini sleppa
at royna at sita á kavaskutara.
Kom omma, lat okkum skunda
okkum, áðrenn Erling politist
ur verður boðsendur....
– Ja, góði. Tað er av allar
besta kavaveðri nú, og tú
aftur fingið reyðar og vakrar
kjálkar, vinur mín. Kom so fara
vit bæði ein túr í kavanum.
Trøllapætur helt fast í omm
uni. Og Trøllaomman dugdi at
koyra, eisini kavaskutara.
V R U U U U M M M M M M
VRUUUUUUMMMMMMMM!
Við ommu á kavaskutara