týsdagur 12. desember 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 12. desember 2006
37
Síðst í september yvirtók Niels Jacob Heinesen handilin PhotoCare í Dr. Jacobsensgøtu
í Havn. Ta fyrstu tíðina brúkti hann til at umbyggja handilin innan, og hálvan oktober
lat hann upp.
Sum allir fotohandlar selir PhotoCare myndatól, filmar, kort til digital myndatól og
annað, sum hoyrir einum fotohandli til.
Men PhotoCare er eisini annað enn ein fotohandil. Niels Jacob Heinesen sigur,
at hansara mál er at gera handilin til eitt stað til myndagerð og myndatøku. Í so
máta eru tey longu í gongd, tí í hesum døgum taka tey nógvar myndir til jólakort, tí
foreldur vilja ofta senda sínum næstu jólakort við mynd av børnunum. Bæði myndin
og kortið verða gjørd í handlinum.
Harafturat framkallar PhotoCare filmar og kort fyri fólk. Fyrr komu fólk við einum
filmi, sum hevði 12, 24 ella 36 myndir, men í dag hava tey flestu digitaltól við korti,
sum kann hava fleiri hundrað myndir.
Júst her hevur handilin í Dr. Jacobsensgøtu eitt serligt tilboð. Við einum digitaltóli
ber til at sletta myndir, um ein ikki hevur hug at goyma tær, men tá kann ein vera
so óheppin at trýsta skeivt, so ein kemur til at sletta allar myndirnar í kortinum.
Tað kann vera ein vanlukka, men í Photo Care hava tey útgerð, sum kann kalla tær
slettaðu myndirnar framaftur. Einasta treyt er, at fólk ikki hava tikið út yvir tær.
PhotoCare er limur í útlendsku innkeypsketuni av sama navni. Tvey fólk arbeiða
í handlinum.
PhotoCare kann bjarga slettaðu myndunum
Brá Klædnahandil
460 Norðskáli
Tel 42 27 27
Vit hava klæðini
til alla familjuna
Jól í MiðbýnuM
Mikudagin er Luciakonsert
í Norðurlandahúsinum
og Leikhúsjól í Sjón
leikarhúsinum.
Jólaskipið kemur á
Havnina leygar
dagin kl. 15.
Kunningarstovan
telefon 30 24 25
www.husamekling.fo
HÚSAMEKLING
Keyp og søla av fastari ogn
Vaglið • FO-100 Tórshavn • Tel 31 93 21 • Fax 31 93 31
Hús í Gæsugøtu í
Havn til sølu
Tel 42 22 70
Norðskáli
Stanley
Gávur
Leikur
Búnýti
Kvik Køkssentrið
Hoyvíksvegur 65
100 Tórshavn
Tlf. 31 24 80
Far. 51 24 80
Køkar & baðirúmsmøblar
...eisini gávulutir
PhotoCare klárar allar jólamyndirnar!
31 7
9 13
Dr. Jakobsensg. 12
FO-100 Tórshavn
njac@kallnet.fo
www.bilskrokk.fo
• Tryggingarskaðar
• Lakkeringar
• Upprætting av buglum
• Rustviðgerð
• Sveisingar
...og mangt annað
bilskrokk
...tá tú hevur ilt í bilinum
Slættanesgøta 9 · 100 Tórshavn · Tel 32 24 71
Fartel 21 24 71 · T-postur: bba@post.olivant.fo