mikudagur 13. desember 2006síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 13. desember 2006
35
lýsingar
Elektrikari
til SEV
Ert tú útbúgvin elektrikari?
Hevur tú evnir og áræði at seta teg inn í
framkomna tøkni?
Klárar tú at arbeiða undir trýsti í avmarkaða
tíð?
Kanst tú arbeiða sjálvstøðugt og taka røttu
avgerðina tá ið á stendur?
Kundi tú hugsað tær eitt starv sum elektrikari á
størsta elverkinum í landinum?
Svarar tú ja til hesar spurningar, er tað kanska brúk
fyri tær á veikstreyms- og teknikkdeildini hjá SEV.
Tú verður partur av einum toymi, sum hevur ábyrgd
av eltekniska útbúnaðinum á elverkunum og
koblingsstøðum kring landið. Tann ið settur verður
fer at verða knýttur at Sundsverkinum.
Sjálvandi hevur tú góð samstarvsevnir, og dugir at
málbera teg bæði í skrift og talu á føroyskum og
donskum.
Tú hevur fyrimun um tú:
• Kennir nakað til PLC og stýringar sum heild.
• Kennir til instrumentering og mátiteknikk.
• Dugir at fáast við teldu.
• Er næmur, vælgerandi og álítandi.
Um tú hevur førleikarnar kunnu vit bjóða tær:
• Eitt sera fjølbroytt arbeiði, har tú til tíðir fer at
arbeiða sjálvstøðugt
• Eitt arbeiði sum tú sjálvur er við til at
tilrættaleggja.
• Møguleika fyri bæði persónligari og fakligari
menning.
• Eitt gott arbeiðsumhvørvi har álit og hjálpsemi er
ein dygd.
Lønin:
Lønin er grundað á handverkaraløn við einum ískoyti
upp á 8% umroknað til eina fasta mánaðarløn.
Elfelagið SEV:
Felagið, tú fer at arbeiða hjá, er interkommunala
Elfelagið SEV, sum tekur sær av at streymveita allar
Føroyar frá og við elframleiðsluni og til endaliga
brúkaran. SEV hevur uml. 150 fólk í starvi, og á
deildini har tú fer at arbeiða, eru frammanundan
3 verkfrøðingar og 3 elmontørar.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at
venda sær til Terja Nielsen, deildarverkfrøðing ella
Finn Jakobsen, deildarstjóra á telefon 346800.
Umsóknir skulu saman við avritum av prógvum og
møguligum ummælum sendast Elfelagnum SEV,
postrúm 319, FO-110 Tórshavn, og skulu vera SEV í
hendi í seinasta lagi 2. januar 2007.
Tórshavn, tann 5. december 2006
Elfelagið
Lesið meira um starvið á www.torshavn.fo/leysstorv
Tórshavnar kommuna
Leyst starv
Pedagogur til Dagstovnin á Velbastað
Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30 til 40 tímar um vikuna at byrja 15. februar ella eftir
nærri avtalu.
Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Dagstovninum á
Velbastað, Norðuri á Heyggi 55, FO-176 Velbastaður, í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. desember
2006.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna Clementsen, stovnsleiðara, tlf. 218132.
Lesið
-so eru tit við!
Lesið
internet
Sosialin !