Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-13, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. desember 2006síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Trøllapætur gleddi seg til í morgin. Hann skuldi syngja fyri børnunum á Trølla­kambi, sum  var tann elsti barna­ garðurin har um leiðir. Og nú royndi hann at læra seg sangirnar uttanat. Hann gekk runt í trøllasmáttini og trallaði og trummaði sama ørindi umaftur og umaftur.   Trumm trumm tralla la Á jólum tá fara øll trøll at ganga um dalar og fjøll At trampa og vampa um bygdir og bý á jólatíð Oftani ynskti Trøllapætur, at hann hevði sama góða musikkoyra sum omman. Henni nýttist hvørki at venja gittar ella trummur. Ei heldur klaver ella harmoniku.  Omman dugdi kortini at spæla uppá øll ljóðføri. Hvussu hon ber seg at skilti ongin. Ei heldur trøllaomman sjálv. Hon hevði bara hesar trøllagávur og tær hevði hon neyvan fingið frá jólamanninum. Trøllapætur  royndi at sláa í eina gamla trummu, sum hann einaferð hevði fingið í føðingardag frá einum trummu­trølli, ímeðan hann taldi 1, 2, 3 og 4. TRUMM  TRUMM  TRALLA  LA!   Trøllapætur hevði nærum gloymt alt um jólakalendaran, tá ið omman helt fyri, at nú kundi hon gott hugsað sær at vita hvør dagur tað var. Trøllapætur slepti trummuni og leyp spentur yvir til omm­ una, sum stóð og grunaði yvir hvør lúka, ið nú stóð fyri tørni.  – Nú er tað nummar trettan, omma! Trøllapætur fekk fingurin inn undir lúkuna og boygdi pappinum soleiðis, at tey bæði kundu síggja myndina. – Hygg, ein gittar, omma. Ein rock and roll gittar. Næstan líkasum tú plagar at spæla uppá omma. Tað var løgið?! - Á, píkarill Trøllapætur. Ein spildurnýggj og fín gittar. Ja, handan kann ivaleyst spæla nógvar sangir. Tað dugir omma at síggja og hoyra bein­ an­vegin. Trøllapætur hugdi enn eina­ ferð at myndini og so uppá trøllaommuna. – Kann eg fáa eina gittar í jólagávu. So kann eg læra meg at spæla onkran trøllasang  og barnasang. – Á, góðasti Trøllapætur, besti hjá ommuni. Tú ynskir tær næstan alt í verðini. Og ALT kostar nógvar pengar.  Og trøllaommur arbeiða ikki úti á jólum, tað gera bara jóla­ menn. Trøllaomman streyk Trølla­ pæturi oman eftir teimum mongu kinnunum, og mussaði øll níggju høvdini góða nátt. – Jú, nú fáa vit at síggja. Hvør veit, kanska jólamaðurin hevur eina gittar í posanum. Men vit mugu bíða til jólaftan at vita hvørjar gávur vit fáa. Trumm trumm tralla la!