hósdagur 14. desember 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 242 - 14. desember 2006
tíðindi
Ein ógvuslig
og umfatandi
ferðsluvanlukka var
í Norðoyatunlinum
í gjárkvøldið.
Tilsamans 24 fólk
vóru partur av
vanlukkuni, har fleiri
komu illa til skaða og
ein lat lív. Tíbetur var
talan um ein venjing,
men tað kundi eins
væl verið veruleikin
VENJING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Ein syndarlig vanlukka
rakti Føroyar í gjár. Um
áttatíðina í gjárkvøldið
hendi eitt ferðsluóhapp í
Vágatunlinum. Eitt ógvus
ligt ferðsluóhapp við fimm
persónbilum
og
einum
bussi. Tilsamans 24 fólk
vóru partur av óhappinum.
Fleiri komu illa til skaða,
og ein lat lív.
Hetta kundi eins væl
verið veruleikin, og tað
vóru tað helst nøkur, sum
hildu, um tey hoyrdu og
sóu mongu sjúkra-, brand-
og politibilarnar ferðast til
og frá Norðoyatunlinum í
gjárkvøldið. Lukkutíð var
bert talan um eina venjing.
100 fólk luttóku
Ein umfatandi og ógvus
lig venjing, har omanfyri
100 fólk luttóku. Venj
ingarleiðari var danin Per
Teglegaard, og á tíðinda
fundi í morgun greiddi
hann frá venjingini í gjár.
Hann
og
Dávur
R.
Hansen, stjóri í Norðoya
tunlinum, søgdu, at sam
anumtikið kundi sigast, at
planleggingin av tilbúgv
ingini gekk væl.
– Talan var um eina stóra
venjing, og tað er trupult
at ímynda sær eina støðu,
har so nógv verða so hart
rakt, sum í venjingini í gjár
kvøldið, segði Per Tegle
gaard. Sjálvandi kann tann
dagur koma, har okkurt so
ógvusligt hendir, men Per
Teglegaard heldur, at tað
er so at siga óhugsandi við
eini ferðsluvanlukku, ið
umfatar 5 persónbilar, ein
buss og tilsamans 24 fólk,
har 14 komu sera illa fyri
og ein doyði.
–
Við
venjingini
í
gjár fingu vit roynt alla
skipanina, segði venjingar
leiðarin og nevndi millum
annað løgreglu, sløkkilið,
sjúkrabilar og sjúkrahús.
– Skipanin fekk seg av
álvara roynda, og sjálvt
sjúkrahúsini vóru partur
av venjingini, heilt fram
til at sjúklingarnir skulu
leggjast á operatiónsborðið,
greiddi Per Teglegaard frá í
morgun.
Dávur R. Hansen vísti
á, at ein annar partur av
venjingini var, at royna
samstarvið millum luttak
andi partar, og eisini í so
máta gekk venjingin væl.
Hesum var Per Teglegaard
samdur við Dáva í.
– Allir instansir sam
starvaðu væl og tað er posi
tivt, men eisini tey serstøku
viðurskiftini í tunlinum
stóðu sína roynd, segði Per
Teglegaard.
Frágreiðing í næsta ár
Tá tíðindafundurin byrjaði,
segði Per Teglegaard sum
eitt tað fyrsta, at óhappið
hendi í gjárkvøldið, og tí
var tað rættiliga avmarkað
av tíð teir høvdu havt, til
at eftirmeta venjingina.
Eisini skal ein umfatandi
frágreiðing skrivast frá
venjingini, har farið verður
niður í staklutir fyri at vísa
á, hvat gekk væl og hvørjar
ábøtur skulu gerast. Tí
ber illa til at siga nakað
yvirordnað um venjingina
sum so.
Tilsamans skulu 20 ymsir
partar
gjøgnumgangast
og her skal 80% vera væl
eydnað, fyri at úrslitið av
venjingini verður mett at
vera nøktandi. Frágreið
ingin um hetta fyrileggur
væntandi fyrst í komandi
ári.
Ógvuslig og umfatandi tu