Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-14, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. desember 2006síða 42

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tey smáu trøllini ganga ikki í vanligum barnagørðum, sum so nógv føroysk børn gera. Nei, tey krevja nógv meira pláss fyri at kunna leika í og tuska runt, uttan at gera skaða á hvørtannað. Á skuggasíðuni av Stórafjalli liggur Trølla­ kambur, sum er tann størsti og besti tussagarðurin í land­ inum. Trøllapætur og omman vóru farin í lýsingini frá húsum og upp undir døgurðamál vóru tey í Trøllakambi, har ein rúgva av garrvillum trøll­ung­ um komu tuskandi og róp­ andi ímóti teimum. Tey allar­ minstu trøllini, tey í Brúna­ helli og Gráahelli stóðu uppi við grótgarðarnar og bíð­aðu forvitin eftir ommuni og Trølla­ pæturi, sum eisini eru víðagitin millum trøll í Føroyum. Aftaná eina rimmar máltíð fóru trøllini, við ommuni á odda, at halda sær á gleim. Tá øll høvdu fingið nokk av leiki og levind fór trøllaomma at siga frá um Erling politist. Tað gjørdist so stilt í øllum Huldudalinum, at bert smá­ fuglarnir hoyrtist láta, og við víðopnum eygum og stívum oyrum lýddu trøllaungarnir á við stórum áhugum. Og trøllaomman fortaldi við einum lítlum skálkasmíli um tær mongu ferðirnar, Erling politistur hevði roynt at fanga hana og Trøllapætur. Og um hvussu oftani tey høvdu fingið skyldina fyri nakað, sum tey als ikki høvdu gjørt. Trøllapætur risti við øllum høvdunum, ímeðan hann greiddi frá, at tey bæði hava sitið í brummuni, men tíbetur altíð eru sloppin útaftur. Oy oy oy, tað mundi verið eitt verri skil.... – Men omma dugir, ja omma hon veit. Og so segði trøllaomman frá ferðini, hon við stavinum lirkaði lyklarnar frá einum snorksovandi Erlingi. Øll trøllini, sum høvdu lurtað so spent, flenti nú so hart, at tað rungaði eftir í homrunum. Men formanaði trøllaomm­ an. – Nei, fólk skilja ikki munin á at taka og lána frá hvørjum øðrum. Men eitt skulu tit vita, at teir ringastu bandittarnir kallast fyri Mafian. Ja, teir stjala frá børnunum og geva trøllunum skyldina. Trøllaungarnir hildu ondini, men tíbetur fekk søgan ein góðan enda. Trivið var nú í tað stóra trøllahittið “Da, da da” so sangurin rungaði í øll­ um Trøllakambinum. Tá ið omman og Trøllapætur komu aftur í trøllasmáttuna, var Trøllapætur so móður at hann hevði hug at leggja seg alt fyri eitt. Men so kom hann at hugsa um jólakalendaran og leyp upp av beinkinum. – Nú eru bert 10 dagar eftir til jólaaftan. Trøllapætur fór at vita hvat goymdi seg aftanfyri lúkuna. – Omma, kom og hygg. Handan mannin kenna vit. Hatta er Erling politistur?! Men hann sær ikki illur út á myndini. Tað man vera tí, at vit hava skikkað okkum so væl, heldur tú ikki, omma? - Á, jú besti hjá ommuni. Tú ert altíð so fittur og skikkiligur.... Trøllalív og trøllaleikur