Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 244 - 18. desember 2006 Tað er mikið spell, at royndin við Faroe Jet miseydnaðist. Øll kunnu væl uttan víðari vera samd um, at stórur tørvur er á kapping innan loftvegis flutning millum Føroyar og útheimin. Kapping er altíð av tí góða, og kapping er góð fyri brúkarararnar, einstaklingar og vinnulív. At fáa Faroe Jet stovnað og at reka felagið var eitt ódnartak. Leiðsla og manning gjørdu eitt megnararbeiði, og ferðafólk kendu seg sera væl umborð á flogfarinum. Tænastan var í top, og manningin í stýrhúsi eins væl og í kabinu var framúr dugnalig. Hóast dugnaskap og áræði megnaði Faroe Jet ikki kappingna við Atlantsflog. Onkur hevur rikið upp undir, at ein orsøkin skuldi verið tann, at Atlantsflog er eitt alment felag. Hetta kann ikki heilt afturvísast, og tað er als ikki ókent í Føroyum, at almennar fyritøkur eru í kapping við privatar fyritøkur. Hetta er eitt politiskt mál, sum vit enn ikki hava megnað at loyst. Vit vilja líkasum framvegis bæði hava almennar fyritøkur, sum vit bara kalla nakað annað. Hetta er ein stórur politiskur spurningur, sum vit ikki sleppa undan at taka støðu til. Hetta, at Faroe Jet er givið, er nakað av einum sorgarleiki, og tað fer at ganga long tíð, áðrenn nakar roynir aftur. Henda hending leggur eisini eina sera stóra ábyrgd á Atlantsflog. Tað er ein stór og tung ábyrgd at sita í eini monopollíknadi støðu. Hetta veri sagt, hóast vit væl vita, at Atlantsflog einsamalt ræður ikki yvir prísunum al tann tíð flogferðsla millum Føroyar og útheimin enn ikki er frí vinna. Men gongur sum ætlað, verður hetta frí vinna longu í 2007 og tá avger viðkomandi flogfelag sjálvt prísirnar. Samantikið var Faroe Jet ein sera áhugaverd roynd men fyri eigarar og stovnarar eisini ein vandamikil roynd. Henda roynd miseydnaðist tíverri, men tað tænir ongum endamáli at geva myndugleikum skyldina. Felagið var ikki nóg sjónligt frá byrjan av, og okkurt bilti við marknaðarføringini frá fyrsta degi. Sama ger nú – vit og mong við okkum harmast og halda, at hetta veruliga er almikið spell, at vit ikki varðveittu kappingina á flogleiðini til útheimin. Sosialurin Spell við Faroe Jet Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Tað er ikki sørt av mótsøgn, at Sjómannadagurin verður hildin í Føroyum, meðan nógvir fiskimenn eru úti á havinum. Mítt tilmæli er tí, at borið verið so í bandi, at fiskimenn eru heima henda týdningarmikla dag. Tað kundi verið gjørt í sam­­ráð við reiðarar, ella at mynduleikar setu full­ komiliga fiskibann henda dag. Íslendingar eru sera fegnir um henda dag, og seta hann so høgt, at tað er ásett við lóg, at íslenski fiskiflotin liggur henda dag. Fleiri og fleiri fiskimenn halda, at tað er uppá tíðuna, at teir fáa ein dag, har teir allir hava møguleika fyri at samlast, bæði til álvara og gaman. Tað hevði eisini verið sera høgligt, at havt tann stóra landsfundin hjá FF tá, tí tá høvdu nógvir fiskimenn verði samlaðir. So um undirtøka er fyri tí millum fiskimenn, eiga landsins mynduleikar, um at sýna okkara hart royndu fiskimonnum tann beina, at Sjómannadagurin verður løggildaður frídagur í Før­ oyum. Miðal livialdurin hækkar og hækkar. Forsøgnir siga, at okkara børn og ung­ dómur lættliga kunnu náa 100 árum, farast tey ikki av vanlukku. Hetta er jú gleðiligt, og tey, ið hava ávirkan, politikarar og fak­ felagsfólk, hava skyldu til at virka fyri, at fólk fáa eina virðiliga tilveru alt lívið. Hesin høgi livialdurin ger, at pensjónsarini blíva fleiri og fleiri. Kanska ein triðing av lívinum. Tíverri er samfelagið so órættvíst innrættað, at stættarmunurin ongastaðni er so stórur sum hjá pen­ sjónistum. Hetta skyldast fyrst og fremst, hvussu sterk ella veik fakfeløgini hava verið, ella hvussu dugnalig fakfeløg hava verið. Akademikarar eru óivað teir sum eru best fyri í so máta. Næstir eru vanligir funktionerar sum eftir eitt arbeiðslív eiga nógvar hundrað túsund á bók. Tað eru eisini tænastumenn, ið fáa 60 % av mánaðarlønini eftir eitt fult arbeiðslív. Pensjónsskipanirnar eru ym­iskar, og nógvar eru góð­ ar. Tíverri er tað so, at okk­ara sjómenn hava tað veikastu pensjónina í land­ inum. Og hetta eftir tað harðasta arbeiðslívið sum er. Hetta er onki minni enn ein katastrofa. Pensjónsmálið fari eg sum formaður at raðfesta allar ovast. Dan R. Petersen Sjómannadagur uttan sjómenn Jan Højgaard Pensjónsárini Nú hevur verið júkað upp í saman um samkynd og pargraf 266b í fleiri mánaðir. Niðurstøðan í fjølmiðlunum í Føroyum og uttanlanda er greið: “Tey kristnu í Føroyum eru intolerant og fundamentalistisk”. Men hvør er tann sum er “intolerantur og funda­ mentalistiskur”? Hvør er tann “frelsti” funda­mentalisturin sum kroyst­ir sína egnu “trúgv”, niður yvir onnur? Ein av hesum intolerantu fundamentalistunum, sum við lógini í hond kroystir sína egnu sannføring niður yvir onnur, er føroyska navna­nevndin. Í Føroyum er sum kunn­ ugt, ikki longur loyvt at kalla síni børn vanlig nøvn sum; Harry, Jack, Jenny, John o.s.fr., hóast hetta er loyvt í skandinavisku granna­londum okkara, sum vit evindeliga og altíð skulu samanlíkna okkum við, og sum eisini blivu tikin fram sum fyrimyndir, tá paragraf 266b skuldi broytast. Hví skulu málsligu funda­ mentalistarnir í føroysku navnanevndini hava loyvi til at diskriminera føroysk foreldur, sum ynskja at børn teirra skulu eita Jack og Claudia heldur enn Ormar og Gortra, við at nokta teimum hetta? Hvar er persónliga frælsið her? Telur føroysk bend­ingar­ læra minni enn bíbliu­ vers, tá tað kemur til dis­ kriminering? Bíblian má ikki brúkast sum grundarlag undir demo­ kratiskum lógarsmíði, siga tit. Er stavseting Hamm­ ershaimbs eitt betri juridiskt grundarlag í hesum høpi? Hví hoyrist onki til Am­ nesty International Føroya deild, tá tað kemur til ta diskriminerandi før­oysku navnalógina? Er tað ikki ein mannarættur at geva sínum egnu børnum navn? Tað má vera ein sjálv­ fylgja at tit somu politikarar sum løgdu uppskotið um uppískoytið til paragraf 266b vegna diskriminering fram, eisini fara at leggja uppskot fram um at broyta ta ógvuliga diskriminerandi føroysku navnalógina, so hon gerst demokratisk. Ella er tað kanska ikki pláss fyri fólki ið eita Jack og Claudia í tykkara sokallaða “toleranta” sam­ felag? Gleðilig jól. Verður diskriminerandi navnalógin nú eisini broytt? Tórshavn Dagfinn S. Højgaard