Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 244 - 18. desember 2006 ] Føroyar hava funnið sítt pláss í botninum Altjóða fótbóltssamgongan FIFA ger hvønn mánað upp, hvussu sterk heimsins fótbóltstjóðir eru. 206 lond eru við á listanum, og Føroyar eru eitt av teimum. Seinasta árið hevur tað gingið støðugt afturá hjá Føroyum á listanum. Føroyar vóru í síni tíð millum 120 tær sterkastu fótbóltstjóðirnar, men nú eru Føroyar nummar 185 á listanum. Hetta vóru Føroyar í seinasta mánaði, og hendan mánaðin standa Føroyar í stað á hesum plássi. Brasil er ovast á listanum, og síðani koma Italia, Argentina og Frakland. Fremsta norðurland er Svøríki, sum er nummar 14. Juventus-spælarar druknaðu Tveir ungdómsspælarar hjá Juventus druknaðu fríggjadagin í einum sjógvi, sum liggur á venjingarøkinum hjá felagnum. Sambært felagnum skuldu teir báðir spælararnir eftir einum bólti, sum var endaður á sjónum, men teir duttu sjálvir út í, og báðir druknaðu í tí sera kalda vatninum. Dysturin hjá Juventus, sum skuldi spælast um vikuskiftið, var avlýstur orsaka av syrgiligu vanlukkuni. VÍF vann tryggan sigur í Atlantic Airways kappingini, tá hoyvíkingar vóru á vitjan. Dysturin vísti, at talan var um eitt topplið og eitt botnlið MANSHONDBÓLTUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Toppur og botnur møttust í Vestmanna leygardagin, tá oddaliðið VÍF tók ímóti H71. Undan dystinum var VÍF greiður favorittur, men fyri bert eini viku síðani vunnu hoyvíkingar ein flott­an sigur á Neistanum. Tí var væntandi, at teir kanska aftur leygardagin fóru at leypa hvøkk á vest­ menningar. Hoyvíkingar tørvaðu stig­ ini, tí at teir skulu vinna seg úr botninum. Men VÍF skuldu vinna fyri at halda fast í oddinum, og tað var tí greitt, at VÍF fóru ikki at geva nakað burtur. Vælsmurt VÍF álop So bleiv heldur ikki, tí VÍF var snøgt sagt betra liðið. Teir løgdu hart út og vunnu sær trygga leiðslu. Álopið koyrdi væl, og í hálvleikinum førdi heima­ liðið heili 19-11. Hetta eru nógv mál at skora í einum hálvleiki. Verjan hjá hoyvíkingum megnaði bara ikki at steðga vælkoyrandi álopsspælinum hjá VÍF. Nú var støðið lagt fyri restina av dystinum, og H71 kom ongantíð nær við heimaliðið. Í seinna hálv­ leiki var munurin ikki so stórur á liðnum, og her var H71 heldur betur við. VÍF dovnaðu eitt sindur, sum vanligt er, tá ið eitt lið vinnur sær eina trygga leiðslu. VÍF økti tó eitt sind­ ur um leiðsluna í seinna hálvleiki, og endaliga støð­ an av dystinum gjørdist 36- 25 til VÍF. Sostatt var talan um stórsigur. Avbjóðing fyri framman Bestu málskjúttar hjá VÍF vóru Sámal Joensen, Agnar Joensen og Sjúrður Poulsen við 7 málum. Hetta vísir eisini breiddina hjá liðnum. Ungi Sjúrður Poulsen hev­ur veruliga bitið seg fast­an á liðnum, og hann spældi enn ein góðan dyst leygardagin. Hjá H71 fekk Esbern Patursson flest mál. Hann tveitti 7 ferðir bóltin í netið hjá vestmenningum. Við sigrium halda teir fast í oddinum, meðan H71 enn liggur á aftasta plássi. Teir skulu veruliga koma í gongd í seinnu hálvu. VÍF mugu eisini halda fram við góða spælinum, tí at skjótt verða stigini koyrd í helvt, og so verður enn tættari millum liðini. Javnleikur var einasta úrslitið, sum hvørki StÍF ella KÍF kundu brúka til nakað sum helst. Tó samdust tey um javnleik í einum jøvnum og spennandi dysti HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Leygardagin møttust StÍF og KÍF í Atlantic Aiways kappingini hjá monnum. Gongdin hjá StÍF hevur verið væl betri enn gongdin hjá gestunum úr Kolllafirði í ár, og undan dystinum var StÍF at finna á øðrum plássi, meðan KÍF lá á fimta plássi. Jólafrítíðin spøkti Fyrstu løtuna var dysturin óvanliga linur, serliga við tá hugsað verður um, at hetta eru tvey lið, sum vanliga dáma væl at spæla skjótan hondbólt. Tað kundi væl hugsast, at jólafrítíðin, sum liggur fyri framman, var í huganum á monnum henda dagin. Tað vóru tó vertirnir av Skálafjørðinum, sum fingu betru byrjanina. Dyst­urin var ikki nógvar minutt­ir gamal, so høvdu strandingar vunnið seg nøk­ ur mál framum, men so við og við hálaði KÍF inn á StÍF. Um miðjan hálvleikin stóð aftur á jøvnum, men enn var leikferðin einki serliga høg. Móti endanum av fyrra hálvleiki kom tó eitt sindur meir lív í leikararnar, og nú gekk skjótt frá enda í annan. Serliga KÍF tóktist hava funnið seg til rættis nú, og teir nýttu eisini høvi til at leggja seg á odda. Til tíðir var munurin tvey mál, onkuntíð trý mál, men tá liðini fóru til hálvleiks var bert eitt mál á muni. Tá var støðan 13-12 til gestirnar úr Kollafirði. Nógvir feilir Var fyrri hálvleikur linur, so kom veruliga gongd á spælið í seinna hálvleiki. Nú spældu bæði liðini skjót­ an hondbólt, og hetta gjørdi eisini, at liðini til tíðir gjørdu nógvar feilir. Stóran part av hálvleikinum vóru tað tó kollfirðingar, sum settu dagsskránna. Teir førdu at kalla allan hálvleikin, men munurin var ongantíð størri enn 3 mál. Tá fimm minuttir restaðu í av dystinum komu strand­ ingar fyri fyrstu ferð upp á javnleik í seinna hálvleiki, men enn einaferð vann KÍF seg aftur tvey mál fram um. StÍF kom tó upp aftur á janvleik, men tá 15 sekund vóru eftir av dystinum fekk KÍF aftur mál, og so førdu teir við einum máli. StÍF gjørdi tó sera skjótt av. Teir runnu í álop, og við einans 6 sekundum eft­ir, eydnaðist tað tí sera vandamikla Finni Hanssyni at javna. Eitt mál, ið koll­ firðingar eiga at iðra seg um. Endaliga úrslitið gjørd­ ist sostatt 29-29, og hetta úrslitið kundi hvørki av lið­ unum brúka til nakað sum helst, tí bæði høvdu ein javnleik í skjáttuni undan dystinum. Sostatt var hesin dystur sum eitt tap fyri báð­ ar partar. VÍF-H71 36-25 (19-11) Málskjúttar: VÍF: Sámal Joensen 7, Agnar Joensen 7, Sjúrður Poulsen 7, John Zachariassen 4, Ingi Olsen 4, Regin Joensen 4, Harald Bjørgvin 1, Rúni Joensen 1, Áki G. Olsen 1 H71: Esbern Patursson 7, Heini Bendtsen 6, Poul K. Dam 3, Janus Sørensen 3, Gunnar Djurhus 2, Christian Eli Zachariasen 2, Niels Viggo Niclasen 1, Freddie Poulsen 1 Útvísingar: VÍF 3, H71 3 Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen FAKTA StÍF-KÍF 29-29 (12-13) Málskjúttar: StÍF: Finnur Hansson 11 (1), Mortan Hansen 4, Leivur Justinusen 4, Andre Danielsen 4, Jakob Jónsson 3, Regin Didriksen 2, Bent Djurhuus 1 KÍF: Damir Oros 8 (1), Daniel Rapa 7 (4), Gert Hansen 6, Rógvi Weyhe 5, Niklas Reginsson 2, Mirko Milinkovic 1 Brotskøst: StÍF 2, KÍF 6 Útvísingar: StÍF 4, KÍF 4 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA VÍF-H71 36-25 (19-11) VÍF heldur fast í oddinum StÍF-KÍF 29-29 (12-13) Nyttuleysur javnleikur Vestmenningar vunnu tryggan sigur á botnliðnum úr Hoyvík