Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 244 - 18. desember 2006 ] ÍF ætlar sær at vinna 1. deild Fuglfirðingar noyddust í ár tungu leiðina niður næstbestu fótbóltsdeildina, men stendur tað til venjaran hjá liðnum, Jón Simonsen, skal felagið beina leið upp aftur í Formuladeildina. - Málið hjá okkum er at flyta uppaftur í Formuladeildina, og tað rokni eg avgjørt við, at vit megna – helst sum nummar 1, sigur hann við Norðlýsið ÍF-venjarin roknar við, at ÍF, B68, FS Vágar og LÍF fara at kappast um tey bæði uppflytingarplássini. Andersen setti met Danin Morten Andersen setti um vikuskiftið nýtt met í amerikanskum fótbólti. Andersen spældir fyri felagið Atlanta Falcons, og hann er sparkari hjá felagnum. Tað vil siga, at hann kemur bert á vøllin, tá ið bólturin skal sparkast í málið. Metið, sum danin setti, var, at hann nú er tann spælarin, sum hevur skotið flest mál í NFL. Morten Andersen tók metið, sum suðurafrikanarin Gary Anderson annars hevði. Dysturin millum Neistan og Kyndil í dag endaði við javnleiki 24-24. Neistamenn hildu seg hava vunnið dystin, men eitt mál varð strikað eftir síðsta bríksl. Hetta elvdi til mikið rok MANSHONDBÓLTUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Lagt var upp til ein spenn­ andi dyst leygardagin, tá ið Neistin og Kyndil hitt­ ust. Áskoðararnir fóru neyv­an skuffaðir til hús, tí talan gjørdist um ein sera spennandi dyst, har ið liðini skiftust um at vera á odda. Tað var sera javnt í byrj­ ani av dystinum. Neistin dróg tó frá móti endanum av seinna hálvleiki, og hálv­ leiksstøðan var 12-9 til Neistan. Tá sá tað ikki út til, at Kyndil skuldi koma inn aftur í dystin, tí at teir fingu als ikki alópsspælið at koyra. Læstu málið Jónleif Sólsker hevur helst givið sínum spælarum ein ordans uppsang í steðginum, tí at Kyndil legði fyri sum eitt óløgi eftir steðgin. Teir skoraðu 7 mál, áðrenn Neistin fekk sítt fyrsta í seinna hálvleiki. Hesa løt­ una stongdi málverjin Magn­us Matras púrasta Kyndla-málið. Hann fekk eisini góða hjálp frá einari framúrskarandi verju. Neistin fekk tó skjótt innheintað leiðsluna aftur, og munurin var ongantíð størri enn tvey mál. Hetta eyðkendi sum heild dystin. Tá ið annað liðið hevði vunn­ ið sær ein fyrimun, blakaðu teir leiðsluna burtur. Jacob Larsen í málinum hjá Neistanum spældi enn ein góðan dyst. Stóri mál­ verjin dugir veruliga at stilla seg rætt í málinum. Hann tók púra broddin úr skjúttunum hjá Kyndli, og serliga Rókur Akralíð hevði torført við at skora hjá danska málverjanum. Dramatiskur endi Tað var tó Rókur, sum legði Kyndil á odda 24-23 við fáum sekundum eftir. Neistin fór í álop, og Carl Herup gjørdist leysur. Hann skeyt tó við síðuna av, og Kyndlamenninir fegnaðust, tí at teir hildu seg hava vunnið dystin. Men dómarin hevði dømt brotskast, og hetta østi bæði Kyndlaleikarar og við­halds­ fólk. Áki Mørk skoraði uppá brotskastið, og so skund­aðu Kyndil sær í álop við einans 10 sekundum eftir. Men teir mistu bóltin, og Neistin fór í mótálop. Áki Mørk tveitti bóltin í mál, beint tá ið floytan ljóðaði. Talvan vísti 25-24 til Neistan, men tað var enn óvist, um málið var viðurkent. Neistamenn fegnaðust um sigurin, meðan Kyndla­ menn vóru í øðini. Fleiri áskoðarar løgdu uppí leikin, og kringsettu dómararnar. Hetta var sera óheppið, og menn vístu seg frá sínari ljótastu síðu. Dómararnir staðfestu javnleikin Høgni Klein hjá Kyndli fekk reytt kort fyri at hava loppið í ein Neistaleikara, tá ið teir vóru á veg í skjótálop í síðstu sekundunum. Annars var einki reytt kort givið í rokinum, tí at dysturin var liðugur, men væntast kann, at tað fær avleiðingar fyri onkran. 10 minuttir eftir seinasta bríksl gjørdist greitt, at dysturin endaði við javn­ leiki. Dómararnir mettu, at tíðin var farin, áðrenn Áki skoraði seinasta málið, og endaliga støðan gjørdist sostatt 24-24. Liðini vístu ikki so gott spæl, men tað var tó ein sera spennandi dystur. Rokið móti endanum var tó eitt lýtið fyri dystin. Ein av teimum spælarunum, sum fingu stóran leiklut í dystinum leygardagin, var Carl Herup Olsen hjá Neistanum. Hann kom inn og skoraði nøkur avgerandi mál. Carl Herup smæddist ikki burtur, hóast hann við sín­ um 18 árum var millum teir yngstu á vøllinum. Hann vann avgerandi brots­ kast­ið, sum gav út­javn­­andi málið. Hvussu upplivdi tú dyst­ in? Tað var ein røtt granna­ upp­gerð við spenningi, og menn vóru uppsettir. Tað gekk væl hjá tær. Hvussu er at koma inn og spæla ein týðandi leiklut í einum slíkum dysti? Tað var heilt fantastiskt. Tá ið tú spælir, hugsar tú als ikki um, hvørjum tú spælir ímóti. Men tað er stuttligt at klára seg væl í einari slíkari grannauppgerð. Tað gjørdist heitt móti end­anum. Hvussu upplivdi tú tað? Eg vann sjálvur brotskastið móti endanum. Eg haldi ikki, at eg vil siga nakað um tað. Málverjin hjá Kyndli er einans 18 ára gamal. Lars Black er skaddur, og tí lá stóra ábyrgdin á ungu herunum hjá Magnusi Matras. Hann kláraði seg sera væl og helt mangan lív í Kyndli. Týdningurin av dystinum tóktist ikki at ávirka Magn­ us. Hann heldur tað tó vera keðiligt, at teir ikki vunnu dystin. Hvussu upplivdi tú dyst­ in? Tað var ein góður dystur við spenningi og drama. Tað gjørdist eitt sindur heitt móti endanum. Ja, dómarin dømdi eitt brotskast, og eg dugi als ikki at síggja, hví hann dømdi tað. Síðani skoraði Neistin aftur, og vit hildu, at vit høvdu tapt dystin. Seinni vísti tað seg tó, at tíðin var farin, áðrenn síðsta málið varð skorað, og tí endaði tað við javnleiki. Hetta er fínt hjá okkum, tí at vit hava ongan javnleik spælt í ár. Tí telur tað ikki, tá stigini verða koyrd í helvt, um vit ongan javnleik spæla afturat. Er Kyndil á veg upp eftir stigatalvuni? Ja, tað er heilt vist. Um vit hava geistin, kunnu vit vinna á einum hvørjum liði. Trupulleikin er bara, at vit hava verið alt ov svingandi, og hetta var eisini galdandi í dag. Røtt grannauppgerð Kunnu vinna eitthvørt lið Málskjúttar: Neistin: Áki Mørk 5, Carl Herup Olsen 4, Helgi Michelsen 3, Blagoje Buha 3, Dann Thorleifsson 2, Roar Dalsgarð 2, Jugoslav Djumic 2, Tróndur Kragesteen 2, Birgir Poulsen 1 Kyndil: Høgni Klein 6, Rókur Akralíð 5, Hans Áki D. Christiansen 4, Hjalti M. Jacobsen 3, Janus Einar Sørensen 2, Hanus H. Johansen 1, Ragnar Staksund 1, Kenn Zachariasen 1 Útvísingar: Neistin 9, Kyndil 7 Reytt kort: Kyndil 1 Dómarar: Dánial Samuelsen og Heri Petersen FAKTA Menninir hjá Neistanum og Kyndli leiktu javnt í spennandi dysti um Havnina um vikuskiftið Mynd: Álvur Haraldsen Neistin–Kyndil 24-24 (12-9) Sigursmálið varð strikað