Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. desember 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 87 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 244 - 18. desember 2006 Jákup Mikkelsen heiðraður Seinasta vikuskiftið var landsliðsmálmaðurin Jákup Mikkel­ sen heiðraður av KÍ og Norðlýsinum. Í sambandi við fyri­ lestur hjá Jákupi, var ein mynd avdúkað, sum skal hanga á Café KÍ. Teksturin til myndina er “fyri málmansavrik, sum eingin annar føroyingur hevur megnað”. Áður hevur KÍ eisini heiðrað Toda Jónsson á líknandi hátt. Teir báðir klaksvíkingarnir hava vunnið danska meistaraheitið í fótbólti fyri ávíkavist Herfølge og FCK. Barcelona mátti lúta FC Barcelona tapti sunnudagin finaluna um heims­meistara­ heitið í fótbólti fyri feløg. Finalan ímóti brasilska liðnum Internacional endaði við 1-0 tapi. Barcelona hevði mesta spælið, men brasilska liðið gjørdi einasta málið í dystinum stutt fyri leiklok. Venjarin Frank Rijkaard segði seg eftir dystin var sera vónbrotin av at tapa finaluna, og at tapið mátti verða ein lærdómur fyri spælararnar. Neistin vann í dag 39- 23 á grannunum úr Kyndli. Sostatt halda tær fast í toppinum í sunset-kappingini KVINNU­HONDBÓLTUR Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Dysturin byrjaði sera javnt, og Kyndil kom á odda 7-4. Neistin kom tó aftur og løgdu seg á odda. Hesa løtuna steðg­ aði málskjótingin púra upp hjá Kyndli. Tí fór Neistin til hálvleiks við einari tryggari leiðslu uppá 19-9. Ferð á í seinna hálvleiki Í byrjanini av seinna hálvleiki dróg Neistin veruliga frá, og tað byrjaði at líkjast einum skrædli. Álopsspælið hjá Kyndli var tilvildarligt, með­an Neistin vísti gott spæl. Tær broderaðu seg gjøgn­um verjuna hjá kyndla­ kvinnum fer eftir fer. Tað var stuttligt at síggja flottu kombinatiónirnar i spæl­ inum. Nicoleta Radu Hansen spældi ein rimmardyst og skoraði 15 mál. Tað kom tó stígur í góða spælið hjá Neistanum. Tær fingu nógvar útvísingar, og hetta oyðilegði góðu rútm­ una í spælinum. Til endans gjørdist tó tal­ an um stórsigur. Endaliga støð­an gjørdist 39-23 til Neist­an. Sostatt styrkir Neistin um støðuna í oddinum, meðan Kyndil enn eina ferð misti stig. Neistin-Kyndil 39-23 (19-9) Neistakvinnur í góðum ráki Eingin stórvegis ivi var um úrslitið, tá Stjørnan vann tryggan sigur á VB í Sunset kappingini hjá kvinnum HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Stjørnan og VB eru tey bæði liðini, sum í løtuni liggja og elta oddaliðið, Neistan. Undan dystinum lógu liðini á ávikavist øðrum og triðja plássi, so umráðandi var hjá báðum liðum at vinna dystin henda dagin. Stjørnan hevði helst eisini nakað at prógva eftir heldur óvæntaða ósigurin í Vági fyrr í heyst. Javnur fyrri hálvleikur Gestirnir úr VB fingu betru byrjanina uppá dystin. Tíðliga í dystinum vunnu tær seg tvey mál fram um Stjørnuna. Hesa leiðslu hildu tær líka til miðjan hálvleik, men tá tók Stjørnan eitt ordans hál, og megnaði eisini at vinna seg fram við VB. Nú var Stjørnan heldur oman á, og seinna part av fyrra hálvleiki megnaðu stjørnuleikararnir eisini at økja eitt sindur um leiðsluna, soleiðis at munurin í hálvleikinum var fýra mál. Tá var støðan 13-9 til heimaliðið. Stjørnan fylgir oddaliðnum Í seinna hálvleiki byrjaðu gestirnir aftur betri, og tær hálaðu eitt sindur inn á Stjørnuna. Tá tær vóru tættast, vóru bert tvey mál á muni, men um miðjan seinna hálvleik hendi júst tað sama, sum í fyrra. Stjørnan fann rætta spælið fram aftur, og so gekk bara ein vegin restina av dystinum. Tá dómarin bríkslaði seinastu ferð vísti talvan 29-21 til Stjørnuna. Størsti munurin á liðunum var breiddin. Meðan Daiva var mest sum ein einmans­ herður hjá VB, so vóru fleiri av leikarunum hjá Stjørnuna, sum tóku ábyrgd henda dagin. Við sigrinum heldur Stjørnan fast í oddaliðnum, meðan VB hevur mist týð­ andi fet í oddinum. Stjørnan-VB 29-21 (13-9) Sannførandi stjørnusigur Stjørnan-VB 29-21 (13-9) Málskjúttar: Stjørnan: Joan M. Djordjevic 7, Alina Olaru 7 (3), Duria Christophersen 7, Simona Petersen 6, Bára S. Klakstein 1, Una Olsen 1 VB: Daiva Tuomaite 10 (2), Ivana Ljubicic 3, Laila Jespersen 3, Rannvá Augustinessen 2, Theresa Joensen 2, Jóna Thorsteinsson 1 Brotskøst: Stjørnan 5, VB 2 Útvísingar: Stjørnan 1, VB 4 Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr FAKTA Málskjúttar: Neistin: Nicoleta R. Hansen 15, Ása á Neystabø 6, Katja Eigemann 5, Heidi Maria Akselsen 3, Gunvá Brockie 3, Elin Staksund 2, Unn Kragesteen 2, Maria Dahl 1, Rakul Augustinusen Kyndil: Lina Andriulyte 8, Ronja M. Mikkelsen 5, Randi S. Wardum 3, Barbara Egilstrø 2, Bjørg Syderbø 2, Anja Heinadóttir 1, Eyðna Apol 1, Ann Petersen 1 Útvísingar: Neistin 4, Kyndil 3 Reytt kort: Kyndil 1 Dómarar: Dánial Samuelsen og Heri Petersen FAKTA Kvinnurnar hjá Neistanum vunnu í dag 39-23 móti Kyndli ítróttur