Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 3 - 4. januar 2007 Ein millión til at marknaðarføra Føroyar Bjóðið verðini vælkomnari til Føroya at ferðast. Søkið nú um stuðul og verið við til at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál! Ferðaráð Føroya bjóðar til samstarv um at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál. Til endamálið eru 1.000.000 kr. settar av til serlig marknaðarátøk. Milliónin skal nýtast soleiðis, at føroysk virki/feløg, ið fáast við ferðavinnu, kunnu søkja um stuðul til verkætlanir eftir »krónu fyri krónu« háttinum. Hetta vil siga, at umsøkjarin letur eins stóra upphædd til verkætlanina, sum stuðul verður latin frá Ferðaráði Føroya. Verkætlanir Minsti stuðul, ið verður latin einstakari verkætlan, er 50.000 krónur, og mesti stuðul er 250.000 krónur. Ganga fleiri saman um eina verkætlan, kann í serligum føri verða vikið frá hámarkinum, treytað av at verkætlanin er av slíkari stødd, at stuðul kann verða latin. Nýskapandi tiltøk hava fyrimun. Verkætlanir, har tvey ella fleiri virkir/feløg ganga saman hava eisini fyrimun. Verkætlanin skal ikki vera partur av vanligu marknaðarrøktini. Stuðul verður ikki latin til faldarar, uttan so at teir eru beinleiðis knýttir at verkætlanini, ið søkt verður um stuðul til. Tað ber til at samstarva við sambond uttanlands, men bert tann føroyski parturin í verkætlanini fær stuðul. Stuðulin verður útgoldin, tá ið verkætlanin er framd í verki. Upplýsingar Í umsóknini skal í øllum førum verða greitt frá: • endamáli • kostnaðarætlan • fíggjarætlan • tíðarætlan • samstarvspørtum Umsóknarblað Umsóknir skulu sendast Ferðaráði Føroya á serligum umsóknarblaði, ið kann takast niður frá www.tourist.fo og sum annars er at fáa frá Ferðaráði Føroya. Umsóknarfreist Umsóknarfreistin er 5. februar 2007. R E P R O Z Ferðaráð Føroya · undir Bryggjubakka 17 · Postsmoga 118 · FO-110 Tórshavn Tlf +298 355 800 · Fax +298 355 801 · www.tourist.fo Smyril Line bjóðar áhugavert og avbjóðandi starv, sum móttøkuleiðari í einum al- tjóða umhvørvi, har lyklaorð- ini eru: Ábyrgd Personlig avbjóðing Dygd Faklig menning Persónlig menning Smyril Line sóknast eftir fólki við receptionst útbúgving og gjarna royndir sum leiðari. Tað er krav, at umsøkjararnir duga væl enskt, hava góð samstarvsevni, góðan teldu - kunnskap og duga at arbeiða undir trýsti uttan at missa yvir litið. • • • • • Heilsuprógv fyri sjófólk krevst (ikki eldri enn 2 ár). Tað er ein fyrimunur at hava trygdarskeið (ikki eldri enn 5 ár). Løn og setanartreytir eru smb. galdandi sáttmála und ir FAS- skipanini við Føroya Fiski- mannafelag. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Umsóknir og CV skulu send- ast við telduposti til aðra av hesum tilskriftum áðrenn 15. januar 2007: crew@smyril-line.fo hotel.manager@norrona.fo Søkt verður eftir móttøkuleiðara til Norrönu at byrja skjótast gjørligt MÓTTØKULEIÐARI TIL NORRÖNU Smyril Line varð stovnað í 1982, og í dag selja og marknaðar- føra vit Føroyar, Ísland, Noreg, Hetland og Danmark um allan heimin. Høvuðsskrivstova felagsins er í Tórshavn. Eisini hevur Smyril Line skrivstovur í Hanstholm, Bergen, Reykjavík, Kiel og í Lerwick. Agentar eru í Svøríki, Finnlandi, Týsklandi, Eysturríki, Sveits, Benelux, Fraklandi og Italia. SMYRIL LINE · J. BRONCKS GØTA 37 · POSTBOKS 370 · FO-110 TÓRSHAVN TLF 34 59 00 · FAX 34 59 50 · OFFICE@SMYRIL-LINE.FO · WWW.SMYRIL-LINE.COM