Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-01-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. januar 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 31. januar 2001 15 14 Nr. 21 - 31. januar 2001 Tá tað kemur til peningaliga økið, er tað eingin av kapp- ingarneytunum hjá høvuðsstaðarfelagnu m, sum stendur teimum kurl FÓTBÓLTSPENGAR Jákup Mørk Eingin ivi er um, at FCK er mest múgvandi felagið í donskum fótbólti, og tað er so avgjørt heldur einki, sum bendir á, at hendan støða verður broytt seinastu tíðina. Í tíðindaskrivi í gjár boðaði leiðsla felagsins frá, at júst almannakunngjørdi hálvársroknskapurin vísir eitt yvirskot upp á 9,5 mió kr. Hetta er 2,4 mió kr. betri enn fyri sama tíðarskeið í undanfarna roknskaparári. Betraða úrslitið hevur eisini viðført, at vónirnar til ársúrslitið eru øktar, og nú verður roknað við, at hetta verður á leið 20 mió kr., sum er nakað betri enn tað, sum varð mett við árs- byrjan. 110 mió afturat Annars boðar leiðslan eis- ini frá, at felagið í løtuni arbeiðir við eini ætlan um at økja partapening felag- sins enn meira. Hesin skal ætlandi økjast við 70 mió.kr., og tá hetta verður gjørt til kurs 220, roknar leiðslan við, at felagið - umframt tær 70 milliónirnar í partapeningi – eftir hækkanina hevur á leið 110 mió kr. meira at arbeiða við. Henda upphædd sam- svarar eisini við ígongdver- andi arbeiðið við at leggja tak á Parkina. Sum kunnugt skal Parkin í ár verða karmur um melodi grand- prix, og er tað í hesum sam- bandi, at tak verður lagt á. Talan er um sonevnt skjótitak, sum – alt eftir veðrinum – kann vera drigið fyri. Arbeiðið hevur eisini við sær, at fyrsti heimadysturin hjá FCK í vár skal spælast á Brøndby Stadion, og hetta er so avgjørt ikki nakað, sum FCK viðhaldsfólkini eru fegin um. Hinvegin kunnu tey fegnast, tá um- byggingin er liðug, tí tá nýtast hvørki viðhaldsfólk ella leikarar at hugsað um veður og vind. Í Parkini verður í øllum førum turt. Á komandi olymp- isku leikunum verður strandarflogbóltur – beach volley – ein av formliga góðkendu ítróttagreinunum STRANDAR- FLOGBÓLTUR Lausanne, Sveits, 18. jan- uar 2001 - Altjóða Olymp- iska Nevndin, IOC, hevur staðfest, at strandarflog- bóltur skal roknast sum fullgildug Olympisk ítróttagrein frá OL í 2004 at rokna. Í einum brævi sum for- maðurin í IOC, Juan Antonio Samaranch, sendi til formannin í Altjóða Flogbóltssamgonguni FIVB, Dr. Ruben Acosta, verður formliga staðfest, at strandarflogbóltur verður at rokna sum fullgildug Olympisk ítróttagrein , frá Olympisku Leikunum í Athen í 2004 at rokna. Hesa avgerð tók starvs- nevndin í IOC í seinasta mánaði. Samaranch fegin “Eg eri fegin um at kunn- gera, at undir seinasta fund- inum hjá starvsnevndini í IOC, sum var hildin frá 11. til 13. desember 2000 í Lausanne, varð avgerð tikin um at staðfesta strandar- flogbólt sum Olympiska ítróttagrein”, skrivaði IOC formaðurin. Strandarflogbóltur fekk í 1996 innivist í Olympisku Leikunum í Atlanta sum ein royndargrein; - ein støða sum eisini var gald- andi undir OL í Sidney 2000. IOC byggir sína niður- støðu um at fullgilda strandarflogbólt sum OL- grein á tann alsamt vaks- andi mannatokkan, sum strandarflogbóltur hevur vunnið sær, og sum varð so dyggiliga staðfestur undir Olympisku Leikunum í Sydney 2000. Frederiksberg Volley, við trimum føroyingum á lið- num, taptu týdningarmiklan dyst um vikuskiftið FLOGBÓLTUR — KVINNUR Í DANMARK Tær tríggjar Alvilda Ólavsdóttir, Hjørdis Mortensen og Annika Joensen, sum leika í donsku elitudeildini við Frederiksberg Volley, tapt sunnudagin 3-1 ímoti HIK Aalborg. Fredriksberg Volley kom annars best frá byrjan, og vunnu tær fyrsta settið 25-19. Síð- ani mistu tær takið á dystinum, og leikti ong- antíð aftur, upp til tað sum liðið megnar. Tær tríggjar siga, at hetta var eitt afturstig í ætlanini at koma í semi- finaluna um dansk meistaraheitið, men málið kann tó røkkast enn. Vinna næsta dyst Men um málið skal røkkast, so krevst at tær finna tað gamla spælið fram aftur, sum tær hava víst í teimum undan- farnu dystunum, og at tær vinna tann næsta dystin, sum verður á útivølli móti Gentofte leygardagin 3.februar. Vikuskiftið 10.-11. februar skipar Ítróttarfelag Fugla- fjarðar fyri firma- kapping í Ítróttar- høllini á Kambs- dali. Kappingin er fyri øll virkir í Føroyum FIRMAKAPPING Tíðindaskriv Aftur í ár skipar ÍF fyri firmakapping í Ítróttar- høllini á Kambsdali. Undirtøkan seinasta ár, tá kappingini bert var fyri virkir í Eysturoynni, var góð, men fyrireikar- arnir hava hesa ferð valt, at lata virkir úr øllum landinum fáa møguleik- an at luttaka í kappingini um at gerast besta virki íFøroyum. Vinnararnir seinasta ár – og harvið besta virkið í Eysturoynni – var Alfa Seafood úr Fuglafirði. Kappingin um, hvat virki hevur bestu fótbóltsligu dygd- irnar í Føroyum, verður óivað størri hesaferð, tí vónandi verða tað fleiri av mongu virkjunum í Føroyum, sum fara at vísa tiltakinum áhuga, og meldað eitt ella fleiri lið til kappingina. Leikt verður við 5 monnum á hvørjum liði, og harav skal minst ein verða frammanfyri miðjuna, meðan leikt verður. Loyvt er at hava í mesta lagi einm skiftis- leikara. Leikt verður við hondbóltsmálum, og hevur aftuasti maðurin ikki loyvi at nýta hend- urnar, tá bólturin skal bjargast. Eitt, sum er vert at leggja til merkis, er, at hvørt lið kann í mesta lagi hava ein leikara, sum hevur leikt vi? 1., 2. ella 3. deild og/ella ung- lingum. Hesar treytir skulu fylgjast, og verður lið, sum ikki líkur hesar treytir, noktað luttøku ella eisini tveitt úr kapp- ingini. Heiðursmerki og steyp verður latið vinn- andi liðnum, meðan nr. 2 og 3 fáa heiðursmerki. Avmarkað tal av lut- takarum er til kapping- ina, so tað ræður um at gera skjótt av. Føroyingarnir taptu Besta virki í Føroyum FCK enn ríkari Flemming Østergaard hevur enn einaferð gjørt fíggjarliga gloppið niður til kappingarneytarnir hjá FCK enn størri Strandarflogbóltur: Endaliga viðurkendur sum Olympisk ítróttagrein Ungir sviar Svenski landsliðsvenj- arin er fegin um møguleikan at royna nakrar ungar og evnaríkar leikarar LANDSDYSTUR Jákup Mørk Hetta sigur venjarin, Lars Lagerbäk, við heimasíðuna hjá svenska fótbóltssam- bandinum, nú tað stundar til dystin móti føroyska landsliðnum. Dysturin verður sum kunnugt leiktur í annað kvøld. Svenski venjarin leggur dent á, at hetta avgjørt ikki er nøkur tilvildarlig roynd, tí vanliga føstu leikararnir ikki fáa frí, men haraftur- ímóti eitt kærkomið høvi hjá honum at síggja teir leikarar, sum í framtíðini fara at teljast millum evnini til ein fastan sess á A- landsliðnum. At spælararnir fara at kýta seg, nú teir hava fingið møguleikan, er heldur einki at ivast í. Lars Lagerbäck sigur víðari, at dysturin móti Føroyum er ein lands- dystur, eins og allir aðrir, og at hetta sjálvandi eisini er ein møguleiki hjá ungu monnunum at koma eitt fet nærri móti landsliðnum. – Sjálvandi hava hesir leikararnir somu møguleik- ar at vinna seg inn á A- landsliðið, sum allir aðrir leikarar hava, sigur venjar- in m.a. í samrøðuni. Umframt dystin móti Føroyum í kvøld, skal svenska liðið eisini spæla móti Finnlandi í NM-kapp- ingini. Hesin dystur verður leiktur longu í morgin. Tað kann væl hugsast, at fleiri av ungu spælarunum, sum eru við landsliðnum í Svøríki, heilt skjótt fara at teljast millum stuðulsspælararnar LANDSDYSTUR Jóannes Hansen Fyri aðru ferð skal føroyska fótbóltslandsliðið í kvøld royna seg í landsdysti í jan- uar. Fyrru ferðina, at lands- liðið var í eldinum í januar, var fyri einum ári síðani. 31. januar í fjør spældu Føroyar og Finnland í La Manga í Spania. Úrslitið var 1–0 til Finnland. Málið fingu teir í 57. minutti. Dysturin í Växjö í Svø- ríki í kvøld er søguligur, bæði tí at hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar og Svø- ríki spæla a–landsdyst, og tí dysturin er tann fyrsti nak- rantíð, sum føroyska liðið spælir undir taki. Tað hevur verið tosað eitt sindur um, um dysturin er altjóða skrá- settur, tí hann verður spældur innandura. Hesum hava vit ikki fingið greiðu á, men at hann stendur á heimasíðuni hjá FIFA man benda á, at altjóða fótbólts- felagsskapurin góðkennir dystin. Hetta er fjórði dysturin í NM kappingini, sum tað varð farið undir í fjør. Um- framt at tapa 1–0 ímóti Finnlandi, so taptu Føroyar 3–2 ímóti Íslandi á venjing- arleguni í La Manga í fjør. Tann dysturin varð spældur 4. februar. Triði dysturin var í Gundadali 16. august. Tá taptu Føroyar 2–0 ímóti Danmark. Sambært skránni eiga føroyingar at spæla á úti- vølli ímóti Noregi. Tað hev- ur gingið illa at fáa avtalu um, nær hesin dysturin skal spælast. Royndir spælarar Sjálvandi er føroyska liðið ikki væl fyri at spæla lands- dyst so tíðliga á árinum. Hvørki teir, sum spæla utt- anlands, og so yvirhøvur ikki teir, sum spæla í Før- oyum, eru í dystarvenjing. Útisetarnir í Íslandi – tað er enn ikki greitt, hvussu nógvir teir vera í ár – eru ikki komnir longri í venj- ingini, enn spælararniar í Føroyum. Teir, sum spæla í Føroyum, hava vant í tvær vikur. Útisetarnir í Hol- landi, Danmark og Noregi hava vant eitt sindur meiri. Føroyska landsliðsferða- lagið hevur nógvar royndir. Ikki færri enn átta spælarar hava spælt fleiri enn 25 landsdystir, og afturat hes- um eru spælarar við nógv- um royndum í at spæla fót- bólt uttanfyri føroysku landoddarnar. Her verður hugsað um Jákup Mikkel- sen, Sámal Joensen og Hans Fróða Hansen. Í kvøld verður sjøtul sett- ur á 14. árið, síðani Føroyar í 1988 fóru upp í altjóða fótbólt. Fleiri spælarar hava verið við so at siga alla tíð- ina, og tí man sannlíkið ikki vera so lítið fyri, at eitt ætt- arliðsskifti stendur fyri framman. Aldurin tyngir teir ikki stórvegis, men tað kann væl hugsast, at einir fýra ella fimm av spælarun- um, sum hava verið við í mong ár, ikki fara at vera á landsliðnum í fleiri ár aftur- at. Og so er spurningurin, hvussu tað verður við venj- aranum. Allan Simonsen hevur havt ábyrgdina av landsliðnum síðani 1994. Sáttmálin er galdandi inntil HM undankappingin verð- ur liðug í heyst, og tá skal støða takast til, hvussu tað verður við framtíðini. Ungu menninir Tað er stórur saknur í Johan B. Hansen og ikki minst Julian Johnsson. Teir hava báðir givið avboð, tí teir eru skaddir. Tað má roknast við, at hesir báðir fara at teljast millum landsliðs- stuðlarnar í nøkur ár aftur- at. At hesir báðir útisetarnir ikki eru við, eigur at gera tað uppaftur meiri upplagt hjá venjaranum at seta onkrar av minni royndu monnunum á vøllin. Allan Simonsen leypur ongantíð framav, og hann fer ivaleyst at seta ellivu royndar spæl- arar á vøllin frá fyrsta bríksli. Men tað er upplagt, at hesa ferð sleppa Andrew av Fløtum og ikki minst Súni Olsen at royna seg. Hesir báðir eru teir einastu í átjan manna hópinum, sum ikki hava roynt seg í altjóða skrásettum landsdysti. Higartil hava 70 spælarar roynt seg í 69 FIFA skrásettum landsdyst- um. Um tað fer at ganga, sum tað er roknað við omanfyri – altso at summir av mest royndu spælarunum ikki fara at vera við í fleiri ár afturat – so skulu nýggir spælarar setast við. Og tá man lítið vera at ivast í, at Súni Olsen og Andrew av Fløtum fara at teljast mill- um uppløgdu evnini. Fleiri aðrir spælarar, sum hava eitt sindur av lands- liðsroyndum, eru við í Svø- ríki. At teir av og á hava fingið høvið at royna seg, man boða frá, at venjarin roknar teir sum framtíðar spælarar. Her verður t. d. hugsað um Fróða Benja- minsen (6 landsdystir) og Rógva Jacobsen (7 lands- dystir). Fróði hevur verið millum teir fyrstu ellivu tríggjar ferðir. Merkisvert er tað, at hóast hann hevur spælt við í sjey landsdyst- um, so hevur Rógvi Jacob- sen ongantíð verið ímillum teir fyrstu ellivu. Síðani fyrst í nítiárunum hevur FSF arbeitt miðvíst við yngru landsliðunum. Ein av høvuðsmonnunum í hesum arbeiðinum hevur verið Jógvan Martin Olsen. Hann er hálparvenjari hjá Allani Simonsen, og ikki minst hjá Jógvani Martini man tað kennast hugaligt, at royndirnar at menna før- oyskar fótbóltsspælarar í altjóða høpi, nú fara at bera frugt. Royndirnar hjá yngru monnunum á altjóða pallin- um eru nógv størri enn tær vóru hjá Jens Martini og øllum hinum, tá teir í 1988 trinu inn á altjóða pallin. Ábyrgdin hjá ungu monnu- num er at vísa í verki, at íløgan hjá FSF hevur ikki verið nyttuleys. Nýtt ættarlið hómast í havsbrúnni Spakuliga eru nakrir av leikarunum, sum í fleiri ár hava verið á ymsu U-landsliðunum, nú farnir at troka seg inn á A-landsliðið Fyrsti finalisturin finnast Seinna hálvfinalan millum kvinnuliðini hjá Neistanum og VÍF verður leikt í kvøld HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir at menninir týs- kvøldið eftir evstamark okkara avgreiddu sínar hálvfinalur, fara kvinnur- nar nú at gera av, hvørjir partarnir í finaludystin- um í Coca-Cola kapping- ini skulu verða. Fyrru hálvfinalurnar eru leiktar, og í kvøld verður tann fyrra av seinnu hálvfinalunum. Dysturin stendur millum Neistan og VÍF, sum kl. 19.45 fara á vøllin í Ítr- óttahøllini á Hálsi. VÍF er uttan iva favo- rittur undan dystinum, men hóast eingin hevur staðið teimum kurl higar- til í hesum kappingarári- num, so kann roknast við einum spennandi dysti í kvøld. Neistin hevur sýnt stór framstig síðani jólasteðg- in, og harafturat tykjast skaðar at gera nakað um seg hjá VÍF, so tær taka neyvan nakað fyri givið mikukvøldið. Fyrri dysturin millum liðini var í Vestmanna fyri viku síðani, og vann VÍF ta ferðina 25-21.