Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 4 - 5. januar 2007 tíðindi Hóast skipini eru meira enn 45 ára gomul, vignaðist árið í fjør hampiliga væl. Tey fiskaðu 3.200 tons, sum vórðu seld fyri tilsamans 19,5 miljónir krónur, og tað er á góðari leið. Í umleið eitt ár hevur P/F Vár, sum eigur skipini, arbeitt við ætlanum um nýbygging, og nú eru útlit til, at sáttmáli skjótt verður undirskrivaður Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo P/F Vár, sum Tummas Christophersen og Dánjal Jacobsen í Vestmanna eiga, hevur í umleið eitt ár arbeitt við ætlanunum at byggja tvey nýggj skip fyri gomlu trolararnar, Nornagest og Kolumbus. Tað var eitt ár 1. sep­tem­ ber í 2006, síðan teir báðir keyptu meira enn 45 ára gomlu skipini av Sandi, og nú halda teir, at tíðin er komin til, at skipini verða skift út við nýggj skip. – Jú, vit arbeiða við byggiætlanum og hava í hesum sambandi biðið um tilboð úr Føroyum og Spaniu, sigur reiðarin. Ikki endaligt Tummas Christophersen sigur, at umbidnu tilboðini úr Spaniu eru úr Vigo, skipasmiðjuni M. Cies, sum eitt nú bygdi trolararnar Bak og Stelk, og sum nú byggir tveir trolarar aftrat til Føroya Fiskavirking, ið keypti P/F Beta. – Enn hava vit ikki fingið endaligu tilboðini, og tí hava vit heldur ikki tikið endaliga støðu til, hvar skipini verða bygd. Tummas sigur, at teir fegnir vilja byggja í Føroyum, um tilboðini verða kappingarfør við tey sponsku. – Tað vita vit ikki enn, og fyrr enn øll tøl eru komin á borðið, verður støða ikki tikin. Í løtuni bíða vit eftir teimum seinastu tølunum. Hann dugir í løtuni ikki at siga, nær P/F Vár fer at undirskriva sáttmála um skipabygging, men gongst sum ætlað, væntar hann, at tað verður í nærmastu framtíð. – Eg vænti, at vit vita meira um hetta at siga um nakrar vikur, leggur Tummas Christophersen aftrat. Gingið hampiligt Hóast Nornagestur og Kolumbus eru gomul skip, hevur tað gingið hampiliga væl, síðan vestmenningar keyptu tey. – Jú, tað hevur verið á góðari leið. Vit høvdu ein steðg í einar tríggjar vikur í árinum, sum fór, men hetta Nýggj skip byggjast fyri Nornagest o Reiðarin og skipa­ eigarin, Tummas Christophersen, heldur, at útlitini hjá upsaskipunum í ár eru góð, men hann heldur, at fallið, sum hevur verið á dollaranum, órógvar nakað Fiskaprísir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað kann vera skjótt upp og niður – ella aftur og fram – í fiskivinnuni. Mong dømi eru um tað, bæði hvat viðvíkur fiskiskapi og fiskaprísum. Tað eru sløk tvey ár síðan, at russisk skip lógu í Føroyum og keyptu smáan upsa, tí torført var at fáa líkinda prís fyri hendan fiskin her heima. Nógv var at fáa, og fiskurin var smáur. Í fjør vár stúrdu fólk í vinnuni fyri, at vit aftur fóru at fáa ein stóran trupulleika – og nú vildi landsstýrið ikki geva loyvi til, at russar komu higar til lands at keypa fisk. Men tað gekk betri at sleppa av við fiskin í fjør vár, enn mangur hevði roknað við. Góður miðalprísur Upsaprísurin, sum var í botni fyri tveimum árum síðan, hevur í farna ári verið góður. Orsøkirnar eru so mangar, men ein er, at upsin nú verður meira eftirspurdur enn áður. Tummas Christophersen, reiðari, heldur, at útlitini hjá upsaskipunum eru rímiliga góð. – Í dag liggur miðal­prís­ urin á upsa millum 5,25 og 5,85 krónur fyri kilo. Tað merkir, at miðalprísurin er fallin eini 50 oyru frá tí, at prísurin var bestur. Dollarin órógvar Reiðarin í Vestmanna heldur, at tað tó er eitt, sum órógvar hann eitt sindur, hvat prísútlitum viðvíkur. – Mær dámar ikki, at dollarin hevur verið fyri falli, og eg havi heft meg við, at fallið hevur verið eini 12% seinastu mánaðirnar. Seinastu dagarnar er dollarin tó hækkaður nakað aftur í virði. – Tað er ikki altíð, at prísurin á fiski er so neyvt tengdur at dollaranum, men eg kenni meg kortini trygg­ ast við prísgrundarlagið, tá ið dollarin er støðugur – og ikki fallandi, sigur Tummas Christophersen. Útlitini eru góð - men dollarin órógvar Útlitini hjá upsaskipunum fyri árið í ár eru rímiliga góð. Í dag liggur miðalprísurin á upsa millum 5,25 og 5,85 krónur fyri kilo. Tað merkir, at miðalprísurin er fallin eini 50 oyru frá tí, at prísurin var bestur. Myndin er tilvildarlig