Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 5. januar 2007 9 tíðindi Vestmenningur og Fram vórðu longdir í fjør, og hóast skipini vóru úr vinnu í einar tveir mánaðir, høvdu tey kortini eitt gott ár, tá ið samanum kom Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað eru Tummas Christoph­ ersen og Dánjal Jacobsen, sum saman eiga P/F Vár, ið eigur Nornagest og Kolumbus. Dánjal eigur har­umframt Vesturbúgvan og trolbátin, Skálafoss. Á hinari síðuni eigur Tummas Christophersen Vest­menn­ ing og Fram (sí mynd), sum P/F Miðalsbrekka eigur, og JFK eigur 10% av partapeninginum í P/F Miðalsbrekku. Gongur væl Tummas Christophersen sigur, at tað hevur gingið væl hjá Vestmenningi og Fram í 2006. – Skipini hava fiskað fyri tilsamans 37,3 miljónir krónur, hóast tey lógu í tveir mánaðir, tá ið tey vórðu longd á Tórshavnar Skipasmiðju. Reiðarin sigur seg vera væl nøgdan við gongdina hjá hesum báðum skipum í farna ári. Íløgan, sum P/F Miðals­ brekka gjørdi við leingjan, nýggjari ísskipan og øðr­ um ábótum umborð á Vest­ menningi og Fram, var til­samans 14-15 miljónir krón­ur. Skipini vórðu longd við 7,5 metrum. og Kolumbus Gongur væl Tað er P/ Miðalsbrekka, sum eigur Vestmenning og Fram, ið fiskaðu fyri tilsamans 37,3 miljónir krónur í 2006 Mynd: Vestmannakomm Vestmanna er serliga kend fyri sína trolvinnu – og samstarv um trolvinnu. Bygdin eigur skipaeigarar, sum duga at samstarva, og gott samstarv hevur eisini verið við til at reist á føtur P/F Føroya Trol. Um ikki so langa tíð, verður væntandi sáttmáli undirskrivaður um tveir nýbygningar, sum P/F Vár fer at byggja Mynd: Vestmannakomm. er ikki annað, enn roknast kann við, tá ið tú fæst við skiparakstur. Nornagestur og Kolum­ bus fiskaðu 3.200 tons í 2006, og veiðan varð seld fyri tilsamans 19,5 miljónir krónur. – Hetta er eftir um­støð­un­ um brúkiligt, og vit kunnu bara siga, at rakstrarliga hevur staðið upp og niður hjá gomlu skipunum, sigur Tummas Christophersen, reiðari. Fulltrúi í Løgtinginum Í umsiting Løgtingsins er eitt starv sum fulltrúi leyst at søkja. Arbeiðsuppgávurnar hjá fulltrúanum verða hesar: • Nevndarskrivari og løgfrøðiligur ráðgevi í 3 tingnevndum • Eftirkanna lógaruppskot og vera løgfrøðiligur ráðgevi hjá flokkum og tingmonnum í málum, sum natúrliga hoyra til omanfyrinevndu nevndir • At luttaka í vanligari málsviðgerð í umsiting Løgtingsins, og eru uppgávur hennara í stuttum hesar: - at taka sær av øllum umsitingarligum uppgávum Løgtingsins - at vera ráðgevi hjá Løgtingi og løgtingsnevndum í øllum løgfrøðiligum spurningum, herundir at ansa eftir, at øll mál eru løgfrøðiliga og málsliga røtt - at røkja skrivarauppgávur í Løgtinginum og løgtingsnevndum - at taka sær av skrivarauppgávum hjá Løgtingsins sendinevndum í Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum Í umsiting Løgtingsins arbeiða í løtuni 11 fólk, harav 2 løgfrøðingar. Tann, sum settur verður, skal hava lokið prógv í løgfrøði. Tann, ið settur verður, skal hava áhuga fyri politiskum og samfelagsligum viðurskiftum. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmála- ráðið og BLF. Tann, sum settur verður, má tola broytingar í arbeiðsuppgávunum. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Løgtingið, telefon 311000, Súsonnu Danielsen, stjóra. Umsóknir saman við prógvum, frágreiðing um størv frammanundan og møgulig ummæli skulu vera umsiting Løgtingsins, Tinghúsvegi 1-3, Postboks 208, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi týsdagin, 23. januar 2007, kl. 16.00. Løgtingið, tann 5. januar 2007 www.sosialurin.fo