fríggjadagur 5. januar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 4 - 5. januar 2007
Góði Bill!
Eftir at eg var í eini kjak
sending
nýggjársaftan,
hava bæði tú og Jenis givið
ilt av tykkum. Ikki so nógv
fyri tað, sum eg segði í
sendingini, men meira fyri
tað, sum tit kasta mær fyri
at hava sagt.
Jenis sigur, at eg saman
bar ”føroyingar við aðrari
hugsan enn hansara egnu
um samband millum átrúna
og politikk, við teir, sum í
Miðeystri m.a. senda seg
sjálvan og onnur ósek í
deyðan, bert fyri at vinna
fram politiskt.” Hetta passar
ikki.
Tú sigur meg hava ”snæv
urskygd, myrk og niður
gerandi sjónarmið um før
oyskar politikkarar, bara tí
at teir ikki taka undir við
umtalaða uppskoti” (altso
266b). Hetta passar heldur
ikki.
Tú umrøður Iran og
Afghanistan, upplýsir at
”hesi stýri kúga fólkið”, og
at ”dømi um vanligar revs
ingar eru at høggja hond,
fingrar, tungu, oyra ella
aðrar likamslutir av fólki”.
Og so sigur tú ”slíka skipan
sigur Sjúrður Skaale, at
nakrir føroyskir politikk
arar vilja hava at galda fyri
Føroyar.” Hetta passar held
ur ikki.
Tú sigur at ”Sjúrður helt
hánt um, at onkur hevði
endurgivið úr aðru Móse
bók”. Tað passar ikki. Og
so insinuerar tú víðari og
sigur, at ”um Sjúrður held
ur, at tað t.d. ikki skal vera
loyviligt at endurgeva úr
Bíbliuni, so fari eg at heita
á hann um at vísa mansmót
og siga tað hart og týðiliga”.
Men eg fari sjálvandi ikki
at siga nakað, sum eg ikki
meini.
Nú setir sólin sjáldan á
kvøldi uttan at bæði tú og
Jenis á degi hava sagt, at tit
standa á kristnari grund. Eg
haldi tað ikki vera serliga
kristiligt at siga meg hava
sagt ymiskt, sum eg ikki
havi sagt, og síðani í eini
yvirskrift kalla meg ”Tvitin
Sjúrður Skaale” fyri at
hava sagt tað.
Men sjálvandi – tað er
bara mín fatan av kristin
dóminum...
Okkurt segði hann...
Treyðugt so – okkurt segði
eg í hesi góðu sending, sum
kann tykjast ógvusligt. Og
nú skal eg greiða frá, hví eg
segði tað.
Eg segði m.a. at stríðið
um 266B gjørdist ein ímynd
av einum yvirskipaðum
stríðið um, hvat tað er fyri
samfelag, vit skulu hava.
Skulu Føroyar byggja á
virði sum opinleika, gjøg
numskygni, tolsemi og
frælsi hins einstaka, ella
skulu vit hava eitt samfelag,
sum kann fara at bera brá
av teokratiunum (presta
stýrunum) í Miðeystri.
Hetta segði eg ikki tí 266B
í sær sjálvum hevur nakran
týdning í hesum sambandi.
Eri sjálvur rættiliga skept
iskur mótvegis hesi lóg, tí
eg haldi hana ganga talu
frælsinum nóg so nær.
Tað vóru hinvegin tær
grundgevingar, sum einir
fýra-fimm politikarar á nei-
síðuni nýttu í kjakinum,
sum fingu meg at hugsa
um Miðeystur.
Tú sigur sjálvur, at í
teokratiunum í miðeystri
”galda lógir, sum byggja á
religiøsar skriftir, tulkaðar
av menniskjum.” Tað er
rætt. Og tað var júst slík
hugsan, ið ávísir politikarar
góvu til kennar, tá kjakast
var um 266B. Teir tóku sær
einarætt at tulka Bíbliuna,
og vildu hava eina ávísa lóg
at vera í samsvari við hesa
tulking. Teir smæddust ikki
við at siga, at onnur, ið ikki
høvdu somu meining, vóru
ímóti Gudi. Teir fóru enntá
so langt, at teir, í Guds navni,
hóttu við avleiðingum fyri
alt samfelagið, um teir ikki
fingu sín vilja.
Dømini eru mong, men tá
266B var til fyrstu viðgerð
í tinginum, kókaði grýtan
fullkomiliga yvir. Hesin
tingfundurin minti – serliga
tá Jenis av Rana hevði orðið
– meira um eina fríggja
dagsbøn í eini mosku í Iran,
enn um ein fund í einum
vesturlendskum
parla
menti.
Jenis segði, at stríðið fyri
rættindum hjá samkyndum
var ein ”uppreistur móti
Gudi”, og legði afturat:
”Sigið nei til hetta. Hetta
er roynt fyrr. Tað kendasta
dømi er tað, sum hendi í
Sodoma og Gomorra. Lat
okkum ikki uppliva tann
dagin, tá vit ganga sum
tey. (...) Hetta er alvorligt.
Hetta er ikki at spæla við.
Ætlar mann at fáa Gud úr
samfelagnum, so skal mann
vita, hvat mann fær í staðin
fyri. (...) Latið okkum
takka Gudi við at siga, at
í Føroyum skulu framvegis
Guds lógir galda.”
Tú veitst væl, Bill, at
hetta minnir meira um argu
mentatiónina hjá einum
imami í Pakistan, enn hana
hjá einum vesturlendskum
politikara. Atferðin hjá
fleiri monnum henda dagin
bar vissuliga brá av tí, vit
kenna úr teokratiskum lond
um.
Eg segði eisini, at teir
”taka Gud til gísla”. Tað
kanska ljóðar grovt – men
eg haldi ikki, tað kann
sigast mjúkari.
Ein avgudur
Ein annar grovur pástandur
hjá mær í sendingini var,
at tann ”gudur”, sum hesir
menn siga fer at revsa Før
oyar um vit viðurkenna
samkynd, er ein avgudur.
Ein avgudur sum er stoyptur
til eitt ávíst politiskt enda
mál.
Tað segði eg, tí tann veru
ligi Gud revsar einki land
fyri at virða og viðurkenna
samkynd. Tvørturímóti.
Nú trúgvi eg ikki at
Gud veruliga lønir lond
um eftir, hvussu tey fara
við samkyndum, men um
tað er so, so er Guds stiga
talva nett tann øvuta av
teirri stigatalvu, sum t.d.
Miðflokkurin heldur Gud
brúka. Í teimum londum,
har tey eru góðtikin sum
tað, tey eru, hava samkynd
fólk skapt frambrot innan
bæði búskap, tøkni, tónleik,
list og bókmentir. Hesi
teljast millum heimsins
fremstu lond.
Verri er statt í teimum
londum, at hugburður Mið
floksins til samkynd er ráð
andi...
At fólk hava fordómar
mótvegis samkyndum, er
væl skiljandi. Kann ikki
siga meg frían fyri tað
sjálvur. Men at turka hesar
fordómar upp á Gud og
kalla teir kristindóm, er eftir
mínum tykki blasfemi.
Teokrati er einaræði
Í umrøddu útvarpssending
segði Jens Wang, at hann
helt ikki Bíbliuna geva nak
að eintýtt svar uppá, hvørt
vit skulu siga ja ella nei til
266B.
Hesum eri eg púra samd
ur í. Skriftstøðini eru mong,
og møguleikarnir at tulka
óendaligir.
Men hugsa tær nú, Bill,
um ja-síðan í tinginum
hevði verið líka skammleys
sum partar av nei-síðuni,
og farið at grundgivið við
Bíbliuni. Hvat hevði so
hent?
Gud sigur nei! hevði onk
ur sagt.
Gud sigur ja! hevði ein
annar svarað.
Og tað ber jú ikki til. Gud
kann ikki siga bæði í senn.
Tá Gud verður spentur
fyri eina politiska meining,
er bara pláss fyri teirri einu
meiningini. Tað er orsøkin
til, at allastaðni har tað er
teokrati, er eisini diktatur.
Tá muslimarnir savnast
til fríggjadagsbøn, er bara
EIN imamur, sum sleppur
at útleggja, hvat Koranin
sigur um dagsins politisku
mál. Sjálvandi. Allah kann
jú ikki hava tvær ymiskar
meiningar.
Tí er tað so ómetaliga
vandamikið, tá politikarar
hefta spjaldrið ”kristiligt”
á sínar politisku meiningar.
Orðaskiftið skeiklast, tá
onkur pástendur, at hann
umboðar Guds meining.
Og tað kann vera til óbóta
ligan skaða. Ikki bara fyri
politikkin, men serliga fyri
kristindómin.
Irak-kríggið
Lat meg taka eitt dømi.
Í málinum um 266B hevur
Miðflokkurin ligið flatur
í stríðnum fyri teimum
”kristnu virðunum” og
ímóti tí, sum Jenis nevndi
”uppreisturin móti Gudi”.
Í 2003 var spurningurin
um Irak-kríggið fyri á løg
tingi. Ein meiriluti gjørdi
av at mótmæla krígnum.
Men Miðflokkurin og Fólka
flokkurin vóru ikki við. Tit
tóku undir við krígnum í
Irak.
Hetta kríggj er ein tann
størsta mannaskapta van
lukka, sum heimurin hevur
sæð í teirri nýggju øldini.
Umleið 700.000 menniskju
eru deyð, milliónir eru
flýdd; har er upploysn og
borgarakríggj. Alt álopið
bygdi á eina stóra lygn.
Og tað hendir við moralsk
um stuðli frá flokkinum,
sum sigur seg berjast fyri
Gud og kristindóm.
Sambært Miðflokkinum
sigur Gud altso ja til blóð
baðið í Irak, men nei til
266B í Føroyum... Sært tú,
at hetta er blasfemi, Bill?
Sært tú dupultmoralin?
Hetta ljóðar kanska eisini
grovt, men tað eru tit, sum
hava sett tykkum á tann
høga hestin, og tað eru tit,
sum draga Gud niður í tann
mangan skitna politiskan
bardagan.
Dálkaður kristindómur
Eg havi búð í Spania. Har
ráddi Franco í mong ár.
Katólska kirkjan var part
ur av stjórnini, og líkasum
blástemplaði allan poli
tikkin.
Hetta hevði við sær, at
kristindómurin varð identi
fiseraður við politikkin
hjá Franco – og tað gjørdi,
at mong kastaðu hatur á
kristindómin.
Eg havi upplivað tekin
um tað sama, nú føroyskir
politikarar so nógv og so
skammleyst hava misnýtt
kristindómin.
Í
einum
kjaki millum ung hoyrdi
eg ein tosa um ”tann for
bannaða kristindómin”. Eg
var heilt skelkaður, tí eg
helt ikki, at nakar kundi
siga so í Føroyum. Men
tá eg spurdi nærri skilti
eg, at viðkomandi kallaði
hugsanina hjá sonevndum
”kristnum” politikarum fyri
kristindóm.
Og hvat skal ungdómurin
halda, tá Bush kallar kríggið
í Irak eina ”krossferð”?
Hvat skal ungdómurin
halda, tá Óli Breckmann
í sjónvarpinum tosar um
”skógleysar dadluátarar”
í Irak, sum ikki hava tað
kristnu náðina, og mugu
hava nógv fleiri ameri
kanskar bumbur í høvdið
fyri at skil skal koma á?
Hvat skal ungdómurin
halda, tá Miðflokkurin
sendir tað signal, at kríggið
er kristiligt, men at tað er
ókristiligt at banna háðan
av samkyndum?
Hetta er tað, sum hendir,
Bill, tá kristindómur og
politikkur verða blandað
saman. Tá politikarar taka
kristindómin til gísla, og
siga seg umboða Guds
vilja.
Politikkurin tapir, tí logisk
argument verða skúgvað
til viks, og bíbliutulkingar
settar í staðin.
Og kristindómurin tapir,
tí hann verður drigin niður
í tað skitna politiska stríðið
um vald.
Tí segði eg vist eisini í
sendingini, at tey, sum hótta
kristindómin í Føroyum,
eru ikki tey, sum siga ja
til 266B. Tey, sum hótta
kristindómin í Føroyum,
eru tey, sum misnýta hann
politiskt.
At enda
Tú sigur í greinini, at eg
eri ”fryntligur og sum oft
ast skilagóður”. Takk fyri
tað. Og í líka máta. Haldi
avgjørt, at tú ert millum
okkara frægastu og skila
bestu politikarar. Men gott
hevði verið, um tú tordi
at taka greiða frástøðu
frá politiskari misnýtslu
av okkara siðaarvi. Kann
ikki hugsa mær at tú, inst
í sjálvum tær, tekur undir
við tí.
Tá Gud verður drigin í politiska runudíkið
Svar til Bill Justinussen
Sjúrður
Skaale
Nýggja kringvarpslógin er
komin í gildi, og eftir hesi
lóg velur politiska skipanin
4 limir og 4 varalimir. Sam
bær0t tíðindasending Kring
varpsins í dag segði Jógvan
Páll Lassen sakførari greitt,
vísandi til fyrisitingarlógina,
at 4 av teimum íalt 7 valdu
limunum vóru ógegnigir. 3
av teimum 4 limunum, sum
politisku flokkarnir hava
valt, umframt formaðurin
í nevndini, ið er valdur av
landstýrismanninum.
At samanløgdu almennu
loftmiðlarnir Útvarp og
Sjónvarp Føroya hava stóra
ávirkan á tíðindaflutning
og hugsunarhátt hjá tí ein
staka, er neyvan tvinnar
meiningar um. Tí verða tey
bæði orðini, gegni og óheft,
lyklaorðini í virksemi hjá
stovni og nevnd.
Ein kann tí freistast til
at seta spurningin, um tað
yvirhøvur kann bera til,
at politiska skipanin óheft
velur síni umboð.
Valið varð politiskt. Teir
4 stóru flokkarnir fingu tað
umboð valt til fastan lim
í Kringvarpsnevndini, ið
teir høvdu sett sum nr. 1.
Hinir báðir flokkarnir fingu
eykalim.
Tað varð gjørt greitt, tá
Kringvarpslógin var til
viðgerðar, og hetta fyrsta
royndarvalið hevur staðfest,
at tað er alneyðugt, at
Kringvarpsnevndin
er
so óheft sum til ber. Hin
møguleikin er at ásannað
veruleikan, broyta lógina,
og økja talið av limum, ið
flokkarnir velja til 6. Tá
kunnu eisini teir smærru
flokkarnir velja ein nevndar
lim, og vit fáa politiska
javnvág í skipanina.
Val av Kringvarpsnevnd
løgtingsmaður
Kári P.
Højgaard
viðmerkingar