fríggjadagur 5. januar 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 - 5. januar 2007
19
tíðindi
Løgmaður heldur
tað verða nøktandi,
at 31 prosent kennir
seg sum ein part av
visjónini. - At 42
prosent siga seg hava
kjakast um visjónina,
vísir, at hugtakið
hevur fest í.
Visjón 2015
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hóast tølini verða tulkað
á ymsan hátt, alt eftir hvør
lesur tey, so sigur løgmaður,
at hann framvegis ikki er í
iva um, at tað var rætt at
seta Visjónsætlanina í verk.
- Tað var absolutt rætt
við visjónini, tað ivist eg
onga løtu í. Tí, um bara vit
fáa fólk at hugsað longur
inn í framtíðina, enn vit eru
von við her á landi, so er
visjónin eydnast og nógv
vunnið, sigur løgmaður og
vísir á, at vit hava lyndi
til, at lata hovsa-loysnir og
rákið stýra okkum, í staðin
fyri at stíla eftir at vera
best.
Í kanningini siga 12 pro
sent seg trúgva uppá, at
vit verða fremsta samfelag
í heiminum í 2015. Er løg
maður nøgdur við hetta?
- At bert 12 prosent
trúgva uppá, at Føroyar
verða eitt av heimsins
fremstu
samfeløgum
í
2015 prógvar júst, hvussu
stórur tørvur er á, at vit
seta okkum sum mál, at
gerast heimsins fremsta
samfelag, sigur løgmaður,
sum vónar, at Visjón 2015
hevur við sær, at minst 80
prosent av fólkinum fer at
trúgva uppá, at vit kunnu
gerast heimsins besta land,
sigur Jóannes Eidesgaard,
løgmaður. Kanningin vísir
eisini, at 42 prosent siga seg
hava kjakast um visjónina.
Hann vísir á, at tá 42
prosent siga seg hava kjakast
um visjónina, vísir hetta, at
hugtakið hevur fest í.
- Hetta er eitt sera høgt
tal, tí tað er sjáldsamt, at so
stórur partur av fólkinum
hevur áhuga fyri einum
politiskum
evni,
sigur
Jóannes Eidesgaard.
Kenna seg uttanfyri
Í kanningini siga 60 prosent
seg ikki kenna seg sum
ein part av Visjón 2015.
Er hetta tal nøktandi fyri
løgmann?
- Vit kunnu venda tí
við, og tá síggja vit, at
31 prosent, ella triðihvør,
longu kennir seg sum ein
part av visjónini. Hetta er
ótrúliga nógv og eitt rætti
liga stórt tal fyri meg, sigur
løgmaður, sum vísir á, at
arbeiðið
higartil
hevur
verið á einum politiskum
stigi og at ongin almenn
tiltøk hava verið.
- Hetta er í roynd og veru
ein løgin spurningur, tí
vanligi føroyingurin hevur
ikki verið beinleiðis við
enn. Men tá so nógv fólk
úr øllum samfelagsbólkum
eru uppi í arbeiðinum, so
fara vit vónandi at røkka
nærum øllum, sigur Jóannes
Eidesgaard.
- Fyrireikingarnar til
Visjón 2015 eru enn í
gongd, og tað er tí ikki er
so løgið, at 60 prosent ikki
kenna seg sum ein part av
henni, sigur løgmaður.
Men hvat er tá endamálið
við visjónini?
- Visjónin skal verða
ein samfelagsmanualur til
politisku skipanina at taka
støðið í og at fáa íblástur
frá. Ikki bara hjá sitandi
samgongu, men minst líka
nógv hjá komandi sam
gongum, og eg ivist ikki
í, at visjónstilfarið verður
ein týðandi liður í komandi
samgongusamráðingum,
greiðir Jóannes Eidesgaard,
løgmaður frá. Og hann
sigur víðari, at:
- Eg vil síggja tann politik
ara, sum torir at taka lívið av
visjónsarbeiðinum, tí ongin
rættsiktaður politikari fer
at skjóta góðar ætlanir í
sænk.
Úti millum fólk
Løgmaður sigur seg fegnast
um, at hvussu fólk og feløg
taka hugtakið til sín og seta
sær mál fyri framtíðina.
- Hetta er júst eitt av
endamálunum við visjónini,
at vit her á landi læra at
seta okkum mál og at miða
móti teimum. Tá er tað ikki
avgerandi, um ítøkiliga mál
ið verður rokkið, tí sjálv
mannagongdin við at hava
eitt mál at miða eftir, eigur
at vera drívmegin, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Men framvegis er tørvur á
at fáa boðskapin út, hvussu
ætlar landsstýrið at tað skal
gerast?
Strategibólkarnir
gera
upplegg til Visjónstorgið,
og úrslitið av arbeiðinum
hjá strategibólkunum verð
ur savnað í einum ritið,
sum politikarar og onnur
kunnu taka støðið í, tá
ætlanir skulu leggjast fyri
framtíðina.
Harumframt
verður alt arbeiðið savnað
saman í ein bókling, sum
kemur at liggja í hvørjum
einasta føroyska heimið.
Hetta aleina gevur vónandi
íblástur og upplýsing um
tiltakið, greiðir løgmaður
frá.
- Tað hevur sjálvsagt
týdning, at fólk kanna eitt
tilknýtið til hetta, tí tað
skal ikki vera eitt isolerað
projekt, sigur hann. Og hann
vísir á, at í løtuni arbeiða
næstan allir felagsskapir
um at hava eina visjón.
- Hetta er í sjálvum sær
ein vinningur fyri landið.
Kanningin
Viðvíkjandi veljarakannigni
hjá
kanningarstovninum
Fynd setir løgmaður spurn
artekin við onkrar av præ
missunum ella fortreytinum
í sjálvari kanningini.
- Eitt nú sakni eg at
spurt verður, um tað var
skilagott av landsstýrinum
at taka stig til Visjón 2015,
ella hvat fólk halda um,
at landsstýrið stingur út
í kortið ætlanir fyri fram
tíðina, sigur løgmaður.
ivandi ella deyð
yingin um Visjón 2015
Í svarunum til allar
tríggjar
spurningarnar
svarar ein rímiliga stórur
meiriluti nei. So okkurt
bendir á, at avvarðandi
visjónsfólk í Tinganesi
hava fingið okkurt at
hugsa um. Men kortini
kennir ein lítil triðingur av
føroyingum seg sum part av
Visjón 2015. Og sambært
onkrum av teimum, sum í
dagsins Sosiali viðmerkja
kanningina hjá Fynd, er
hetta eitt hægri tal, enn rokn
að kundi verað við framm
anundan. Men hinvegin
siga bert tólv prosent seg
trúgva uppá, at Føroyar
verða millum fremstu tjóðir
í 2015, meðan 13 prosent
hava vitjað heimasíðuna
hjá Visjón 2015.
Fyri summi eru tølini
nøktandi. Fyri onnur tykist
fólksliga undirtøkan vera
alt ov lág. Kanningin, sum
Fynd gjørdi fyri jól, kann
lesast niðanfyri. So kann
hvør einstakur meta um.
Løgmaður:
Visjónin livir
asíðuna hjá Visjón 2015?
nei
Veit ikki/vil ikki svara
Vænta tygum, at Føroyar verða millum fremstu
tjóðir í ár 2015?
0
10
20
30
40
50
60
70
80
90
Ja
Nei
Veit ikki/vil
ikki svara
Ógreitt
-
Prosent
- Visjónin skal verða ein samfelagsmanualur, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður