fríggjadagur 5. januar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 3 - 4. januar 2007
Sethús – Víkarvegur 10, Kvívík
Húsini eru í 3 hæddum, samlað búvídd 175 fermetrar
umframt ein garaga á 25 fermetrar. Grundøkið er 238
fermetrar og eitt parkeringsøki er á 30 fermetrar.
Húsini eru bygd uml. 1912 og umbygd / umvæld í
1970. Harafturat varð ein tilbygningur gjørdur í 2001.
Seinastu 10 árini eru ymiskar umvælingar gjørdar.
Millum annað er tak, vindeygu og klædningur, gólv,
innveggir og ketil skift/ur. Í miðhæddini er durur,
baðirúm, køkur, stova og skrivstova. Í ovastu hædd er
hjúnarrúm, baðirúm, 2 kømur og loftsrúm. Í niðastu
hædd, sum er 40 fermetrar, er kjallararúm / fýrrúm og
ein garaga á 25 fermetrar. Stórt tún er omanfyri
húsini. Húsini standa í sera veðurgóðum umhvørvið.
Húsini vera seld um, hóskandi boð fæst.
Tvíhús – Reyðagøta 11, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum á 60,5 - í alt 121 fermetrar.
Grundøkið er 257 fermetrar. Byggiár: 1986. Húsini eru
eini væl hildin og væl bjálvað tvíhús úr betonelemen-
tum við træ ímillum, sum eru sera orkusparandi. Í
neðra er inngongd, durur, bryggers, wc, køkur, gongd,
borðstova / stova við útgongd til terassu. Í erva er
trappugongd, hjúnarrúm, baðirúm, 2 kømur, klædnarúm
og ovastaloft. Húsini standa í náttúruvøkrum og barna-
vinaligum umhvørvi og frítt útsýni er til haga og fjøll.
Sethús – Hetlandsvegur 13, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum á 140 fermetrar – í alt 280
fermetrar – alt innrættað. Grundøkið er 567 fermetrar.
Byggiárið er 1964, men húsini eru høvuðsumvæld í
1994 og annars er klædningur, tak, ketil og oljufýr
skift í 2002 - 2004. Húsini eru væl hildin og í sera
góðum standi. Í erva er hjallur, inngongd, durur,
garderoba, baðirúm, kamar, gongd, køkur, stova og 3
kømur. Í erva er sjálvstøðug íbúð. Har er inngongd,
baðirúm, gongd, hjúnarrúm, køkur / borðstova, stova
og tvey kømur. Hartil er fýrrúm / vaskirúm og
kjallararúm við egnari inngingd. Undir trappuni er
amboðsrúm. Garður / urtagarður er runt húsini. Tey
standa í veðurgóðum og hugnaligum umhvørvi nær
miðbýnum í Havn og nær við skúla, barnagarðar og
handlar. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Stásilig sethús – Leivsgøta 11, Tórshavn
Húsini eru frá síðst í 50'unum, men eru bygd av
nýggjum 2003 - 2006. Alt er gjørt av einslistum.
Grundøki er 318 fermetrar. Í miðhæddini er inngongd,
durur, gestawc, gongd, køkur / borðstova / stova. Í
erva er trappugongd við útgongd til stóran altan, har
frálíkt útsýni er oman yvir býin, hjúnarrúm, baðirúm
og 2 kømur. Í niðastu hædd er sjálvstøðug íbúð. Har
er inngongd, durur, stova / køkur, kamar, baðirúm /
vaskirúm / fýrrúm. Hartil er stórt bilhús / úthús á 42
fermetrar. Húsini standa nær miðbýnum í veðurgóðum
og friðarligum umhvørvi nær við handil, barnagarð og
skúla. Alt er gjørt uttanum. Húsini eru sera væl hildin -
sum nýggj - og í sera góðum standi. Eisini eru tey sera
dámlig, sjarmerandi og full av hugna. Tey eru í serflokki
til aldur og dygd, tá hugsað verður um, at tey standa
innan fyri gomlu bøgarðarnar í Havn. Húsini verða seld
um hóskandi boð fæst.
Smærugøta 4, 620 Runavík
Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml. 123
fermetrar umframt ein bilhús á 40 fermetrar. Grundøkið
er 654 fermetrar. Byggiár: 1986. Í miðhæddini er durur,
vaskirúm, gongd, baðirúm og køkur / stova. Í ovastu
hædd er alrúm / skrivstova, hjúnarrúm og 2 kømur. Í
niðastu hædd er kjallararúm / fýrrúm. Í bilhúsinum, sum
er 40 fermetrar, er loft við goymslurúmi og hjalli. Húsini
standa sera væl fyri, har er veðurgott og nakað av
útsýni. Eisini eru sera góð parkeringsviðurskifti og væl
atkomiligt. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Sethús – Ovari Vegur 40, Leynar
Húsini eru í 2 hæddum – samlað búvídd er 220
fermetrar umframt ein garaga á 27 fermetrar. Byggiár
1988. Grundøkið er 575 fermetrar. Húsini eru
arkitektteknað og sera búvinarlig ("anvendelig"). Tey
eru orkusparandi, hava flagtak, hitapumpu umframt
miðstøðuhita. Í ovaru hædd er køkur / borðstova,
grovkøkur, stór stova, hjúnarúm, gongd, baðrúm,
klædnarúm og hjallur. Í niðaru hædd er durur, fýrrúm,
3 kømur, gongd, baðrúm og kjallararúm. Húsini eru
sera snotilig, standa í barnavinarligum, hugnligum
umhvørvið og hava gott útsýni út á sjógv, og bert 20
minuttir eru til Havnar. Húsini verða seld um
hóskandi boð fæst.
Sethús – Stangavegur 96, Klaksvík
Húsini eru í 2 hæddum á 35,5 fermetrar. Hartil er hálvur
kjallari á uml. 20 fermetrar. Búøkið er í alt um 90 fer-
metrar. Harafturat er hjallur í 2 hæddum. Grundøkið er
195 fermetrar. Byggiár: 1936. Í miðhæddini er inngongd,
gongd, køkur, kovi og 2 stovur. Í ovastu hædd er gongd,
wc, brúsirúm og 3 kømur. Í niðastu hædd er fýr- /
kjallararúm. Í hjallinum er vaskirúm og hjallur. Húsini
standa í verðurgóðum umhvørvið og hava gott útsýni.
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Sethús – við Matará 4, Syðrugøta
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd 96 fermetrar.
Grundøkið er 332 fermetrar. Byggiár: 1958. Húsini eru
umvæld og uppdaterað - tak, ketil og vindeygu eru
skift og elskipanin er løgd av nýggjum í niðaru hædd.
Vatnrør eru eisini løgd av nýggjum. Í erva er durur,
gongd, baðirúm, 2 kømur, køkur, kovi og stova. Í
neðra er gongd, 2 kømur, kjallararúm, fýr- og
vaskirúm. Húsini standa mitt í bygdini, beint við
spælipláss og hava sera gott útsýni yvir Gøtuvík.
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst
Sethús – Traðagøta 18, Argir
Húsini eru eini sera fitt nýumbygd sethús í einari
hædd á 102 fermetrar. Grundøkið er 595 fermetrar.
Byggiár: 1959 / 2002 - alt er gjørt av nýggjum. Har er
inngongd, gongd / garderoba, bryggers / fýrrúm,
køkur / alrúm / borðsstova, stova, millumgongd,
hjúnarrúm, baðirúm og 2 kømur. Stór terassa við
góðum sólargangi er frammanfyri, og stórur garður /
urtagarður er uttanum. Húsini liggja væl fyri í
friðarligum, veðurgóðum, eldra- og barnavinaligum
umhvørvi og hava gott útsýni inn yvir Havnina.
Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst.
Sethús – á Kjalnesi 3, Kollafjørður
Húsini eru í 3 hæddum – samlað búvídd uml. 225
fermetrar umframt ein terassa á 22 fermetrar.
Grundøkið er uml. 500 fermetrar. Byggiár 1965. Í
miðhæddini er køkur, 2 stovur, kamar, baðirúm,
gongd og trappugongd. Í ovastu hædd er 4 kømur, 3
goymslurúm og gongd. Í kjallaranum er handilshøli,
skrivstova, fýrrúm / vaskirúm og trappuuppgongd.
Hartil er ein tilbygningur á uml. 21 fermetrar, sum er
brúktur til goymslurúm. Húsini standa sera væl fyri,
hava góð parkeringsviðurskiftir, og eru tí væl egnað
til handilsvirksemið, útleigan o.s.fr. Húsini verða seld
um hóskandi boð fæst.
Grundstykki – Múlheigar 29, Leynar
Ognin er eitt summarhúsgrundstykki á 300 fermetrar
á Múlheigum 29 í Leynum. Grundstykki liggur væl fyri
og hevur gott útsýni yvir sandin, víkina og fjørðin.
Grundstykkið verður selt, um hóskandi boð fæst.
Stór sethús við 4 íbúðum – Sílagøta 6,
Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum á 117 fermetrar - í alt 351
fermetrar. 4 sjálvstøðugar íbúðir eru í húsinum.
Grundøkið er 452 fermetrar. Húsini eru upprunaliga
bygd í 60'unum, men eru uppdaterað so við og við.
Miðhæddin er júst nú øll gjørd av nýggjum og ovasta
hædd er snollað upp, so húsini nú eru í sera góðum
standi. Í niðastu hædd eru 2 íbúðir. Í hvørjari er
inngongd, durur, baðirúm, køkur / stova og kamar. Í
miðhæddini er inngongd, felags durur, gongd,
baðirúm / bryggers, køkur, stova, hjúnarrúm, 2 kømur
og goymslurúm. Í ovastu hædd er trappuuppgongd,
gongd, køkur / alrúm / stova, baðirúm og 4 stór
kømur. Hartil er stórt bilhús / úthús. Húsini standa í
veðurgóðum og friðarligum umhvørvi nær
miðbýnum og hava sera gott útsýni oman yvir
Havnina. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Endaraðhús – í Svanga 9, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum - samlað búvídd 94 fermetrar.
Grundøkið er 168 fermetrar. Byggiár: 1993. Í neðra er
inngongd, gongd, fýrrúm / vaskirúm, køkur og stova. Í
erva er gongd, hjúnarrúm, baðirúm, 2 kømur og
goymslurúm. Møguleiki er at byggja garagu og hjall
omanfyri húsini. Húsini standa í veðurgóðum
umhvørvið nær miðbýnum í Havn og hava gott
útsýni. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
lýsingar