fríggjadagur 5. januar 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 4 - 5. januar 2007
R E P R O Z
Vilt tú lata
hurðar upp?
Skyn er partur av Føroya Banka
Skyn søkir eftir húsameklara
Føroya Banki fer í næstum at lata upp Skyn, ið fer at handla við fastognum.
Saman við leiðandi meklaranum og einum samskipara verður tú partur av einum
ágrýtnum toymi, sum miðvíst arbeiðir fyri einum góðum úrsliti. Vit bjóða eitt gott
fakligt arbeiðsumhvørvi við góðum møguleikum fyri persónligari menning. Skyn
leggur dent á álítandi ráðgeving, trúvirði og varandi kundanøgdsemi.
Vit sóknast eftur einum persóni við húsameklaraútbúgving ella viðkomandi
útbúgving ella starvsroyndum.
Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað:
Framsýning av ognum
Meting av ognum
Papírsgongd frá A–Ø
Umsiting av heimasíðu
Stýring av boðsrundum
Tú hevur stóran áhuga fyri sethúsum og húsamarknaðinum. Vit leggja stóran dent
á, at tú ert opin og dugir væl at skapa samband við kundar okkara. Tú hevur hug at
selja, ert álitisvekjandi og kanst arbeiða skiftandi tíðir.
Vilt tú hava nærri at vita um starvið, kanst tú venda tær til Torgun Davidsen, stjóra, á
telefon 557400, ella senda henni eitt teldubræv á torgun.davidsen@foroyabanki.fo.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 19. januar 2007 kl. 12.
Send umsókn við útbúgvingarprógvi, CV og viðmælum til:
Skyn
C/o Føroya Banki
Att.: Torgun Davidsen
Postsmoga 3048
110 Tórshavn
Skyn
Brúðarmyndir
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
sum á ymiskan hátt gjørdu
hjúnabandsdag okkara tann 7.
mai 2006 so minningarríkan. Við
ynskjum um eitt bjart og vælsinga
nýggjár.
Sóleyð Ísaksdóttir Hermansen og
Jan Mohr Hermansen
Hjartaliga takka vit øllum
tykkum, sum vóru við til at gera
brúdleypsdag okkara 11. august
2006 so góðan og ógloymandi.
Harrin signi tykkum í nýggja
árinum.
Dora og Niels Pauli Nónstein
Fólk søkist
Til fast arbeiði, at byrja skjótast gjørligt.
Ring tlf. 23 37 41 ella send umsókn til
Kiosk Activ
Postboks 3333
110 Tórshavn i