Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 4 - 5. januar 2007 ] Sigur er krav hjá VB Ein dystur í Sunset kappingini hjá kvinnum verður á skránni í Vági sunnudagin. Tá tekur VB á triðja plássi ímóti Kyndli, sum liggur á fjórða plássi. VB hevur havt takið á Kyndli í ár. Báðir dystirnir í grundspælinum eru endaðir við sigri til VB, so vágskvinnur mugu metast at vera favorittar í dystinum sunnudagin. Um VB ætlar at hava nakran møguleika at fanga Neistan og Stjørnuna aftur, so er ein sigur eitt krav í dystinum ímóti Kyndli. Hjá Kyndli verður ringt at fanga oddaliðini aftur, men vinna tær dystin í Vági, so leggja tær seg undir liðina á VB á triðja plássi. Kyndil uttan Høgna H71 tekur sunnudagin ímóti Kyndli í Atlantic Airways kappingini hjá monnum. Í grundspælinum vann Kyndil báðar dystirnar ímóti hoyvíkingum, men til dystin sunnudagin má Kyndil vera spælskiparan, Høgna Klein, fyri uttan. Seinast Høgni ikki var við, var í kvartfinaluni í steypakappingini, og tá gekst ikki so væl hjá Kyndli. Umráðandi er hjá báðum at vinna dystin. Vinnur Kyndil, so kunnu teir leggja trýst á øll trý oddaliðini, meðan H71 við einum sigri kann leggja seg ndir liðina á Kyndli, samstundis sum teir kunnu nærkast heiðursmerkjaplássum. Dómsnevndin valdi í gjár at ógilda dómin hjá kappingarnevndini í málinum um Hans Áka Dal Christiansen orsaka av álvarsligum formligum feilum í málsviðgerðini HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fyri knøppum trimum vik­ um síðani leiktu Neistin og Kyndil grannauppgerð í høllini á Hálsi. Dystirnir millum Kyndil og Neistan plaga ofta at vera spennandi, og í so máta var hesin dyst­ urin einki undantak. Dyst­ urin endaði nevniliga við javnleiki, men tað, sum flest øll minnast um dyst­ in, er rokið sum stóðst eft­ ir dystarlok. Her vóru leik­ ar­ar, áskoðarar, venjarar og hjálparfólk mest sum í einum roki, og ilt er at meta um, hvat veruliga hendi inni í øllum rokanum. Endin av øllum var tó, at kæra bleiv reist ímóti Hans Áka Dal Christiansen, sum tann 20. desember bleiv dømd­ur leikbann í tríggjar dystir av kappingarnevndini hjá hondbóltssambandinum. Um nakar helt, at málið um Hans Áka Dal Christiansen var liðugt nú, so fóru tey heilt av leið, tí hetta var bert byrjanin. Kyndilsleikarar av landsliðnum Skjótt var greitt, at Kyndil ikki ætlaði at góðtaka úrskurðin hjá kappingarnevndini í hesum máli, og millum jól og nýggjár hevði felagið fund, har tey tosaðu um, hvat tey skuldu gera víðari í málinum um Hans Áka Dal Christiansen. Endin var, at Kyndil valdi at kæra málið til dóms­ nevndina, samstundis sum teir valdu at taka allar sínar leikarar av landsliðnum, sum var á venjingarlegu júst í døgunum undan nýggja árinum. Avboðini til lands­ liðið blivu tikin illa upp av landsliðsvenjaranum, sum helt tað vera púra burtur við, at Kyndil blandaði landsliðið upp í hetta málið, serliga tá ið landsliðið slett einki hevði at gera við hetta málið. Kyndil hevði tó tikið sína avgerð. Málið endaði í dómsnevndini, og eingin kyndilsleikari var at finna til venjingarnar, sum lands­ liðið hevði tann 29. og 30. desember. Hans Áki aftur í eldin Flest øll mundu koma væl inn í tað nýggja árið, og hjá flest øllum hondbóltsáhugaðum ráddi nú bert um at bíða, tí ikki fór at vera leingi, áðrenn dómsnevndin kom til eina niðurstøðu í málinum um Hans Áka. Tann 7. janu­ar skuldi endaspælið í hond­ bóltinum jú skjótast í gongd, og málið mátti avgreiðast áðrenn henda dag. Í gjár, hósdagin tann 5. januar, kom so dagurin, tá ið dómsnevndin tók avgerð í málinum um Hans Áka Dal Christiansen. Dómsnevndin valdi at ógilda úrskurðin, sum kappingarnevndin kom fram til tann 20. des­ em­ber. Dómsnevndin metti nevniliga, at kapp­ing­ar­ nevndin hevði gjørt so mikið álvarsligar formligar feilir í málsviðgerðini, at avgerðin um leikbann til Hans Áka Dal Christiansen átti at vera ógildað. Dómsnevndin hevur ikki tikið støðu til, um misbrot var framt av Hans Áka Dal Christiansen, ella Dómsnevndin ógilda hjá kappingarnevndi Høvuðspersónurin í mál­ in­um, Hans Áki Dal Christi­ansen, var sum vera man ovurfegin, eftir at dómsnevndin hjá hond­ bóltssambandinum hevði ógildað leikbannið, sum kappingarnevndin gav honum tann 20. desem­ber. – Eg var sera glaður fyri úrskurðin hjá dóms­ nevnd­ina. Eg var sum so ongantíð í iva, at dómurin fór at blíva strikaður, men tá ein fyrst hevur fingið ein slíkan dóm, so byrjar ivin at koma. Nú haldi eg tó, at rættvísi er hent í hesum málinum. Vit spurdu síðani Hans Áka, hvussu fer at vera við landsliðnum. – Millum jól og nýggjár valdu vit at taka allar leik­ar­ arnar av landsliðnum í sam­ band við hetta málið, men tað var ongantíð meiningin at seta landsliðið, hvørki venjara ella leikarar, í eina ringa støðu. Eg vil bara siga, at um landsliðsvenjarin hev­ur brúk fyri okkum, so eru vit tøkir aftur til lands­ liðið. tj – Rætt at ógilda dómin Fyrr í hesi vikuni prátaðu vit við landsliðsvenjaran í hondbólti hjá monnum, Birgir Hansen. Tá helt hann tað vera púra burtur við, at Kyndil blandaði landsliðið upp í málið um Hans Áka Dal Christiansen. Nú er málið avgreitt, og kyndilsleikararnir hava boða frá, at teir aftur eru tøkir til landsliðið. Lands­ liðs­venjarin sigur, at hann ikki kennir manna­gongd­ irnar í slíkum málum enn. – Eg veit ikki enn, um reglur ella mannagongdir finnast fyri slíkt í Føroyum. Hondbóltssambandið hev­ ur yvirtikið málið, og í løtuni kanna teir, hvussu sovorðin mál vera hand­ farin aðrastaðni. Eg veit tó, at onnur sersambond aðra­ staðni síggja strengt uppá slíkar avgerðir, sum Kyndil tók, tá teir valdu at draga landsliðið inn í málið um Hans Áka Dal Christiansen. Serliga í fótbólti verður slíkt ofta revsað hart í øðrum londum. Landsliðsvenjarin legg­ur tó afturat, at kyndils­leik­ ararnir kunnu væntað sær harða revsing. – Eg segði tað eisini fyrr í vikuni, at eg helt avgerðina hjá kyndilsleikarunum vera púra burtur við, og tað haldi eg enn. Kyndilsleikararnir, sum eru á landsliðnum, kunnu heilt víst vænta sær leikbann frá landsliðnum, og allir leikararnir fara at fáa somu revsing. tj – Kunnu vænta sær leikbann