fríggjadagur 5. januar 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 4. januar 2007
31
Sernámsdepilin og Økispsykiatriin
skipa fyri skeiði 13. og 14. mars 07 um
Menningarórógv
v. Christopher Gillberg, professara
Í mars mánaði komandi ár fer Sernámsdepilin saman við Økispsykiatriini at skipa
fyri skeiði.
Tá fer Christopher Gillberg, barna- og ungdómspsykiatari og heimskendur
granskari við Universitetssjúkrahúsið í Gøteborg, at hava skeið, sum er ætlað
lærarum, pedagogum, heilsurøktarfrøðingum, læknum, sálarfrøðingum og
øðrum, sum hava við børn og ung at gera. Skeiðið fer at snúgva seg um autismu,
Asperger Syndrom, ADHD/DAMP og líknandi menningartrupulleikar, ið vanliga
hava við sær vantandi sosialt innlit.
Men tað eru ikki bert børn og ung við omanfyri nevndu trupulleikum, ið kunnu
hava ilt við at skilja og duga sosialt samskifti. Hesi evni mennast ymiskt hjá
ymiskum børnum, og vantandi innlivingarevni í tankar og kenslur hjá øðrum
kann gera, at samspælið við umhvørvið miseydnast – børnini/tey ungu kunnu
t.d. gerast atferðartrupul.
Fyri at kunna stuðla barnsins menning og fyribyrgja miseydnaðum samskifti,
hevur tað stóran týdning at hava vitan um hesi viðurskifti, og Christopher
Gillberg er serkønur á økinum.
Skeiðið verður týsdagin og mikudagin 13. og 14. mars 2007, kl. 9 – 16, í hølunum
hjá Havnar Róðrarfelag í Álakeri.
Tilmelding fer fram á www.ser-dep.com ella við at ringja til Sernámsdepilin, tlf.
314522 (Eleina Mikkelsen, skrivari).
Tá meldað verður til og goldið verður fyri 1. februar, er gjaldið fyri skeiðið 1.000 kr.
Kaffi, te og middagsverður eru íroknað.
Eftir 1. februar er skeiðsgjaldið 1.200 kr. Seinasta freist at melda til er 1. mars.
Goldið verður á girokonto nr. 61891.
Um avboð verður givið eftir 1. mars, verður skeiðsgjaldið ikki afturgoldið.
Vegna Økispsykiatriina Vegna Sernámsdepilin
Æna Reinert,
Hanna Kampmann og Ása Ellefsen,
sjúkrarøktarfrøðingur
sálarfrøðingar
Sernámsdepilin
Byggifrøðingur, verkfrøðingur ella arkitektur
til Tilbúgvingarstovn Føroya
Starv sum byggifrøðingur, verkfrøðingur ella arkitektur á Tilbúgvingarstovni Føroya,
innan virkisøkið brunaumsjón, er leyst at søkja. Til rætta fólkið er talan um eitt áhugavert,
fakliga krevjandi og persónliga mennandi starv.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávur hjá Brunaumsjón landsins eru m.a. hesar:
• Eftirlit við sløkkiliðum, sløkkiútgerð og tilkallingarskipanum
• Ráðgeving, vegleiðing og undirvísing í brunatrygdarligum viðurskiftum sambært
brunalóggávuni
• Brunatøknilig málsviðgerð av fjøltáttaðum byggimálum o.t.
• Rakstrareftirlit við bygningum o.t.
• Loyvisgevandi myndugleiki í sambandi við stovnseting, flutning, goymslu og nýtslu
av eldfimum og spreingikvæmum evnum
• Gera uppskot til kunngerðir og vegleiðingar innan brunatrygdarliga økið o.a.
Roknast má við nakað av ferðing millum oyggjarnar og uttanlanda.
Fakligur førleiki
Sóknast verður eftir byggifrøðingi, verkfrøðingi ella arkitekti. Ynskiligt er, at umsøkjarar
harumframt hava kunnleika til ella royndir innan sløkkilið, brunatøkniliga byggimáls
viðgerð ella hægri serútbúgving innan brunatøkni.
Tann, ið settur verður, má rokna við eftirútbúgving innan og uttanlands á serøkjum sum
brunatrygd, sløkking og bjarging.
Dentur verður lagdur á góðar persónligar eginleikar, at setti persónurin er fyrikomandi,
hevur góð samstarvsevni, dugir at skipa sítt arbeiðsøki og at taka sjálvstøðugar
avgerðir.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært sáttmála millum Fíggjarmalaráðið og
avvarðandi yrkisfelag. Tænastustaðurin er á skrivstovuni í Tórshavn.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til Tilbúgvingarstovn
Føroya, Tinghúsvegi 64 Tórshavn og skulu vera skrivstovuni í hendi innan 5. februar 2007.
Brævbjálvin eigur at merkjast »starv á Brunaumsjón landsins«.
Nærri upplýsningar um starvið kunnu fáast frá Peturi Olsen, deildarstjóra á tlf. 35 66 10
ella 21 50 46. Teldupostur: plo@brl.fo
lýsingar