fríggjadagur 5. januar 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 4. januar 2007
37
P e d a g o g a r
til Dagstovnin í Fuglafi rði
Í samband við at dagstovnurin varð víðkaður
við eini barnagarðsstovu hava verið broytingar
í starvsfólkaviðurskiftinum.
Søkt verður eftir pedagogum bæði til vøggu-
stovu og barnagarð at byrja 1. mars. 2007 ella
eftir nærri avtalu. Arbeiðstímarnar um vikuna
kunnu vit tosa um.
Dagstovnurin er skipaður í tvey hús við eini
barnagarðstovu og eini vøggustovu í hvørjum
húsi.
Frá 01.08.2006 er dagstovnurin ætlaður 76
børn um við tað at stovnurin er víðkaður við
eini barnagarðstovu.
Vit sóknast eftir pedagogum, ið:
• kunna arbeiða sjálvstøðugt, og eru førir
fyri at orða seg skrivliga.
• hava fakliga vitan, sum kann nýtast í
dagliga arbeiðinum
• síggja møguleikar fram um mørk og tola
broytingar
• hava góð samstarvsevnir
• eru eldhugaðir og jaligir
Vit kunnu bjóða tær:
• fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
• eitt starv, har tú kanst brúka tínar dygdir,
hava ávirkan og samstundis menna teg
sjálvan
• samstarv við NSR tænastu, sosialu deild
og stovnar hjá Fuglafjarðar kommunu
Setanartreytir
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær
til leiðaran í dagstovninum, Juliannu Næs á
tlf. 225222.
Umsóknir saman við avritum av prógvum og
viðmælum skulu verða býráðsskrivstovuni í
hendi í seinasta lagi 23. januar kl. 10.00
Møguligar setanarsamrøður verða í viku 4
Kommunan skilir sær rætt til at velja millum
innkomnu umsóknirnar ella onga at taka.
Fuglafjarðar
Kommuna
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo/leysstorv
Starvið sum leiðari fyri frítíðarundirvísingina í Tórshavnar
kommunu, Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla er leyst at søkja
skjótast gjørligt.
Undir ábyrgd leiðarans í mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu
skal leiðarin hava dagligu leiðsluna og fyrisitingina fyri allari
frítíðarundirvísing í kommununi.
Søkt verður eftir leiðara, sum:
• hevur hug og hegni at leiða, dugir at samstarva og er
fyrikomandi
• hevur fyrisitingarligan kunnleika og hug og hegni at átaka sær
fyrisitingarliga ábyrgd
• er námsfrøðiliga og undirvísingarliga nýskapanarsinnaður
• er førur fyri at menna frítíðarundirvísingina og skipa
undirvísingarliga tilboðið til tørvin hjá borgarunum í
kommununi
• er kveikjandi í sínum arbeiði í frítíðarundirvísingini
• á fólkaræðisligum støði skal fremja góðar arbeiðsumstøður og
menna samstarvið millum næmingar, lærarar og onnur
samstarvsfólk
• er førur fyri at skilja støðuna hjá øðrum og dugir at loysa
trupulleikar
• kann skapa virðing fyri skúlanum og umstøðunum hjá tí
einstaka fyri medávirkan og medábyrgd
• tolir broytingar í starvinum
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalærara- ella aðra samsvarandi
útbúgving og fyrisitingarligar royndir.
Lønar- og setanartreytir
Starvið er fulltíðarstarv og verður sett sambært sáttmála við
avvarðandi yrkisfelag.
Meiri fæst at vita
við at venda sær til Jákup Simonsen, leiðara í mentamáladeildini,
teldupostur: jakup@torshavn.fo tlf. 302010 ella Ingibjørg Berg,
trivnaðarstjóra, teldupostur: ingibjorg@torshavn.fo, tlf. 302010.
Umsókn
saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum
viðmælum skal vera, Tórshavnar kommunu, postrúm 32, FO-110
Tórshavn í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. januar 2007.
Tórshavnar kommuna
Leiðari til frítíðarundirvísingina
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómskúli og Tórshavnar Listaskúli.
eru frítíðarskúlar undir býráðnum, sum hava tilboð til borgaran
um undirvísing eftir arbeiðstíð, og stór tilgongd er til allar læru-
greinirnar.
Her er talan um hand-verk og handarbeiði av ymiskum slag, bóklig
undirvísing, tilboð til rørslutarnað og menningartarnað, frítíðar-
virksemi til børn og ung og mangt annað.
Í skúlanum ganga yvir 3.000 næmingar, og har starvast um 200
lærarar.
Bókhaldsstovan
hjá Regin KlaRgaaRd
bóKhald | RoKnisKap | mvg | debitoR/KReditoR
niels WintheRsg. 7 | tóRshavn | tel 21 81 96 | bhRK@post.olivant.fo
lýsingar
Lýsið
við
brúktum
bilum
veitst tú ikki tað?
Felags bønarvika
í Filadelfia og evangeliihúsinum
9. – 14. januar 2007
Týskvøldið 09. januar:..................Kl. 20 í Filadelfia
Mikukvøldið 10. januar:...............Kl. 20 í Evangeliihúsinum
Hóskvøldið 11. januar:.................Kl. 20 í Evangeliihúsinum
Fríggjakvøldið 12. januar:...........Kl. 20 í Filadelfia
leygardagin 13. januar:...............Kl. 10 og 13 í Filadelfia
sunnumorgunin 14. januar:.........Kl. 11 felags møti í Evangeliihúsinum
Lovsangur, undirvísing við Tummas Jacobsen og Dánial á Dul Jacobsen
og bøn.
Hvussu er tað tá? Eg vil biðja við andanum, men eg vil eisini
biðja við vitinum; eg vil lovsyngja við andanum, men eg vil eisini
lovsyngja við vitinum. 1. Kor 14:15
HvíTusunnusaMkoMurnar:
FiladelFia
Landavegur 22
www.filadelfia.fo
evangeliihúsið
Tróndargøta 36
www.gospel.fo