fríggjadagur 5. januar 2007síða 50
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007
Vikuskifti
Manningarnar á Stjørnuni
og Polarhavi, sum vóru
úti á nýggjárinum, ótu
ræst kjøt nýggjársaftan,
meðan teir annars vóru í
upsaroki á Munkagrunn
inum. Tá túrur var lokin
eftir veiði í hálvt fjórða
samdøgur, settu skipini
egið met í avreiðingar
virði. Hetta gjørdi eisini
nýggjárstúrin hugaligari,
enn hann annars hevði
verið, um minni var at fáa
- Vit liggja altíð á jólum,
men loysa vanliga beint eftir
høgtíðina, soleiðis at vit eru
úti á nýggjárinum. Tað er
sjálvandi eitt sindur keðiligt
ikki at vera heima hjá fam
ilju, vinum og kenningum á
nýggjárinum, og tað eru fleiri
av manningini, sum helst
vilja vera heima tá. Men vit
vita, at skipini skulu loysa,
og tí skulu tey eisini mann
ast. Men eftir ein slíkan túr,
sum hendan, ert tú glaður,
tá ið alt hevur gingið væl, og
túrurin er lagdur afturum.
Tað sigur stýrimaðurin um
borð á Stjørnuni, leirvíkingur
in Henry á Reynatrøð.
Vit høvdu hann í telefonini,
nú skipini eru á veg heimaft
ur eftir roksøluna í Hanst
holm.
Stjørnan og Polarhav fóru
út millum jóla og nýggjárs,
og eftir at hava roynt í hálvt
fjórða samdøgur og havt
trolið úti tilsamans 12 ferðir,
høvdu skipini 220 tons, sum
tey seldu til ein keypara í
Hanstholm fyri útvið 2,4 milj
ónir krónur netto.
Tað var sølufelagið Fo-Fish
í Runavík, sum skipaði fyri
søluni hjá skipunum.
Tað serliga við hesi sølu
er, at so at siga øll veiðan
var upsi – góður upsi, mest
3’arar, 2’arar og nakað av
1’arum.
- Jú, hetta var stórur og
góður fiskur, bert ein lutfals
liga lítil partur var 4’arar, og
hetta hevði sína ávirkan á
góðu søluna, sigur Henry.
Tá ið vit tosaðu við stýri
mannin, hevði skiparin, Hjalti
Eliasen, sum eisini er leirvík
ingur, frívakt og var lagstur.
Skipari umborð á Polarhavi
hendan túrin var Jákup Eg
holm, sum býr í Kvívík.
Polarhav og Stjørnan, sum
annars fiskaðu fyri einar 46
miljónir krónur í fjør, hava
ongantíð áður havt eina so
góða sølu sum hesaferð.
Tær 2,4 miljónir krónurnar
geva ein manningarpart, sum
man fara at liggja rundan um
tær 50.000 krónurnar.
Vit spurdu eisini Henry á
Reynatrøð um manningarnar,
sum vóru úti á nýggjárinum,
merktu nakað til nýggjárið
yvirhøvur.
Hann sigur, at skip, sum
eru úti á nýggjárinum, gera
einki burtur úr við at skjóta
fýrverk, men treyðugt so, at
ein betri biti ikki verður etin.
Tað verður tað.
- Kokkurin hjá okkum, sum
hendan túrin var Osmund
Petersen úr Rituvík, plagar
at hava ræst kjøt á borðinum
nýggjársaftan, og soleiðis
var eisini hesaferð, tá ið tvey
røst føroysk tjógv komu á
borðið.
Henry sigur, at manningin
hevði annað at hugsa um
hendan dagin enn fýrverk,
tí fiskiskapurin var so
ómetaliga góður – og allir
høvdu ríkiligt at takast við.
- Vit hava tvær kryvjimask
inur umborð á hvørjum skipi,
og høvdu vit ikki hesar, hevði
eingin møguleiki verið at
fingið allan fiskin til høldar
upp á so stutta tíð, sum talan
var um. Undir slíkum umstøð
um hjálpir tað eisini væl,
at skipini eru nýggj, og at
arbeiðsumstøðurnar eru góð
ar. Hann sigur, at tað serliga
stóð á kryvjingini og at fáa
fiskin í ís.
- Vit gera ísin sjálvir, men
tað tekur tíð og orku at fáa
fiskin í 375 kør, har ísast
skal í botninum, í miðjuni og
omaná. Kørini skulu eisini
flytast nakað aftur og fram
so hvørt, sum fiskurin fer í
tey.
Henry sigur, at tann størsti
fiskurin, sum er ov stórur til
maskinurnar, verður kruvdur
við hond.
Stjørnan og Polarhav eru
nú á veg heim til Føroya.
- Vit kunnu ikki fara beina
leið aftur til fiskiskap, tí
vit fingu ikki nóg mikið at
kørum í Hanstholm. Meðan
vit á Stjørnuni fingu 270 kør
umborð, vóru eingi kør eftir
til Polarhav. Tí koma vit heim
eftir kørum, og tá fer eisini
onkur maður í land – og
aðrir koma umborð. Har
aftrat verður okkurt minni at
”skrúva”, áðrenn loyst verð
ur, sigur stýrimaðurin, Henry
á Reynatrøð, sum fer við
hendan túrin aftrat, áðrenn
hann eigur frítúr.
Klumman
Dagny Joensen
journalistur
Sjónvarp við
ongum innihaldi
Sjónvarp Føroya er helst eindømi í
verðini, tá tað um public service ræð
ur. Tíma vit at tendra tá Dagur&Vika
er, kunnu vit bert sannføra okkum um,
at har verða send okkurt úr okkara
verð, sum vit hava frætt í útvarpinum
og gomul donsk tíðindi, sum vit frættu
í DR1 í gjár. Hartil kemur heimsins
løgnasta veðurkort, sum ikki kann vera
ljótari. Falggskipið ”Úr bandasavni
num”, sum nú hevur leikað í í fleiri ár,
er tað besta SvF hevur at bjóða. Síðani
eru aðrar sendingar sum ”Ekko” og
”Ymisk Lív”, ið sum lundi á jólanátt
stingur seg upp á skíggjan av og á.
Álvaratos, heldur SvF-leiðslan, at fólk
seta á SvF fyri at vita, um okkurt er at
síggja og góðtaka hetta? Nei, soleiðis
riggar nútíðar hyggjarafjøldin ikki. Vit
gevast at hyggja, hóast tað við lóg er
álagt okkum at gjalda hyggjaragjald.
Tað gav av at bíta gamlaárskvøld,
tá vit í minsta lagi kundi væntað, at
eisini føroyingar skuldu merkja, at
vit fóru inn í 2007. Nei vælsignað,
vit sóu ”100 ára føðingardagin“,
sum eg ið hvussu er havi sæð síðani
1973 í Danmark. Ja, átta ára gamli
ommusonurin sat og segði replikkirnar,
áðrenn hasi bæði gomlu høvdu ønt
orð. Hann dugdi tað uttanat! So fór
helst okkurt at koma seinni, hugsaðu
vit gomlu og hugnaðu okkum óført
annars. Nei, tá kom ”Dame Edna”!
So mistu vit tolið og sløktu sjónvarp
ið. Tað var eisini í fínasta lagi, tí vit
kundu væl hugna okkum við ongum
sjónvarpi. At seta á útlendsku rásirnar
hetta kvøldið riggaði ikki til okkara
nýggjárshýri. So heldur práta og siga
gamlar søgur fyri at stytta okkum
stundir til midnátt.
Við hetta lag kunnu vit saktans
avtaka sjónvarpið. Tað hevði verið
lítil missur fyri Føroya fólk. Kortini er
torført at ímynda sær, at vit skulu erpa
okkum av at vera heimsins besta land,
um vit so dyggiliga nokta borgarunum
innlit í hetta samfelag, og siga at vit
eru føroyingar serstøk tjóð. Hvør kenn
ir seg um føroying av at síggja SvF?
Skundi mær at siga, at útvarpið
so frálíkt loddaði dýpið í føroyska
samfelagnum við áhugaverdum
samrøðum, frásagnum og skemti.
Tað merkir, at vit hava fólk sum duga
sítt “handverk”, men hvussu verður
tilfeingið býtt, tá Kringvarp Føroya nú
er farið at virka? Um so er, at politiska
skipanin ikki loyvir sjónvarpinum fíggj
arligan stuðul, so skuldu politikarnir
umhugsa, hvussu tað er at føra
valstríð við ongum sjónvarpi. At hava
SvF virkið sum nú er, sømir seg ikki
fyri eina tjóð, sum vit helst vilja kalla
okkum.
umborð
Ótu ræst kjøt og og
rokaðust á nýggjárinum
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
Danskir tíðindamiðlar
skriva, at tað var
Thorfisk í Hanstholm,
sum keypti veiðina hjá
Stjørnuni og Polarhavi.
Stjórin, Klaus Thomsen,
sigur, at prísurin upp
á slakar 11 krónur fyri
kilo, er ein tann hægsti
fyri eina so stóra last,
sum felagið nakrantíð
hevur latið
- Hetta er nakað, sum okkum dámar – og sum ger, at saknurin um
nýggjárið er til at yvirvinna, sigur skiparin á Stjørnuni, Hjalti Eliasen,
við danskar tíðindamiðlar