fríggjadagur 5. januar 2007síða 56
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007
Vikuskifti
8
»Áðrenn eg fekk børn, hevði eg seks ymiskar teoriir um, hvussu børn skulu uppalast
– nú havi eg seks børn og ongar teoriir.
John Wilmot
Lordi lokkar
til Grand Prix
Um nakað kann sigast verða skandalan innan
tónlekaheimin 2006, er tað, at finsku trøllini
Lordi vunnu Grand Prix í Athen. Men í Finlandi
er áhugin fyri Grand Prix størri enn nakrantíð og
longu nú eitt hálvt ár undan tónleikakappingini
eru 70.000 atgongumerki seld til repetitónssyn-
ingarnar.
Kappingin verður í Hartwall Arena í Hel-
sinki. 10. mai er tað semifinala og 12. mai er
sjálv finalan.
Búgv seksut í Keypmannahavn
Hotel Fox í Keypmannahavn er seksutasta hotel-
lið í øllum Evropa. Tað hevur heimasíðan www.
sexietshotels.com avgjørt. Hotellið er einasta
norðurlendska hotellið, ið kom so langt sum til
kappingina. Og vann hana í Evropa.
Hotellið liggur á Jarmers Plads 3 og er nýliga
umgjørt á ein ógvuliga serligan hátt.
21 listafólk hava gjørt tey 61 kømurini í hvør
sínum stíli, og úrslitið er sera óvanligt. Blómur,
dreymar, skriftstøð, dýr, japanskar mangateknin-
gar og mangt mangt annað er at finna á veggum,
lofti og gólvi í teimum 61 kømrunum.
Eitt kamar kostar frá 945 krónur per nátt, og
eftirsum at hvørt kamar er eitt listaverk í sær, er
sjálvandi ikki loyvt at roykja á kamarinum.
Lesið meira á www.hotelfox.dk
21 listafólk hava
verið við og
gjørt kømrini á
Hotel Fox.
vakurleikafavorittar
Um nýggjárstíð eru bløðini fylt við listum yvir, hvat
ið hevur verið gott í árinum, ið farið er og hvat, ið hevur verið
minni gott. Nógv damubløð lata lesararnar atkvøða um bestu
kremini, varrastiftirnar og aðrar vørur, sum hava verið hentar í
árinum. Her er ein listi, ið vit hava savnað saman úr ymiskum
bløðum, og sum undirritaða kann skriva undir uppá eru
góðir.
1. Eight hour cream frá Elizabeth Arden. Hesin 70 ára gamli
favoritturin er afturvendandi á øllum listum ár undan ári.
Tað sigst, at hvønn níggjunda minutt verður ein tupa av
hesum mirakulkremið seld bara í Evropa. Eight hour cream
hjálpir móti turrum varrum, frísutum eygnabrúgvum, tur-
rum føtrum og slitnum hári. Prísur uml 250 krónur
2. Elnett hárspray frá L’oréal. Hetta er eisini ein gamal
favorittur, ið hárfríðkannarfólk kring allan heim hava brúkt
sera sera leingi. Heldur hárinum upp á pláss uttan at tyngja
tað niður. Prísur uml 50 krónur.
3. Body Butter frá Body Shop. Síðani 1980, tá Body Shop
kom við sínum kroppssmøri, eru tað nógv merki, ið hava
hermt eftir tí, men ongum hevur eydnast líka væl sum
Body Shop. Síðani kremið kom, eru seldar heilar 100
miljónir eskjur. Fyrsti lukturin var mango, og ár undan ári eru
einir tíggju aðrir komnir. Seinasti er mandilangandi kroppss-
mør. Prísur uml 140 krónur
4. Lipfinity frá MaxFactor. At enda kom hon - varrastiftin,
sum faktist verður verðandi á varrunum óansæð um tú
mussast, etur ella drekkur. Tá hon kom fyri umleið sjey árum
síðani var tað ein sensatión í vakurleikaheiminum. Lipfinity
virkar í tveimum stigum - fyrst verður liturin smurdur á var-
rarnar, síðan bíða í ein minutt og síðani ein fuktgevandi stift, ið
ger varrarnar bleytar og glansutar. Prísur uml 130 krónur
5. Great lash frá Mabelline. Ein tupa, ið er ljósareyð við
grønum proppi. Soleiðis kennur ein best hesa maskaruna
aftur í vakurleikahandlinum. Great lash hevur 30 ár á baki og
hevur altíð verið – og er enn ein av maskarunum, ið vakurlei-
kaserfrøðingum dáma väl at brúka. Prísur uml 60 krónur.
5
Lyftistiðin er komin
Jólini við øllum sínum lekra mati eru av, og eitt
spildurnýtt ár er byrjað. Men alt er ikki yvirstaðið
– nú er lyftistíðin komin. Nýggjárslyftini skulu hal-
dast, og fyri tey flestu snýr tað um at gerast klænri
og sunnari enn áður.
Tey flestu okkara hava óivað havt nógv nýggj-
árslyfti, ið vit hava brotið nakrar tímar inn í nýggja
árið. Lat 2007 ikki verða eitt slíkt ár.
Fortel tínum nærmastu, at nú fert tú
at leggja av at roykja ella eta góðgæti.
Ofta hjálpur tað at fáa stuðul frá sínum
nærmastu og at hava sagt nýggjárslyfti
hart, so at tað er onkur annar enn tú, ið
veit um tað.
Her er nøkur av teimum vanligastu lyftum, sum
fólk lova á nýggjárinum:
n Gevast at roykja
n Eta sunnari
n Stressa minni
n Venja meiri
n og finna kærleikan
Tey minni vanligu lyftini kunnu vera
at:
n Gera meiri skúlating
n Skilja seg
n Byrja at spara pening
n Geva pening til tey fátøku
n ella at siga seg úr starvið
Rock-in-roll-børn
Jon Bon Jovi og Tico Torres eru best kendir sum
sangarin og trummusláarin í bólkinum Bon
Jovi. Nú eru hesir báðir harrarnir farnir inn á
eitt heilt nýtt øki at royna seg. Teir hava gjørt
eina heila barnakollektión við alt frá suttum,
barnavognum, bamsum og suttiflóskum í rock-
in-roll-stíli. Jon Bon Jovi hevur fýra børn og
Tico Torres tvey. Lesið meira ella gerið tykkara
børn til rock-in-rollarir inni á heimasíðuni www.
rockstarbaby.com
Jon Bon Jovi
við einum av
børnunum.
Mr Lordi og
hansara kam-
ratar selja nógv
atgongumerkið
til Grand Prix.
rákið
Lagt til rættis:Inna Tørnroos