fríggjadagur 5. januar 2007síða 64
‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007
Vikuskifti
16
Eragon er ein 15 ára gamal
drongur, sum ein dag finn
ur ein bláan stein. Hann fer
við honum heim til húsi
ni hjá pápabeiggjanum.
Steinurin er eitt drekaegg.
Skjótt kemur ein drekaungi
sum Eragon kallar Saphira.
Ein dagin verður húsið hjá Era
gon álopið av teim fíggindaligu
Ra'zac og pápabeiggin verður
dripin.
Saman við einum gomlum
søgufrásagnarmanni, ið kallast
Brom (Jeromy Irons), fara
Eragon og drekin Saphira út
at hevna deyðan hjá pápa
beiggjanum. Hesin Brom, gerst
lærumeistarin hjá Eragon. Og
líka sum á ferðini hjá Frodo
í Ringanna Harri, so lærir
Eragon, mangt og hvat, hann
lærir at berjast við svøri og at
ganda.
Drekareiðmaðurin
Eragon lærir um søgnina um
Drekareiðmenninar í Ríkinum
og bardagin hjá teimum móti
ónda konginum Galbatorix.
Eftir hetta er tað greitt , so
fer hann at gerast drekareið
maður.
Seinni verður Eragon bjargað
ur av hermanninum Murtagh,
ið er sonur Morzan, ið var hin
fyrsti drekareiðmaðurin. Hann
er seinni, í besta Star Wars
stíli, endaður við at arbeiða
fyri tí ónda Galbatorix.
Tá Eragon og Murtagh royna
at sleppa sær til rýmingar
møta tey álvakvinnuni Arya.
Hon var upprunaliga vørður
at drekaeggunum. Nú er
hon eitra av monnunum hjá
Galbatorix. Skal hon bjargast,
er hon noydd at berjast saman
við Varden, sum er seinasta
styrkin, ið berjist móti ónda
konginum.
Eragon, Murtagh, Saphira og
Arya fara øll saman at finna
Varden, men onkur er komin
við aftan á teimum.
Høvundin bert 22 ár
Eragon er bók, skrivað av bert
22 ára gamla Christopher Pa
olinis. Hansara fantasy-skald
søga er fyrri partur av trimum,
kallaðar The Inheritance
Trilogy. Tey bæði bindini, ið eru
útgivin, kallast Eragon og Den
ældste, útgivnar av forlaginum
Sesam. Hesar eru báðar farnar
upp í toppin á sølulistinum.
Tað er eingin ivu um, at høv
undin er alt ov inspireraður av
Ringanna Harri. Her eru alt ov
nógvar áminningar um hobbar,
álvar, óndar verur, Gollum
Irons og Malkovich
Jeremy Irons spælir Broom.
Hann gjørdist kendur fyri
røðina Brideshead Revisited
(Gensyn med Brideshead,
1981) og fekk tá eina Emmy-
nominering, Britiska Filma
kademi virðislønina og ein
Golden Globe som Besti
Leikari 1981. Vit kenna hann
frá m. a. The House of the
Spirits (Åndernes hus, 1993),
filminum hjá Bernardo Berto
luccis Stealing Beauty (Forfør
ende skønhed, 1996), Lolita
(1997) seinast eg sá hann var
í The Merchant of Venice (Køb
manden i Venedig, 2004).
Sum óndi kongurin Galba
torix spælir eingin annar enn
John Malkovich, ið er ein
teim mest kendu karakterleik
arunum frá USA. Hann kenna
vit frá nógvum óførum filmum,
so sum Steven Spielbergsa
Empire of the Sun (Solens
rige, 1987), meistaraverkið
hjá Bernardo Bertolucci The
Sheltering Sky (Under himlens
dække, 1990), hann hveur leikt
í filmunum hjá so kendum
fólkum sum Michelangelo
Antonioni & Wim Wenders,
har hann leikti í Al di lá delle
nuvole (Bag skyerne, 1995) og
sjálvandi spældi hann í film
inum hjá Spike Jonze Being
John Malkovich.
Leikstjórin er royndur innan
visuellar effektir, tí Stefen
Fangmeier, hveur verið við
at arbeitt á filminum hjá
Steven Spielbergs Hook
(1991), Jurassic Park (1993)
og Saving Private Ryan
(1998). Hann hevur arbeitt
fyri Wolfgang Petersen The
Perfect Storm (2000), Doug
Liman The Bourne Identity
(Manden uden navn, 2002),
M. Night Shyamalan Signs
(2002), Lawrence Kasdan
Dreamcatcher (2003) og Peter
Weir Master and Commander
(2003). Við filminum Eragon
fær hann debut sum leikstjóri.
Flottur filmur, men
vit kenna søguna
Hetta er í støðun ein líka so
flott gjørdur filmur sum Ring
ana Harri triologiin. Tað er eitt
tómrúm, nú hesir filmar eru út
sendir í óendaligum directors
cut DVD-fløgum, og nú tað er
so leingi at bíða eftir næsta
Harry Potter filminum, sum ikki
kemur fyrr enn á sumri 2007.
Søgan um Eragon og bard
agan móti Galbatorix, hjálp
arnar Brom og Murtagh og
álvagentan Arya, minnir bara
alt for nógv um ein lítlabeigga
til Lord of The Rings, at eg sat
og hugsaði um hendan filmin
allan vegin.
Ummæli
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com
filmurin
Lagt til rættis: Kim Simonsen
Eragon
ED SPELEERS
Brom
JEREMY IRONS
Arya
SIENNA GUILLORY
Durza
ROBERT CARLYLE
Galbatorix
JOHN MALKOVICH
Murtagh
GARRETT HEDLUND
Onkel Garrow
ALUN ARMSTRONG
Roran
CHRIS EGAN
Hrothgar
GARY LEWIS
Ajihad
DJIMON HOUNSOU
Rødd Saphiru
RACHEL WEISZ
Horst
RICHARD RIFKIN
Sloan
STEVE SPEIRS
Angela
JOSS STONE
Leikstjóri Stefen Fangmeier. 115 minuttir. 11 ára aldurs
mark. Frumframførdur í Havnar Bio 15. desember 2006.
Fakta um Eragon
Eragon