fríggjadagur 12. januar 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 12. januar 2007
5
lýsingar
Í sambandi við at umsókn um at byggja undirsjóvartunnil verður
latin landsstýrinum, bjóðar SKÁLAFJARÐARTUNNILIN til framløgu í
Norðurlandahúsinum 18. januar kl. 10.
Framløgan er fyri øll, ið hava áhuga fyri verkætlanini. Høvi verður at
fáa innlit í ætlanina og frætta, hvussu hon kann ávirka samfelagið.
INNBJÓÐING TIL FRAMLØGU
Dávid Reinert Hansen greiðir frá um verkætlanina og umsóknina.
Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, hugleiðir
um farleiðir.
Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, hugleiðir um týdningin av
sjálvstøðugari fígging av samferðsluútbygging.
Umsóknin verður handað Bjarna Djurholm, landsstýrismanni.
Eftir at umsóknin er handað, verður ábit.
SKRÁ:
sansir.fo
c/o · P.O.Box 1010 · FO-110 Tórshavn · Faroe Islands · Tel +298 350 200
Við hesum verður søkt eftir tveimum verkfrøðingum. Einum til vegadeildina og einum til framleiðsludeildina at seta sum skjótast.
Vit kunnu bjóða spennandi og áhugaverd størv, ið eru fakliga og persónliga mennandi og við góðum arbeiðsumstøðum.
Verkfrøðingur til
vegadeildina
Arbeiðsuppgávur
Uppgávur, sum tú í høvuðsheitum skal
røkja, fevna eitt nú um:
· Planlegging
· Prosjektering
· Programmeringar, forkanningar,
prosjektgransking av vega-, brúgva-
og tunnilsprosjektum
· Eftirlit við verkætlanum
· Gera ætlanir fyri ferðslutrygdartiltøk
· Myndugleikaumboðan
· Luttaka í norðurlendskum samstarvi
innan økið
Viðkomandi skal eisini kunna røkja aðrar
uppgávur á stovninum, enn tær omanfyri
nevndu.
Førleikakrøv
Vegadeildin sóknast eftir verkfrøðingi við
royndum innan omanfyri nevndu arbeiðs-
øki. Royndir at arbeiða við KT-forritum á
brúkarastøði er ein fyrimunur. Stórur dent-
ur verður lagdur á góðar persónligar egin-
leikar, so sum góð samstarvsevni, at tú
arbeiðir sjálvstøðugt og kann skipa títt
arbeiði, er førur fyri at eggja og ganga
undan, er miðvísur og kann geva títt íkast
til menning av arbeiðsplássinum. Tú skal
eisini vera opin fyri at starvið broytist.
Verkfrøðingur til
framleiðsludeildina
Arbeiðsuppgávur
Uppgávur, sum tú í høvuðsheitum skal
røkja, fevna eitt nú um:
· Yvirskipaða raksturin av skervverkunum
saman við formonnunum á verkunum
kring landið.
· At skipa fyri viðlíkahaldi og dagføring av
verkunum kring landið.
· Gera kostnaðarmetingar og eftirkalkula-
tiónir av asfalt- og verklagsarbeiðum.
Førleikakrøv
Framleiðsludeildin sóknast eftir einum fólki
við útbúgving sum verkfrøðingur ella aðrari
viðkomandi útbúgving. Viðkomandi skal
hava áhuga at arbeiða við KT. Royndir við
at arbeiða við Excell-rokniarki og Word er
ein fyrimunur. Stórur dentur verður lagdur
á góðar persónligar eginleikar, so sum góð
samstarvsevni, at tú arbeiðir sjálvstøðugt
og kann skipa títt arbeiði, er førur fyri at
eggja og ganga undan, er miðvísur og
kann geva títt íkast til menning av arbeiðs-
plássinum. Tú skal eisini vera opin fyri at
starvið broytist.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars eru sambært
sáttmálanum ímillum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og lívsgongdar-
lýsing (CV) verða at senda til lv@lv.fo ella:
Landsverk,
Postmoga 78,
FO–110 Tórshavn
og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
26. januar 2007. Merk umsóknina „Verk-
frøðingur til vegadeildina“ ella „Verkfrøð-
ingur til framleiðsludeildina“ og viðmerk í
umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsing-
ina. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trú-
naði.
Nærri upplýsingar um starvið á vega-
deildini kunnu fáast við at venda sær til
Heina Eysturoy, deildarleiðara, á fartel.
540 881 ella teldupost he@lv.fo.
Nærri upplýsingar um starvið á fram-
leiðsludeildini kunnu fáast við at venda
sær til Torkil Olsen, deildarleiðara, á
fartel. 540 841 ella teldupost to@lv.fo.
STARVSLÝSING
Verkfrøðingar til Landsverk
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og
hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur,
byggiharrauppgávur og flogvallamál.
Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og
viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og tyrlupallar.
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo