fríggjadagur 12. januar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 12. januar 2007
11
Beint undan jólum fekk
løgmaður handað uppskotið
til Stjórnarskipan Føroya.
Hetta er djúptøkið álit,
sum lagt er fram, og stjórn
arskipanarnevndin hevur
lagt eitt stórt og undr
unarvert arbeiði í tað, sum
nú liggur sum eitt liðugt
verk. Arbeiðsliga kann
gamla grundlógarnevndin
og stjórnarskipanarnevndin
síggjast undir einum, tí tann
seinra er beinleiðis fram
hald av teirri fyrru.
Eg havi áður skrivað
greinar um hetta mál. Hesar
eru skrivaðar fyri tað mesta
út frá flaggdagsálitinum,
men innihaldið er so líkt, at
mínar fyrru viðmerkingar
stórt sæð standa við.
Uppskotið nú komið til
endaliga avgreiðslu
Nevndin er nú liðug við sítt
arbeiði, og er tað nú upp
til politiska myndugleikan
at fremja tað, sum víðari
henda.
Mannagongdin má væl
vera tann, at løgmaður og
landsstýrið avgreiða mál
ið til Løgtingið, sum síð
ani samtykkir skipanina
endaliga. 6 mánaðar aftan
á løgtingsviðtøkuna (og
helst ikki nógv longur enn
tað) skal samtykta stjórn
arskipanin fara til fólka
atkvøðu. Aftan á fólksins
góðkenning fær stjórnar
skipanin gildi frá sama
degi, sum fólkaatkvøðan
fór fram.
Eg beit merki í, at løg
maður segði, at hann nú
vildi fara ígjøgnum til
farið saman við sínum
embætisfólki, og roknaði
hann við, at hetta fór at
taka sína tíð. Eg skilti
eisini, at hann møguliga
fór at rætta uppskotið til
við broytingum. Sjálvandi
skal hann gera hetta, men
soleiðis sum alt arbeiðið
hevur verið lagt til rættis,
við bæði eini serkønari og
politiskari nevnd, eigur
løgmaður ikki at gera ov
nógvar broytingar, sum bera
brá av flokkspolitiskum
ella samgongupolitiskum
sertøðum. Lagt er upp til
eina skipan, sum kann fáa
breiða politiska undirtøku,
fyrst í tinginum og síðani
frá fólkinum. Tí eigur víðari
viðgerðin at fara fram í
Løgtinginum, har allir ting
menn og flokkar arbeiða
seg endaliga ígjøgnum til
farið, og vónandi koma
fram til eina einmælta sam
tykt, ella í øllum førum eina
samtykt frá einum stórum
meiriluta.
Innihaldið í stjórnar
skipanini
Her skal ikki verða tikið
uppí saman tað, sum eg áður
havi skrivað um uppskotið.
Bert skal eg endurtaka, at
við at lesa orðingina ígjøg
num, fær ein eina fatan av
veruliga skilagóðum og
dygdargóðum arbeiði. Skip
anin virkar nútímans sam
stundis, sum hon dregur
sambandið frá nútíðini aftur
til uppruna Føroya fólks frá
landnáminum.
Formælið er eitt meist
araverk,
bæði
afturlít
andi, ásannandi og fram
tíðarlítandi.
Samstundis
sum tað staðfestir, at hend
an stjórnarskipan er fram
um lógir.
Fyrsti partur – Stjórn
arskipan er saman við
formælinum tað berandi
grundarlagið í øllum upp
skotinum. Her verður stað
fest, at Føroyingar eru
tjóð og Føroyar eru land.
Staðfesting er eisini av
fólkaræðinum, valdsbýti
num, stjórnarstovnunum,
flaggi, tjóðsangi, føroyska
málinum v.m.
Annar partur – Rættindi
er eisini grundleggjandi.
Her verða staðfest øll
rættindi og skyldur, sum
borgarar landsins hava. Orð
ingin er greið og hevur,
so vítt eg dugi at meta, alt
við, sum eigur at vera í eini
nútímans demokratiskari
grundlóg.
Triði partur – Stýris
skipan fevnir um tað,
sum nú er at finna í stýris
skipanarlógini frá 1995.
Í uppskotinum eru ávísar
broytingar frá galdandi
skipan. Skal talan vera um
at gera broytingar í upp
skotinum undir viðgerðini í
Løgtinginum, er tað mest í
hesum partinum.
Spurningurin um val av
løgmanni og um løgmað
ur kann útskriva nýval
kann diskuterast. At vara
løgmaður tekur við, um
løgmaður fer frá, er heldur
ikki upplagt. Um heitini
fyri landsstýrið skal vera
stjórn og landsstýrismaður
skal vera ráðharri hevur
helst ikki størsta týdningin.
Skipanin kann lata upp fyri
møguleikanum at broyta
heitið sum frá líður. At
uttanríkismálaráðharrin
skal vera varaløgmaður,
tað vil siga næstfremstur
av landsstýrismonnunum,
er eftir míni uppfatan ikki
upplagt.
Spurningurin um fólka
atkvøðu er áhugaverdur og
eisini týdningarmikil. Talan
er í uppskotinum (øðrum
parti – rættindum § 15, 3)
um eina minnilutaverju. Ein
triðingur av tingmonnum
kunnu, tá ein lóg er samtykt,
senda hana til fólksins góð
kenning á fólkaatkvøðu.
Hetta skal gerast í seinasta
lagi eina viku aftaná, tingið
hevur
samtykt
lógina.
Hetta er bæði ein góð og
ein vandamikil skipan. Tað
góða er, at demokratiska
hugsjónin kann roynast fullt
út, men vandin liggur í, at
skipanin verður misbrúkt
og endar sum kverulantarí.
Men um hon bert verður
roynd í álvarsomum málum,
er vandin ikki so stórur.
Annars umfatar stýriskip
anarparturin væl meira
enn núverandi lóg. Her eru
møguleikar fyri umskipan,
t.d. at løgtingsformaðurin,
um hann gerst forseti, fær
navnabroyting til løgmaður,
og løgmaður verður for
sætismálaráðharri. Eisini
eru orðingar um samveldis
viðurskifti. Dómstólavið
urskifti eru eisini tikin
við. Alt samalt viðurskifti,
sum gera stjórnarskipanina
meiri fullkomna.
Støðan tá skipanin er
endaliga samtykt
Í sjónvarpskjakinum beint
undan jólum millum for
menninar fyri Javnaðar
flokkin, Tjóðveldisflokkin
og Sambandsflokkin vísti
seg tíverri ein ósemja,
sum gav okkum varhugan
av, at hetta vala uppskoti
var í vanda fyri at verða
latið upp til politiskan
skutil. Serliga formaður
Sambandsflokksins sýndi
ikki veruligt “engagement”,
tá tað galt um at fáa skip
anina framda í verki.
Vón mín er kortini tann, at
allir partar leggja alla orku í
at fremja stjórnarskipanina,
og at tað verður gjørt í
tinginum í hesari setuni,
tað vil siga í seinasta lagi
í apríl mánað. Síðani kann
fólkaaatkvøðan
vera
í
oktobur/novembur 2007.
Tað hevur alstóran týdning,
at arbeiðið verður gjørt
liðugt áðrenn komandi løg
tingsval. Kemur fyrst eitt
val í millum er stórur vandi
fyri, at øll avgreiðslan kem
ur í drag.
Tá ið stjórnarskipanin hev
ur fingið gildi, hava Føroyar
fingið eina grundlóg, sum
staðfestir Føroyar sum land
og Føroyingar sum fólk og
tjóð. Síðani er tað upp til
Føroya fólk at skipa seg í
ella uttanfyri samveldi við
annað ella onnur lond, men
allur sjálvsavgerðarrættur
og sjálvræði liggur hjá
Føroya fólki. Út frá hesari
manfestatión skal framtíðin
byggjast.
Uppskotið til stjórnarskipan Føroya avhendað
Jógvan
Sundstein
At vera fyri
er at vera ímóti
Johan Dahl hevur í trimum skrivum skákað sær undan
merkisverdu støðu síni í sambandi við narkosulæknan,
sum hann feldi við Suðuroyar Sjúkrahús.
Ferðast er víða í hesum tjaki, og fara vit tí at taka
saman um samanhangin í sjálvum málinum.
14. august 2006 hittust vit fýra Suðuroyartingmenn á
fundi á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Sjálvur tók eg stig til fundin, og skrivaði felags
niðurstøðu frá sama fundi, sum vit allir skrivaðu undir.
Har samdust vit um at krevja landsstýrismannin
um sum skjótast at søkja játtan á eyka- ella komandi
fíggjarlóg til Suðuroyar Sjúkrahús til ein medisinara,
ein narkosulækna, Laminar Airflowskipanina og telefon
vekslaran.
Narkosulæknin kom ikki á eykafíggjarlógina, hann
kom ikki á fíggjarlógina og sum krúnuna á verkinum
feldu Suðuroyartingmenninir til seinast okkara broyt
ingaruppskot um henda lækna.
Hugstoytt var at síggja teir, sum vóru fyri, vera ímóti,
tá tøk skuldu takast.
Minnir ikki einki um seinasta formansval í Sam
bandsflokkinum, tá tey, sum søgdu seg vera fyri einum
ávísum formanni, vóru ímóti sama manni, tá ið atkvøtt
varð.
viðmerkingar
Hergeir
Nielsen
Eirikur Lindenskov, blað
stjóri á Sosialinum, reager
aði júst soleiðis, sum eg
roknaði við at hann fór
at gera, tá hann sá mína
viðmerking til eina grein,
sum stóð í Sosialinum leyg
ardagin. Hann bleiv firtin,
og kom við einum aftursvari
í sama blaði.
Men ístaðin fyri at svara
tí sum eg segði í greinini,
so skuldsetur Eirikur meg
fyri at meina bæði eitt og
annað, sum eg annars ikki
havi úttalað meg um. Tað
sær eisini út sum, at hann
hevur misskilt ein part av
greinini – men lat tað fara.
Tað sum eg gjørdi við
merkingar til, var at ein
blaðmaður á Sosialinum
brúkti millum annað skemti
teigin á heimasíðu Sam
bandsfloksins sum eitt slag
av “prógvi”, tá hann skuldi
staðfesta uppáhaldið um,
at “deyðarevsing livir enn
í
Sambandsflokkinum”.
Hetta haldi eg vera sera
óhóskiligt fyri eitt blað,
sum annars roynir at vera
seriøst. Hvørjar aðrar keld
ur blaðmaðurin brúkti,
blandaði eg meg ikki uppí.
Eg blandaði meg heldur
ikki uppí, hvørja niðurstøðu
hann kom til.
Eirikur sigur, at eg komi
ikki til essensin í greinini,
men tað var við vilja. Eg
vildi sum sagt ikki blanda
meg uppí málið annars,
men vildi bara gera nakrar
viðmerkingar um tað at
brúka eina skemtisøgu sum
keldu.
Hóast greinin hjá Eiriki
helst skal fatast sum eitt
slag av aftursvari til mín,
so sigur hann ongastaðni,
um hann heldur tað vera í
lagi, at eitt blaðfólk brúkar
eina skemtisøgu (sum blað
maðurin enntá hevði mis
skilt) sum “prógv” fyri síni
søgu. Eg fari tí at heita á
Eirik um at siga sína erligu
meining um hetta: Er ein
misskilt skemtisøga ein
góð kelda, ella ein vánalig
kelda?
Somuleiðis vil eg spyrja
henda
spurningin:
Um
skemtiteigurin á heimasíðu
Sambandsfloksins prógvar,
hvat Sambandsflokkurin
stendur fyri, prógva skemti
tekningarnar í Sosialinum
so eisini, hvat Sosialurin
stendur fyri?
Um
ein
skemtisøga
um ein politikara, sum
skrivar um deyðarevsing
merkir, at flokkurin sum
eigur heimasíðuna tekur
undir við deyðarevsing,
kann ein skemtitekning í
Sosialinum sum ímyndar
eina avrætting so eisini
merkja, at Sosialurin tekur
undir við deyðarevsing?
Eg veit, at tað er ikki lætt
at svara hesum spurning
unum, tí hetta er sum at
kasta við gróti, meðan ein
býr í glashúsi. Men gott í
teg Eirikur, royn kortini.
Ikki tosa uttanum og brúka
ikki aftur orkuna til at
leggja meg undir at siga
nakað, sum eg ikki havi
sagt.
Við vón um eitt skjótt og
greitt aftursvar.
Halt teg til evnið Eirikur
Helgi
Abrahamsen
Sambandsmenn og
deyðadómur
Nú kann tað vera, at Helgi Abrahamsen hugsar sum
Piet Hein, at:
»Den der kun tager spøg for spøg, og alvor kun alvorligt,
han har fattet begge dele lige dårligt.«
Nei, Helgi. Tað er ikki í lagi, at blaðmaður brúkar eina
skemtisøgu hjá tær sum prógv, hvat Sambandsflokkurin
heldur um deyðarevsing. Tað gjørdi blaðmaðurin á
Sosialinum heldur ikki.
Skemtið varð einans brúkt fyri at vísa, at kjakið
um deyðarevsing »livir enn í Sambandsflokkinum«.
Beinleiðis orsøkin til greinina vóru útsøgnirnar hjá
formanni Sambandsfloksins og formanninum í Norðoya
Sambandsfelag um deyðadóm Saddams Hussein.
blaðstjóri
Eirikur
Lindenskov