Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 9 - 12. januar 2007 tíðindi Í dag eru 20 ár, síðani nóta- og trolskipið Tróndur í Gøtu kom til Føroya. Síðaní hevur skipið lagt lunnar undir vinnufelag, sum í dag er landsins sterkasta. Fiskivinna Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Tróndur í Gøtu var eitt av teimum skipunum, sum komu til landið sum part­ur av tí ofta umrødda skipa­pak­ ka­num miðskeiðis í átta­ti­ár­ u­num. Upprunaliga høvdu gøtu­menn aðrar ætlanir, men tá teir frættu um æt­la­ ni­na hjá landsstýrinum um flei­ri innflutningsloyvi, søk­ tu teir, og tá pakkin bleiv lat­in upp, fekk partafelagið Varð­in innflutningsloyvi til eitt kombinerað nóta- og trol­skip. Vónirnar til hesi 16 skip­ ini vóru sera ymiskar, og ár­ini síðani hava eisini víst, at tað gekst minni enn so øllum sum ætlað, og tí er bara okkurt hendinga av hesum skipunum eftir í flotanum í dag. Júst æt­la­ ni­na hjá gøtumonnum at bygg­ja eitt so stórt skip til at fiska bíligan fisk hildu mong vera burturvið, so tað var meiri av vana og vælvild, at menn søgdu seg ha­va góðar vónir um skipið, tá tað kom. Á bryggjuni í Norðagøtu fekk skipið sum vera man ei­na stórfingna móttøku, og borgarstjórin segði seg hava góðar vónir um het­ ta stásiliga far. Tað var nú ikki so løgið, tí hann var sjálvur høvuðsmaður aftan fyri verkætlanina. Á fram­ sýn­ing­ar­ferð í Havn nakrar da­g­­ar seinni fekk skipið ei­si­ ni stórfingna móttøku, og politikarar og onnur róstu stig­tak­ar­un­um fyri áræði og ynsktu skipinum góðan byr. Satt er tað, at onkur teir­ra innast inni var í iva. Læntu til bót Í dag ásannar Jákup Ja­co­b­ sen, stjóri í Pf. Varðanum og táverandi borgarstjóri, at tey fyrstu árini hjá Tróndi í Gø­tu blivu tung. Skipið var ser­li­ga bygt til at fiska svart­ kjaft og lodnu, men lodnan sveik tað fyrsta árið, so tá ár­ið bleiv gjørt upp, hevði skip­ið fiskað fyri góðar 12 mió. krónur, og tað rakk ikki. Tey næstu árini gekst held­ur frægari, sum stab­ ba­mynd­in á síðuni eisini vís­ir. Hetta komst millum ann­að av, at menn komu eft­ir, at tað bar til at royna eft­ir svartkjafti vestan fyri Ír­land. Undangongumaður í he­s­um var Agga í Garða­sto­ vu, sum tá førdi Gullfinn. Kortini noyddist reiðaríið at læna pengar, tá Tróndur í Gø­tu bleiv tikin í Noregi í 1993. Norska ákæruvaldið krav­di, at skipið skuldi rin­ da 5,5 mió. krónur, áð­renn tað slapp at loysa. Reið­ar­í­ið átti 3,3 mió. krón­ur í bank­ a­num, men tað eyd­nað­ist at læna tvær mió. krónur frá øð­r­um, so skipið kundi slep­ pa útaftur. Tá málið seinni kom fyri rættin í Noregi, bleiv helvtin skarvað av bót­ ini. -Hetta var eitt strævið mál. Tá stóð so illa til í Før­ oy­­um, at teir norsku bank­a­r­ nir høvdu ikki álit á teimum før­­oy­­sku bankunum, minn­ ist Jákup Jacobsen. 4,2 mió. fyri trý køst Tey seinnu tíggju árini hevur tað gingið tann rætta vegin hjá Tróndi í Gøtu. Fiskaríið hevur verið í lagi, og skipið vísti seg eisini at vera sera ef­fek­ti­vt, tá fiskur vara at fáa. Eitt nú kann verða nevnt, at ta einu ferðini fyl­tu teir skipið við sild við ba­ra trimum køstum. Tað fyrsta var upp á heili 1.700 tons, tað næsta 618 og tað trið­ja 500. Hendan túrin land­aðu teir á Fáskrúðsfirði í Íslandi og fingu góðar 4,2 mió. krónur fyri lastina. Hendan túrin landaðu teir so­statt umleið 2.820 tons, men tað er kortini ikki tann stør­sta lastin, sum Tróndur í Gøtu hevur lagt upp á land hesi árini. Ta størstu last­ina landaðu teir til Havs­brún í Fuglafirði. Tað var svartkjaftur, og vigaði lastin 2.840 tons. Tíverri hev­ur reiðaríið ikki gjørt upp, hvussu stórt tonsatal skipið hevur fiskað hesi 20 ár­ini, men sum Jákup Ja­cob­ sen sigur: -Tað hevði fylt væl upp í Gøtudali og nakað niðan á Ritafjall. Hinvegin vísa tølini, at hesi 20 árini hevur Tróndur í Gøtu selt fyri 816,7 mió. krón­ur, og at skipið hevur gold­ið 217 mió. krónur í hý­ru til manningina. Tað bes­ta árið var 2001, tá skip­ ið fiskaði fyri smáar 81 mió. krónur og rindaði 22,6 mió. krónur í hýru. Árið í fjør hevði ivaleyst kunnað ver­ið eitt av teimum bestu, tí hóast skipið lá í tríggjar mán­að­i­r vegna umvælingar og ábøtur, fiskaði tað fyri 60 mió. krónur hinar níggju mán­að­ar­nar. Lagt lunnar Teir, sum hava átt og havt til­kný­ti til Pg Varðan og Trónd í Gøtu, hava ikki ligið á teirri latu síðani. Í 1992 stovn­aðu Jákup Jacobsen og aðrir partafelagið Kross­ brek­ku, sum stutt eftir keyp­ ti Nýborg og gav henni navn­ið Finnur Fríði. Í 1998 setti partafelagið Varð­in pengar í Havsbrún í Fuglafirði. Tvey ár seinni seldi felagið partabrøvini fyri 83 mió. krónur. Her skal tó skoytast uppí, at fel­ag­ið rindaði 28 mió. krón­ur í skatti av vin­n­ing­in­ um. Í sambandi við søluna yvirtóku teir nóta­skip­ið Saksaberg, sum Havs­brún átti saman við øðr­um. Sam­ stund­is keyptu gøtu­menn fisk­i­loy­v­ið og kvo­tur­nar frá Krúnuni í Sandavági. Finn­ur Fríði bleiv lagdur og seld­ur til upphøggingar, og partafelagið Gulenni bleiv stovnað. Hetta felagið eigur Saksaberg. Endamálið við at selja parta­brøv­ini í Havsbrún var at útvega pening til at byggja nýtt skip fyri, og í januar í 2004 kom tann nýggi Finnur Fríði. Í 2005 keyp­tu teir partafelagið Drift­ina, sum átti Jupiter. Í 2001 varð partafelagið Vinn­an stovnað sum móð­ur­ fel­ag hjá hinum feløgunum. Tað vil siga, at Pf. Vinnan eigur tey fýra partafeløgini Varð­an, Krossbrekku, Drift­ ina og Gulenni, sum aft­ ur ei­ga ávikavist Trónd í Gøtu, Finn Fríða, Jupiter og Sak­sa­berg. Ellivu gøtumenn eiga parta­pen­ ing­in í Pf. Vinnuni. Flestu teir­ra sigldu við Tróndi í Gø­tu, til teir fóru umborð á nýggja flaggskipið á gø­tu­ mon­nu­num, Finn Fríða. 1,5 mia. krónur Handilin við Krúnborg vís­ ir, at skip, sum fiska pe­lag­is­ kan fisk, eru nógv verd, og meiri enn eina ferð hevur ljóð­að, at gøtumenninir sku­ lu hava fingið boð upp á tey fýra skipini og teirri loyvi og kvotur. Jákup Jacobsen sigur, at teir hava ongantíð fingið nakað veruligt boð - ikki á pappíri, sum hann tekur til. Hann viðgongur, at onk­un­tíð hevur verið tosað tvørt­ur um borðið, men tað er ongantíð vorðið til nakað veruligt. Tað hevði heldur ikki verið bíligt, skul­di onkur havt ætlanir um at keypa. Sjálvur heldur reið­ar­in, at skal ein meta tað eftir handlinum við Krúnborg, munnu virðini hjá gøtumonnunum vera um­leið hálva aðru mia. krón­ur verd. -Vit kundu havt selt, men eg haldi ikki, at hesir men­ ni­nir eru sinnaðir at selja. Teir vilja heldur varðveita skip­ini í Føroyum, sigur reið­arin. Broytingar onga ávirkan Her­fyri legði landsstýrið upp­­skot fyri Løgtingið um at broy­­ta lógina um vinnuligan fis­ki­skap. Broytingin hev­ ur til endamáls at seta mark fyri, hvussu stóran part av veiðirættindunum somu persónar kunnu hava. Markið verður 20 prosent. Samstundis ætlar lands­stýr­ ið at herða reg­lur­nar við­vík­ jan­di útlendskum peningi í fiskiskipum. Hendan broyt­ ing­in fær onga á­virk­an í Gøtu, tí eingin út­lends­k­ur peningur er uppi í reið­ar­ ín­um. Hin broytingin fær heldur onga ávirkan á viðurskiftini hjá gøtumonnunum. Teir ha­va sum er fýra veiðiloyvi til allan pelagiskan fisk um­framt 3,6 loyvi til makr­ el, og samanlagt gevur tað um­leið 50 prosent av teimum før­oys­ku veiðirættindunum. Men hóast hetta er langt om­an fyri tey 20 prosentini í landsstýrisuppskotinum, fær tað ongar avleiðingar, tí uppskotið ávirkar ikki vera­ndi viðurskifti. Jákup Jacobsen sigur, at teir ístaðin fyri umhugsa at skif­ta okkurt av skipunum út við betrio skip. Eitt nú er tað ikki óhugsandi, at reiðaríið Tann kolldømda verkætlanin Navn: Pf. Varðin Stovnað: 28. november 1985 Skrásett: 27. januar 1986 Pf.-nr: 931 Partapeningur:: 68,9 mió. kr. Fyrsta nevndin: Jákup Jacobsen, Tummas Thomsen, Kári Hansen, Arni Hansen, Jógvan Hentze. FAKTA Nýggjasta skipið hjá gøtumonnunum, Finnur Fríði, kemur á Gøtu í januar í 2005. Aftanfyri sæst Tróndur í Gøtu.