fríggjadagur 12. januar 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 9 - 12. januar 2007
Steinbjørn
ikki broytt
støðu um
at broyta
støðu
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Seinasta
vikuskiftið
segði
Steinbjørn
O.
Jacobsen, borgarstjóri
í Klaksvík, at hann
umhugsaði støðuna í
Tjóðveldisflokkinum
eftir atkvøðugreiðsluna
um §266b í revsilógini.
- Eg umhugsi alvorliga
støðuna, tí eg eri ikki
nøgdur við hana, sum
hon er nú. Eg havi ikki
tikið støðu enn, men
tað verður um ikki so
langa tíð, var svarið hjá
borgarstjóranum.
Tað tykist kortini ikki,
sum tjóðveldisfólk skulu
óttast at missa borgar
stjóran í Føroya næst
størsta býi fyribils.
Í stuttum við tali sigur
Steinbjørn O. Jacobsen,
at einki nýtt er í málinum,
men at hann kortini enn
hugsar seg um.
- Tað er einki broytt.
Men tit skulu nokk hoyra
frá mær, um okkurt er.
Men eg havi úr at gera,
sigur
Steinbjørn
O.
Jacobsen.
__ Tað er fullkomiliga
avgerandi, at vit í
Tjóðveldisflokkinum
ikki býta okkum
upp eftir religiøsum
sjónarmiðum, sigur
Høgni Hoydal, ið heitir
á sínar floksfelagar
um at fylgja sínum
samfelagsligu
sjónarmiðum, tí
tey átrúnaðarligu
sjónarmiðini hoyra
til privatlívið, nú ikki
øll siga vera nøgd við
støðuna í flokkinum.
Høgni Hoydal fylist
eisini á, hvussu
samgongan hevur
viðgjørt málið um
Alfred Olsen
POLITIKKUR
Theodor E. D. Olsen
- Tað er harmiligt. Men eg
sigi, sum tá Karsten fór, at
eg virði avgerðirnar, sigur
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóðveldisflokkinum, nú
Steinbjørn O. Jacobsen,
borgarstjóri í Klaksvík, sigur
seg harmast um flokkin
eftir atkvøðugreiðsluna um
266b í revsilógini.
- Tað er fullkomiliga
avgerandi, at vit í Tjóðveld
isflokkinum ikki býta okk
um upp eftir religiøsum
sjónarmiðum, sigur Høgni
Hoydal, ið heitir á sínar
floksfelagar um at fylgja
sínum samfelagsligu sjónar
miðum, tí tey átrúnaðarligu
sjónarmiðini hoyra til privat
lívið.
- Annars gera vit okk
um inn á trúarfrælsið og
fólkaræðið, heldur floks
formaðurin.
- Vit skulu skipa sam
felagið eftir samfelagsligum
og hugsjónarligum sjón
armiðum, ikki átrúnaðar
ligum, sum eru uttan fyri
fólkaræðið, tí so fer fólka
ræðið ikki at virka.
Høgni Hoydal ger vart
við, at dyrnar enn eru opnar
fyri Karsten Hansen, og at
tey hava heitt á hann um
at leggja sína orku aftur í
politikk.
Hava tit hoyrt nakað
aftur frá Karsten Hansen?
- Tað havi eg onga við
merking til, sigur Høgni
Hoydal.
Ikki býta tjóðina
sundur
Spurdur, um neyðugt er
hjá føroysku flokkunum at
melda út, hvar teir standa
á eini moralskari ás eins
og á tí ríkisrættarligu, sigur
Høgni Hoydal, at hetta er
eitt mál sum hevur stóran
týdning.
Høgni Hoydal metir, at eitt
mál av sonevndum etiskum
slagi skjótt kann verða
misskilt. Men hann ávarar
um at býta flokkarnar upp
í religiøsar og verðsligar
flokkarm, sum hann heldur,
Miðflokkurin ger.
- Tað er ein feilur sum
Miðflokkurin ger, at býta
tjóðina sundur, sigur Høgni
Hoydal.
- Vit býta okkum ikki
eftir átrúnaðarligari sann
føring, men vit hava rætt til
trúarfrælsi.
Ein av avleiðingunum
eftir málið 266b er m.a.,
at Alfred Olsen tók seg úr
samgonguni. Tó eru ikki øll
samd um, um hetta er tað
sama sum at melda seg inn
í andstøðuna.
- Alfred hevur einki
samskifti havt við okkum
yvirhøvur.
- Alt sum eitur avleiðing
er nú útvatnað í føroyskum
politikki, nú hvør tingmaður
ger, sum hann hevur hug og
kann merkara seg, sum hann
vil, sigur Høgni Hoydal.
Tjóðveldisformaðurin
heitir á leiðaran í føroyskum
politikki, sum hann kallar
løgmann,
um
at
seta
skilmark, tí alt annað er
hykleriskt sambært Høgna
Hoydal.
- Hetta er tekin um ráða
loysi, sigur Høgni Hoydal
um støðuna, tá formaðurin í
rættarnevndini tekur seg úr
samgonguni, og tað verður
meira týdningarmikið at
varðveita persónlig privi
legiir, sum Høgni Hoydal
tekur til.
Skipað andsøgn
- Her er talan um skipaðan
ruðuleika, sum er ein
andsøgn í sær sjálvum. Hetta
er andsøgn sett í system,
sigur Høgni Hoydal um
støðuna hjá Alfred Olsen,
sum hevur tikið seg úr eini
samgongu, hann kortini
hevur lovað at atkvøða
við, og samanber hetta við
greiðum tilsipingum hjá
ávísum sambandsmonnum,
ið hava sagt seg vera ímóti
deyðarevsing men fyri at
drepa Saddam Hussein.
- Hetta svarar til, at
Anfinn
Kallsberg
tók
seg úr samgonguni, men
varðveitti formannssessin í
fíggjarnevndini.
Høgni Hoydal metir, at
grundleggjandi
orsøkin
til støðuna eftir 266b er
tannvit sum heimastýri
ongantíð hava viðgjørt út
í odd og egg, hvat okkara
fólkaræði skal byggja á.
Spurdur um hann sum
bæði løgtingsmaður og
fólkatingsmaður
merkir
mun í arbeiðnum í hesum
báðum parlamentum, svarar
hann, at danir hava verið
noyddir at viðgjørt slík
viðurskifti, eins føroyingar
ikki eru í støðugum sam
skifti við onnur, eins og
danir eru.
-
Danskur
politikkur
kann vera undarlig stødd,
men tey hava ábyrgd fyri at
skapa eitt rættarsamfelag,
men vit hava ikki ábyrgd av
tí, sigur Høgni Hoydal.
– Avleiðingar útvatnaðar
í føroyskum politikki
Tín høvuðsuppgáva verður dagliga
framleiðslan av blaðnum, í samstarvi við
starvsfelagarnar á marknaðardeildini.
20. januar