fríggjadagur 12. januar 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 12. januar 2007
31
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Arbeiðsformaður
Arbeiðsuppgávur
· Røkja og skipa dagliga
viðlíkahaldið og vetrarhaldið av
landsvegunum í Eysturoynni.
· Skipa arbeiðið í sambandi við
størri ábøtur og trygdartiltøk.
Viðkomnadi skal eisini kunna røkja
aðrar uppgávur á stovninum, enn
tær omanfyri nevndu.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving
sum handverkari og royndir innan
økið. Stórur dentur verður lagdur á
góð samstarvsevnir og at viðkom
andi dugir at leiða og fyriskipa. Tað
er somuleiðis ein fyrimunur at hava
tað stóra koyrikortið.
Setnarviðurskifti
Løn og setnartreytir annars verða
millum Fíggjarmálaráðið og avvarð
andi yrkisfelag. Starvið er fastlønt.
Umsóknir
Umsóknir við upplýsingum um út
búgving og royndir verða at senda
til lv@lv.fo ella
Landsverk,
Postsmoga 78,
110 Tórshavn
og skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi 26. januar 2007. Merk
umsóknina „Formaður til vega
deildina“ og viðmerk í umsóknini,
hvar tú hevur sæð starvslýsingina.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði.
Nærri upplýsingar um starvið
kunnu fáast við at venda sær til
Árna Jacobsen, økisleiðara, á
fartel. 540 920 ella telduposti
arnijac@lv.fo.
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.
STARVSLÝSING
Við hesum verður søkt eftir dugnaligum og álítandi arbeiðsformanni til
vegaumsitingina hjá okkum í Eysturoynni at byrja skjótast gjørligt.
Skeið á Hotel Hafnia 12. februar kl. 9-16
Skeiðið er ætlað fólki, ið starvast innan demensøkið.
Undirvísari:
Mette Søndergaard, menningarviðgeri. Hon hevur skrivað bókina
„Demens og aktiviteter i et livshistorisk perspektiv“,
og hevur arbeitt innan demensøkið í 20 ár.
Kostnaður og tilmelding:
1.200 kr., íroknað kaffi , buffet v.m.
Tilmelding í seinasta lagi: 31. januar 2007
á teldupostadressuni: demens@post.olivant.fo ella á tlf. 313102.
Sí annars meira um skeiðið á okkara heimasíðu www.alzheimer.fo
Demens
- gerandisdagur
og virkni
sansir.fo
Tá virkni og lívskæti styrkja kensluna av samleika og innihaldsríkum lívi